hósdagur 11. februar 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 18
21
KLUMMAN
Barbara Holm
Føstan – 40
dagar av onkrum
Mikudagin byrjaði føstan fram til páskini.
40 dagar, sum søguliga hava merkt dagar
uttan fasta føði. Í dag er tulkingin tó
munandi breiðari, og fólk nýta høvið til at
broyta lívsstíl eina løtu. Leggja fartelefon
ina á hyllina, eta sunnari, venja meir, gera
hjálpararbeiði og alt hugsandi annað.
Í kristna heiminum hevur hetta merkt, at í
ein góðan mánað skal orkan nýtast til bøn,
at lesa úr heilagu skriftunum og at hjálpa
tínum næsta.
»Eg gleði meg til summarferiu«. »Eg gleði
meg at sleppa at ferðast«. »Eg gleði meg til
jóla«. Vit gleða okkum altíð til okkurt, sum
er har frammi. Okkurt, sum vit í gerandis
degnum kunnu dagdroyma um – kanska
fyri at sleppa undan tí veruleika, at hvør
dagur ikki er sum summarferian, tá hon er
best.
»Life is what happens, while your busy
making other plans«. Eitt kent orðatak,
og ein kend mynd. Nógvar klummur eru
skrivaðar um júst hatta. At liva í nú’inum,
at lata tey smáu tingini gleða teg og so
framvegis.
Eg fari ikki at biðja teg um tað, kæri lesari.
Tað er sum at siga við roykjarar, at tey
burdu lagt av, tí tað er skaðiligt. Tað vita vit,
og tú veitst, at tú skalt liva í nú’inum.
Spurningurin er tó, hvussu ólukkan vit gera
tað. Eg dugi ikki væl at liva í nú’inum, og
kenni ongan, sum hevur uppskriftina.
Eg royni tó at læra meg júst hetta. Hetta
við, at ikki lata tínar ætlanir, ella ímyndir
av, hvussu løtan átti at verið, avgera hvat
hendir. Eg royni so vítt møguligt at taka av
teimum møguleikum og avbjóðingum, sum
eg hitti á mínum vegi.
Um vit nú venda aftur til føstuna, við
hesum í huga, so er spurningurin, hvat hesir
40 dagar skulu brúkast til. Eg meini, hví ikki
brúka teir til okkurt?
Eg fari at brúka mínar 40 dagar til at gera
alt tað, sum eg altíð havi ringa samvitsku
um, at eg ongantíð nái. Eg havi gjørt mær
ein langa lista av samvitsku-nívandi upp
gávum, og nú fari eg undir at krossa av.
Kanska er tað ikki tað, sum føstan uppruna
liga skuldi nýtast til. Men um ikki annað,
so vera hesir 40 dagarnir eisini nýttir til
okkurt.
Hvat fara tínir 40 dagar at vera nýttir til?
Hándbólts
finalurnar
Leygardagin vera hándbólts
finalur spældar bæði hjá
kvinnum og monnum. Hjá
kvinnum er tað Neistin – VÍF
og tær byrja kl 13.30, hjá
monnum er tað Neistin – H71
ið byrjar kl 16.00. Sí meiri á
hsf.fo
Tungmálmur í Reinsarínum Tungmálmsbólkurin Reduced to Ash spælir saman við Iron Lungs
leygarkvøldið í Reinsarínum kl 22.00. Limirnir í Reduced to Ash eru Eyðun Hvannastein, rødd
og guitar, Ólavur G. á Skipagøtu, bass og Edvin Niclasen, trummur og í Iron Lungs spæla Fríði
Djurhuus, rødd, Benjamin Joensen, guitar, Martin Neslíð, guitar, Heini Djurhuus, bass/onnur
rødd og Jógvan Johannesen trummur. Sí meiri á reinsariid.fo.
Áfram Ísland í
Norðurlanda
húsinum
Um vikuskiftið byrjar tiltakið
hjá Norðurlandahúsinum
Áfram Ísland, í varðar frá
12 feb. til 21. feb., norðmenn
og finnar hava víst fram
og nú er tørnurin komin til
íslendingar. Setanin verður kl
16:00 fríggjadagin
Fríggjadagin byrjar fram
sýning hjá Heklu Dögg
Jónsdóttir og endar sunnu
dagin 6. mars. Eisini spæla
Bubbi og Spaðarfrýrnar kl
20.00 fríggjadagin. Ylja +
Agent Fresco spæla kl 20:00
leygarkvøldið og sunnudagin
spæla Nordic Affect kl 16:00.
Skráin fyri alt tiltakið er á
nlh.fo.