hósdagur 11. februar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 18
22
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
Eg havi altíð havt tvíbýttar kenslur
um Valentinesdag. Tað sigst at
valentinesdagur er til minnis
um eitt ella annað halgimenni.
Valentinus æt hann nokk. Hann
var halgimenni, millum annað tí
at hann í loyndum gifti fólk, hóast
keisarin ikki loyvdi tí – mundi eg
kunnað blivið halgimenni, um eg
byrjaði at víga samkynd, uttan at
løgtingið loyvdi tí?
Nei, skemt tilsíðis og sama
veg við álvara. Í dag verður
Valentinesdagur mest hildin tí
at tað gera tey í »Amerika«, og
einaferð var Amerika kul. Ella
kanska hevur tað verið kul í fleiri
umførum. Men tað er ikki serliga
kul longur.
Eg
eri
hvørki
katolikk,
amerikonsk, religiøs ella sjálv
boðið amerikaniserað, og tí dugi
eg ikki at skilja, hví eg skuldi hildið
Valentinesdag. Hinvegin kennist
tað so løgið at seta seg upp ímóti
einum kærleiksdegi. Jú, vit »skulu«
sjálvsagt elska hvønn dag – men
hví ikki geva kærleikanum serligan
ans einaferð um árið? Her í Svøríki
kalla tey tað »Alla Hjärtans Dag«,
og eg havi hoyrt, at tað í Finnlandi
verður kallað »Vinadagur«. Tað
ljóðar fitt, haldi eg. Ja, hví ikki
nýta dagin til at gera okkurt
serliga fitt fyri tey, vit eru góð við.
Eg eigi eina fitta gentu, sum elskar
spaghetti. Sunnudagin fær hon
spaghetti og vit fara at hyggja at
filmi, tí tað elskar hon. Hon elskar
eisini endurtøkur. Heldig í hana,
tí at longu týsdagin mátti eg gera
hendan rættin og síggja filmin,
ið rætturin sipar til – fyri at taka
myndir sjálvsagt – so sunnudagin
verður bæði spaghetti, filmur og
endurtøka av týsdegnum. Góð
eri eg við hana – ikki bara á Alla
Hjartannadegi.
Um tit vilja eta matin »Lady
and the Tramp«-stíl og lata eitt
spaghetti leiða tykkum til kossin,
ella deila matin við vinir og familju;
ja, so smakkar tað líka so væl –
serliga tí at tú etur saman við fólki
tú ert góð/ur við. Eg haldi tað er
kul, at eitt av fronsku matráðunum
er júst tað: »at eta saman við fólki«
– tað fær næstan alt at smakka væl,
ella í øllum førum betur.
Fyri tíðina dámar mær so væl
at brúka kakao í mati; og sjokoláta
og kærleiki má vera samantvinnað
onkursvegna, ha? Tí hóskar tað
eyka væl til hendan romantiska
rættin. Hugsa tær, at Walt Disney
kláraði at gera nakað so barnsligt,
sum spaghetti við kjøtbollum, til
nakað so romantiskt sum »Lady
and the Tramp«-spaghetti!
Spaghetti við kjøtbollum
– Til 4 svong fólk
• 500 gram av hakkikjøti
• 1 spsk av Dijon sinoppi
• 1 spsk av kakaopulvuri
• 1 egg
• 1 tsk av salti
• pipar
• olivenolju
• 1 dós av tomatum (umleið 500
gram)
• 1 hvítleyksfet
• 1/2 reyða kili
• 10 basilikum bløð, umleið
• 1/2 dl av reyðvíni
• 1 msk av balsamico edikki
• 1 tsk av salti
• 1 tsk av sukuri
• 400 gram av spaghetti
Rør sinopp, egg, kakaopulvur,
salt og pipar saman í einum bolla.
Koyr hakkikjøtið í og rør alt
saman. Forma umleið 50 smáir
kjøtbollar við deigginum – ella
nakrar færri størri, um tær dámar
tað betur. Legg kjøtbollarnar í
køliskápið. Hita olivenolju í eini
stórari grýtu. Pressa hvítleykin
og hakka kili. Skeik tað í oljuni.
Tá ið hvítleykurin hevur fingið
lit, koyrir tú basilikumbløðini og
tomatirnar í grýtuna. Lat koma
uppá kók, og kóka á miðalhita í
umleið 10 minuttir. Koyr síðani vín,
balsamico edikk, salt og sukur í. Set
á lágan hita og lat tað smá bløðra
undir loki. Kóka síðani spaghetti
eftir vegleiðingini á pakkanum.
Meðan hitar tú eitt sindur av
olivenolju á eini stórari pannu.
Steik kjøtbollarnar á pannuni, tað
tekur umleið 5 minuttir. So hvørt
sum kjøtbollarnir verða liðnir,
kanst tú koyra teir í grýtuna við
tomatsósini. Tá ið spaghettiið
er liðugt, hellir tú vatnið frá,
men goymir 1 dl. Koyr síðani
spaghetti í grýtuna við tomatsós
og kjøtbollum. Koyr eisini 1 dl
av kókivatninum í grýtuna. Set
nú á høgan hita og rør runt í
grýtuni – bara ein góðan minutt.
Hetta blandar saman spaghetti
og tomatsósina. Nú er klárt at
servera. Parmesanostur smakkar
væl at ríva útyvir. Rætturin
riggar serliga væl at eta saman
við børnum frammanfyri Disney-
filminum »Lady and the Tramp«.
Spagetti-kossurin: Vælkenda senan frá »Lady and the
Tramp«. Filmurin ið gjørdi spagetti við kjøtbollum
romantiskt – í øllum førum eitt sidnur romantiskt!
Matur saman við fólki tú ert góð við gagnast betur
Minnst til at keypa okkurt gott at drekka afturvið
ALLA HJARTANNA
DAGUR
Spaghetti og kjøtbollar – skulu vit
hittast á miðjuni til ein koss?