Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 24 Óli Jacobsen 2. partur Í hesum partinum um tey 12 Mortensen systkini á Argjum verður greitt frá teimum sjey yngru. Johannes (1915-2011) Sum flestu dreingir tá fór Johannes til skips, men bert ein túr. Hann var við Reykjanes, sum sigldi á eitt sker í Grønlandi og varð vrak. Síðani fór hann til Íslands, har hann arbeiddi á bóndagarði í 2 1/2 ár. Komin heimaftur fór hann í smiðjulæru hjá beiggjanum, Palla, í Vági. Í 1937 fór hann til Danmarkar fyri at sleppa út at sigla. Men orsakað av, at hann hevði verið í samband við tuberklasmittuna í Íslandi, slapp hann ikki avstað. Ringt var at fáa arbeiði tá, men at enda eydnaðist at fáa pláss hjá smiðjumeistara í Højen norðanfyri Svendborg, har varð lívsleið hansara løgd. Hesin smiðjur var missónsmaður. Í bygdini var dugnaligur prestur, sum tók sær av teimum ungu. Hann hevði bíbliutímar saman við teimum heima hjá sær sjálvum og dugdi sera væl at fara við teimum. Johannes ynskti nú at fáa eitt arbeiði innan kristiligt virksemi. Presturin ráddi honum til at fara á diakonskúla í Århus. Hann kom haðani út í praktikk á Hald uttan fyri Viborg. Har møtti hann Elmu, sum hann giftist við í 1943. Tá var hann liðugur sum diakonur og hevði fingið arbeiði sum trúboðari innan KFUM og K og Indre Missión í Tønder í Suðurjyllandi. Hagani foru tey til Jelling. Tey flutti í 1949 til Havnar, har Johannes var biðin um at vera KFUM skrivari. Hann var við til at byggja húsið hjá KFUM, sum varð vígt í 1952. Við í KFUM arbeiðinum var eisini blaðstjórn og umsiting av Kristiligt Ungmannablað. Í 1960 fluttu tey til Fuglafjarðar sum trúboðarapar Mong minnast Johannes frá arbeiðinum við sunnudagsskúlalegunum á Kambsdali, sum hann og Elma høvdu ábyrgdina í 18 ár. Eisini hevur hann verið sera virkin við Heimamissiónsforlagnum, Trúboðanum og annars øllum tí arbeiði, sum liggur í trúboðaratænastuni. Í 1971 gekk leiðin til Vestmanna og vóru tey har til pensjónsaldur. Hann var tó virkin í missiónsarbeiðinum eftir hetta. Tey bæði fingu 7 børn: Gertrud, gift í Miðjyllandi. Ragnhild, giftist til Hollands, Hjørdis, sum bert gjørdist 2 ár, Karin, sum býr í Norra, Gudmund, giftur og býr í Herning, Sólbjørg, gift og býr á Argjum, Jens Mortan, giftur og býr í Nesi í Hvalba. Maja Sigrid Natalia (1916-2005) Maja vaks, sum hini systkini, upp í einum kristnum heimi. Tá ið mamman var 52 ár, fekk hon blóðtøpp og sat lamin til hon doyði sjey ár seinni. At pápin doyði við Nýggjaberg í 1942 er kent. Minni kent er, at maður Maju, Valbjørn, skuldi við hendan vanlukkutúrin, men hann bleiv sambært Maju »ledt af Herren til at blive hjemme.« Tað eru fleiri frásagnir frá krígnum um, at menn hava kent okkurt á sær, og tí ikki fóru við ætlaða skipinum. Hetta bjargaði eins og hjá Valbjørn teirra lívi. Sum ung passaði Maja sína sjúku mammu og við fleiri sjómonnum í húsinum var nógv mikið at gera. Maja varð í 1936 gift við Valbjørn, sum var timburmaður. Um tað andaliga greiðir Maja frá í danska blaðnum Blæs Alarm: »En nat havde jeg en stærk drøm. Jeg drømte, at jeg så Jesus i et stort lyshav i luften. Han så på mig – men med bedrøvede øjne. Jeg vågnede og var meget berørt, for jeg vidste, at om Jesus kom tilbage nu, var jeg ikke beredt til at være med. Jeg vækkede min mand og fortalte ham om drømmen – og om nøden i mit hjerte. Dette førte til, at jeg af Herren blev ledt til et nyt møde, hvor jeg blev født på ny…« Hetta var so byrjanin til, at Maja gjørdist serstakliga virkin innan missiónsarbeiði. Hon gjørdist limur í KFUK í 1942. Frá 1944 kom hon við í leiðsluna, og var har í mong ár. Hon var forkvinna í 16 ár. Hetta virksemi skapti í henni eina serliga trongd at vera við í barna- og ungdómsarbeiði. I 1985 kom kristna kvinnurørslan Women Aglow, sum er umboðað í 150 londum, til Føroya. Her var Maja eisini við í leiðsluni. Eisini var Maja ógvuliga áhugað í Ísrael. Í 1993 var hon saman við danska prædikumanninum, Moses Olsen, á eini forbønarstevnu í Jerusalem. Ein lýsing av Maja er eisini í teimum minningarorðum, sum Edna Háberg hevði um hana: Fyrstu ferð, eg var saman við Maju,var á einum altjóða kvinnubønarmøti í Frelsunar­ herinum. Nógvar kvinnur luttóku, men eg legði beinanvegin merki til hesa kvinnuna, sum hevði ein serligan myndugleika. Aftaná fekk eg at vita, at hetta var Maja Dalsgarð. Í samband við arbeiðið í Aglow kendi eg Maju best. Hon var ein stór fyrimynd fyri meg og fyri nógvar aðrar kvinnur. Hon var altíð fús at hjálpa, styrkja og biðja við kvinnum, sum høvdu tørv á tí, og tær eru nógvar, sum hava fingið hjálp í neyðini gjøgnum eitt orð frá Maju. Afturat hesum kann nevnast, at hon var serstakliga gestablíð. Sverri greiðir frá, at Maja plagdi eisini at hava kristilig møtir heima við hús, har nógv fólk komu. Maja var gift við Valbjørn Dalsgarð av Velbastað. Tey fingu børnini Sigrid, Mortan, Jóannes, Rakul og Betty. Ole Jacob (1917-1994) Óli fór ungur til Danmarkar at fara á sjómansskúla í Svendborg. Her bleiv hann verandi. Hann giftist við Marie, fødd Nielsen, úr Svendborg. Tey fingu fýra børn, Birgit, Hanne, Preben og Lisbeth. Óli kom at arbeiða á skipamiðju í Svendborg. Hann var so fittur í hondunum, eisini sum seglmakari, og varð tí kallaður Ole Rigger. Einaferð kom Sverri á vitjan og spurdi fólk á Strandvej á Taasinge nærindis Svendborg, har hann búði, eftir húsunum hjá Ole Mortensen. Men hetta visti eingin. Men tá tey komu eftir, at her var talan um Ole Rigger, tá vistu tey beinanvegin. Í Svendborgposten er grein um ein Carsten Rasmussen, sum hevur selt sítt seglmakaravirki. Her verður m.a. sagt: »Han begyndte som 17-årig hos den legendariske Ole Rigger, og den 1. januar var det 25 år siden Carsten Rasmussen overtog virksomheden. Ole Rigger med det borgerlige efternavn Mortensen startede riggerværkstedet i 1960 i et gammelt hønsehus på Pilegårdsvej. Ole Rigger var oprindeligt ansat på Svendborg Siðsøga MORTENSEN SYSTKINI: NAPOLEON DOYÐI SO SYRGILIGA Lagnan var hørð hjá fleiri av systkjunum. Serliga sárt var tað, tá ið Poli druknaði í Danmark sama dag hann alment skuldi trúlovast Børn og verbørn hjá Rakul og Mortan. Aftara rað frá vinstru: Richard Mortensen, Valbjørn Dalsgarð, giftur við Maju, Martin Mortensen, Betti, gift við Palla, Johannes Mortensen, Sverri Mortensen, Børge Kjærgaard, giftur við Dus. Fremra rað: Inna, kona Richard, Maja f. Mortensen, Daniella, gift við Martin, Elma gift við Johannes, Tomina gift við Sverra og Dusina f. Mortensen. Johannes Siðsøga