hósdagur 11. februar 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 18
25
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Sverri
frá, tá ið hann í 1936 fór við
Ananu.
Værft og udførte rigger-arbejdet i sin fritid.
Det tog efterhånden sådan et omfang, at
han sagde jobbet op.«
Hetta sigur nakað um ta virðing sum
hevur verið um Óla.
Napoleon (Poli) (1919-1944)
Poli var í 1936 við Ananu í Grønlandi. Hann
fór til Danmarkar áðrenn kríggið og slapp
ikki heim aftur, tá ið Danmark og Føroyar
vórðu hersettar.
Poli var farin at lesa til diakon. Hann
var komin at kenna eina unga gentu, sum
hann skuldi trúlovast við á hvítusunnu
1944 heima hjá henni í Augustenborg í
Suðurjútlandi.
Í hesum sambandi var hann farin ein
svimjitúr á Augustenborg fjørðinum saman
við einum vini.
Men so illa vildi til, at Poli druknaði.
Hildið varð, at hann fekk krampa.
Vanlukkan sást frá landi av, og hjálpt fekst
heilt skjótt. Men ov seint var. Arbeitt varð
uppá hann, men her gjørdist einki.
Hetta var sjálvsagt ein ræðuligur
hvøkkur. Tað finnast fleiri minningarorð um
Pola, og sum skilst var hann ein sjáldsama
dámligur unglingi.
Ein lýsing av Pola kann síggjast millum
annað í hesum minningarorðum:
Ved en ung Færings Kiste
Den unge Færing Diakonelev Napoleon
Mortensens Begravelse paa Viborg Kirke
gaard Lørdag Eftermiddag formede
sig som en gribende Højtidelighed.
Begravelsen fandt netop Sted samtidig
med Diakonernes Aarsmøde i Viborg, og
mange af Mødedeltagerne var med i det
store Følge i Kirkekapellet. Tillige saas i
Følget talrige unge Mænd og Kvinder fra
de kristelige Ungdomsorganisationer i
Viborg. Der var til Baaren sendt signerede
Kranse fra Diakoner i Augustenborg,
Plejeforeningen i Augustenborg, Diakon
højskolen i Aarhus, Kristeligt Sangkor
i Viborg, Funktionærforeningen paa
Sindssygehospitalet i Augustenborg,
Kolonien
Filadelfia,
Ledestjernen,
Folkekuranstalten ved Hald og Diakoner
i Viborg. Højtideligheden fik sit Særpræg
ved, at unge Færinger, inden Kisten blev
baaret ud, samledes ved Orglet og paa
Færøsk sang en Salme: »Du, mit smukke
Land«. Hetta man hava verið »Tú alfagra
land mítt«
Ved Baaren talte Diakonskolens For
stander, Pastor Tange Jensen, udfra
Ordene af Profeten Amos; Bered dig til
Døden. Pastor Tange Jensen udtalte bl.a.:
Vor unge Ven her fik hastigt Bud om
at rejse sig. Han vil blive savnet, ja, han
er allerede savnet iblandt os. Vi har aldrig
paa Skolen hørt andet end godt om ham,
og vi holdt af ham, fordi der var noget
over ham, som indbød til Fortrolighed.
Sin Moder havde han mistet, Faderen var
krigsforlist, saa noget Hjem havde han ikke
mere, og han havde faaet et Særpræg af
noget stille og vemodigt. Men for nogle vil
Savnet blive endnu større, for hans Brødre,
Søstre og hans unge Kæreste.
Efter Talen sang man ȯjne, I var
lykkelige«, og efter at den færøske Salme
var sunget, bar Diakonkammerater Kisten
til Graven. Da Pastor Tange Jensen havde
foretaget Jordpaakastelsen, og man havde
sunget »Dig vandrer jeg saa gerne med«,
traadte en Broder, Sekretær for K. F. U.
M. i Tønder Johannes Mortensen, hen
til Graven og udtalte: »Vi vilde gerne
have sagt Napoleon en Tak. Nu er det for
sent, nu kan vi ikke sige til ham den, men
maaske lade Takken gaa opad til Gud. Han
var os en god Broder, som man var Ven
med, og med hvem man kunde dele det
allerbedste. Tak for den store Deltagelse,
der er vist, ogsaa Diakonskolen«
Í einum øðrum minningarorðum varð
m.a. sagt: »Vi siger det er hårdt, en af de
bedste unge Mænd rives bort lige i det
øjeblik, han er moden til at udføre sin
Manddomsgerning. Man kan roligt sige,
at Napoleon Mortensens Lige fandtes ikke
blandt tusinder. Jeg har hørt nogle sige,
at Mortensen har noget vi mangler. Det
Mortensen havde, er vanskeligt at beskrive.
Napoleon Mortensen var et oprigtigt
Vidnesbyrd samt et smukt eksempel til
Efterfølgelse«
Tað var eisini tungt fyri familjuna í
Føroyum, at hetta hendi undir krígnum,
tá einki samband var millum londini.
Men onkur systkin vóru i Danmark, og
Johannes kundi bera beiggjanum eina
seinastu heilsan.
Frits (1920-1983)
Frits búði í Sumba hjá elstu systrini. Í 1938
fór hann niður og las til verkfrøði innan
hitaverk. Hann fór eisini út at síggja
heimin. Hann giftist við gentuni hjá Pola,
Ingeborg. Tey fingu børnini Palle, Eric,
Berthe og Kjeld.
Sverri (1922-
Sverri er tað einasta av systkjunum, sum
enn er á lívi. Hann giftist við Thominu f.
Simonsen úr Vestmanna.
Tey fingu tvey børn Rakul og Tummas
Paula. Tummas Pauli doyði í 2005.
Í komandi tveimum pørtum verður greitt
meira frá lívinum hjá Sverra.
Nicolina Andrea Dusina
(1923-2008)
Dusina var 12 barnið i røðini, herav navnið.
Tá ið Dus, sum hon varð kallað, var 15
ára gomul fór hon til Keypmannahavnar
at tæna á sjómansheiminum Bethel.
Seinni kom hon at vera í húsi hjá
fyristøðumanninum á heiminum. Hetta
var í Sølvgade, eisini í Keypmannahavn.
Eina ferð Sverri var komin til
Keypmannahavnar frá útisigling varð
hann boðin út hagar. Tað var ikki hissini
blíðskapur, sum varð vístur honum.
Dus giftist við einum skopuningi, Jógvan
Djurhuus Jacobsen, sum var sjómaður. Tey
fingu børnini Sverra og Gunnvør.
Men í 1946 var hann úti fyri eini vanlukku
undir lossing, tá ið hann fekk ein blokk í
høvdið og doyði.
Dus giftist aftur við Børge Kjærsgaard ,
tey fingu dóttrina Inge.
Gott samanhald
Hetta var so frásøgnin um tey 12 Mortensen
systkini á Argjum. Her er sjálvandi ikki
alt við, men hetta var tað, sum var tøkt.
Henda familja hevur havt gott samanhald.
Regluliga er skipað fyri ættarstevnum, men
hesar hava fækkast so hvørt eldra ættarliðið
er fallið frá. Í 2006 var ættarstevna í
Danmark. So væl er komið undan, at her
vóru 40 luttakarar. Sverri kom úr Føroym at
greiða frá ættini, m.a. grundað á frásagnir,
hann hevði havt í FF-blaðnum. Í 2010 var
aftur ættarstevna í Danmark, har tað vóru
upp til 35 luttakarar.
Frits og Ingeborg
Maja
Óla Jákup saman við konuni
Marie og dótrini Lisbeth
Napoleon
Thomina og Sverri
í góðum árum
Dusina og seinni
maðurin Børge
Av tekniskum
orsøkum á
blaðnum
varð myndin
av Richard
Mortensen í 1.
parti umbýtt.
Hetta er
tann rætta