Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 26 United World College Red Cross Nordic bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið á sumri 2016 er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving, at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate), á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen. IB (International Baccalaureate) er ein altjóða studentspróvtøku, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri fram­halds­ lestur sum eitt føroyskt stu­dents­ prógv. Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við, at næm­ingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúl­anum. Studni rindar – eftir umsókn – skúla­gjald umframt gjald fyri inni­vist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari, sum Føroyska UWC- nevndin velur, ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi. Ferð aftur og fram millum skúl­ an og Føroyar verður goldin sam­ bært galdandi reglum hjá Studna. Upphæddin er í 2016 kr. 4.000. Nærri upplýsingar um skúl­ an fáast við at venda sær til for­ mann­in í Føroysku UWC-nevnd­ini á telefon 55 50 37 ella til lestrar­ vegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Lestrarvegleiðingin hevur fingið sendandi tilfar um United World College. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni: http://uwcrcn.no/ Umsókn um upptøku á UWC Red Cross Nordic, ljóstak av sein­ astu støðumetunum saman við eini stuttari frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í um­ sóknarblaðinum, skulu um­veg­is teldupost sendast claus.reistrup@ icloud.com í seinasta lagi mána­ dagin 15. februar 2016. Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá Mentamála­ráð­ num www.mmr.fo undir “Kunn­ing – Oyðubløð – Vinnu- og mið­náms­ skúlar”. United World College í Noregi Vit eru tveir næmingar, sum ganga á United World College Red Cross Nordic í Noregi. Hesin skúlin er ein av 15 United World College skúlum, hvørs mál er at sameina menniskju gjøgnum lærdóm. Her sum vit ganga eru umleið 200 næmingar frá 92 londum kring heimin, so umhvørvið, vit liva í, er ógvuliga fjølbroytt og nýskapandi. Vit fara her at greiða frá okkara upplivingum: Hvussu skúlin er, og hvussu tað er at búgva á skúlanum. Hvussu tað sosiala lívið er, og hvussu ein upplivir alt tað nýggja í hesum serstaka umhvørvi. Lívið á skúlanum er rætti­liga nógv øðrvísi enn miðnáms­skúla­ lívið í Føroyum. Vit búgva saman við nógvum øðrum tjóðskapum, fimm í hvørjum kamari. Ein kem­ ur ógvuliga nær at teimum, ein býr saman við í kamarinum, og tað er løgið at hugsa sær, at fyri bert einum ári síðani vóru vit í kam­ar­ inum fleiri 1000 kilometrar burtur frá hvørjum øðrum. Tað sosiala lívið er nógv ávirkað av, hvar vit eru, og hvørjar møguleikar vit hava rundan um okkum. Tað er nógv ymiskt, ein kann gera í frítíðini. Vit hava veitslur, ganga úti í náttúruni, og um summarið kunnu vit fara í kajakk og klintra í fjøllunum, íðka bogaskjóting, svimjing ella yoga. Umframt alt hetta eru fleiri um­hvørvisligar og humaniterar verkætlanir ein kann taka lut í. Onkur arbeiðir við einum skúla í Ghana, onnur við at halda UWC- skúl­an so umhvørvisvinarligan sum gjørligt, onnur vitja flóttafólk, tosa við tey og spæla spøl og tílíkt. Skúlagondin er bygd upp um IB-leistin (International Bacca­ lau­reate), ið er ein 2-ára gymna­ sial miðnámsúbúgving. Henda út­búgv­ingin hevur ymiskar av­ bjóð­ingar, og nógv verður gjørt burtur úr tí akademiska støð­ inum. Undirvísingin fer øll fram á ensk­um, og lærararnir eru úr øll­um heiminum. Hetta gevur eis­ ini tímunum eina meira altjóða til­ gongd og ásjón. Tað er ringt at velja akkurát, hvørjar upplivingar ein skal greiða frá, tí so nógv hendir allatíðina. Men her eru tvær ymiskar upp­liv­ ingar hjá okkum, sum vit helst fara at hava við okkum alt lívið. “Eg var vertur á First Year show, sum fyrstaársnæmingarnir skulu hava fyri teimum á øðrum ári. Í fyrstani var eg sera nervøsur, og tað at standa framman fyri áskoðarunum var nakað spooky. Men av tí undirtøkan hjá næm­ ing­unum var jalig, kendi eg meg tryggan við at vera so fjollutur sum gjørligt... hehehe”. Magnus Steinsson við Streym (fyrstaársnæmingur) “Í mínum fyrsta ári hendi ógvuliga nógv, men eitt, eg altíð fari at minn­ ast, er, tá eg saman við 7 øðrum bygdi ein stóran flaka við segli, so vit kundu sigla yvirum fjørðin, vit búgva við. Vit gjørdu hetta fyri at minnast Thor Heyerdal, sum var ein norskur ævintýrari, og sum var heiðursforseti hjá skúlanum. Hetta var ein stór uppliving, og eg kom at kenna mínar “co-years” nógv betri teir langu dagarnia, vit arbeiddu við hesum Ein ógvuliga løgin og fan­tastisk uppliving”. Marta Ákadóttir (annaðársnæmingur) Vit fara at mæla øðrum at søkja um upptøku á skúlan. At vera ein partur av United World College rørsluni er læruríkt, bæði á ein intellektuellan og sosialan hátt. Tað er ikki nógvastaðni, tú kemur at kenna so nógv fólk frá so nógvum ymiskum londun. Tað eru tvey ár av tínum lívi, sum verða fylt við nógvum nýggjum sjónarmiðum og við vitan um onnur lond og mentanir. Skúlin er avbjóðandi og sera gevandi á fleiri sera ymiskar mátar. Ein sonn uppliving fyri lívið. SPURNINGAR OG SVAR Hvussu er við kvotu 2? Freistin er 15. mars kl. 12.00 í DK og mann søkir inni á: optagelse.dk. Á Setrinum er freistin 15. apríl online á: setur.fo ella í pappírsformi á J.C.Svabos gøtu 7, Postmoga 272, F-110 Tórshavn. Upptøka gjøgnum kvotu 2 er fyri umsøkjarar, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu verða tiknir upp gjøgnum kvotu 1 ella sum um­framt miðaltalið skulu metast eftir øðrum førleikum. Studentar við útlendskari mið­ náms­útbúgving og tey sum skulu hava undantak skulu eisini søkja eftir kvotu 2. Tað er útbúgvingarstaðið, sum tekur upp við støði í eini ítøkiligari heildarmeting av tí einstøku kvotu 2-umsóknini. Kvotu 2-krøvini í 2015 fyri allar útbúgvingar í Danmark eru at finna her: http://ufm.dk/ uddannelse-og-institutioner/ videregaende-uddannelse/sogning- optag-og-vejledning /afslag / afslagspjece-2015_endelig.pdf Minst til at kanna kvotu 2-krøvini fyri 2016 hjá útbúgvingarstaðnum, fyri at kunna meta um kvota 2 er við­komandi fyri teg. Krøvini kunnu vera sera ymisk frá útbúgving til útbúgving. Søk gjøgnum kvotu 2, um tú ikki ert vísur í, at miðaltalið hjá tær er nóg høgt, og tú metir, at tú hevur førleikar, ið hóska til kvotu 2-krøvini hjá útbúgvingini. Um tú søkir gjøg­ num kvotu 2, verður tú mettur í báðum kvotum! Á flestu universitetsútbúgv­ ing­um er tað bert ein lítil partur (10%) av plássunum, sum fer til kvotu 2-umsøkjarar. Á hinum hægru útbúgvingunum telja kvotu 2-plássini frá 35% til 50% av lestrar­ pláss­unum. Á einstøkum út­búgv­ing­ um í Danmark skulu øll søkja gjøg­ num kvotu 2 orsakað av roynd­um og venjingum. Les mere i Fakta­box. Um tú ert í holt við at supplera, tá freistin endar 15. mars, skalt tú skriva tað í umsóknina. Prógvini skalt tú senda inn áðrenn 5. juli. Prógv og skeiðsprógv skulu altíð hjáleggjast tí talgildu umsóknini. Øll skjalprógv skulu uploadast á optagelse.dk og knýast at um­ sókn­ini. Minst til at senda eitt skjal við undirskrift, (eitt skjal til hvørja útbúgving) um tú ikki hevur Nem-ID. Skjalið kemur fram, tá tú ert liðugur við umsóknina inni á optagelse.dk Ein motiverað umsókn kann vera ein partur av heildarmetingini í kvotu 2. Í henni skalt tú grundgeva fyri tíni motivatión at søkja um upptøku og greiða frá hvussu tínar royndir og ítrív hava týdning fyri tína útbúgving. Hetta merkir, at tú skalt seta teg væl inn í, hvat út­ búgvingin handlar um og hvat tu vil bruka útbúgvingin til. ASK hevur kunningarfund um kvotu 2-umsóknir til Danmarkar og Setrið hósdagin 25. februar kl. 16.15–18.00 á Lestrarskrivstovuni hjá Setri­num á J.C. Svabos gøtu 7. Vinarliga Holger Spurningur: Hvussu er lønarlagið hjá náms­ frøðingum, sum antin eru út­bún­ir eftir gomlu náms­frøðingar­út­búgv­ ingini í Føroyum ella hava lis­ið til námsfrøðing í Dan­mark, tá verð­ ur eisini hugsað náms­frøð­inga­út­ búgvingar sum eru tikn­ar sum fjar­ lestur, eins og tann út­búgv­ingin, sum júst er byrjað í Vági, í mun til nýggju fýra ára náms­frøð­inga­út­búgv­ ingina á Setrinum, har mann er (uni­ versitets)bachelor eftir 3 ára lestur? Svar: Tað er eingin munur á lønunum. Øll sum hava heitið námsfrøðingur/peda­ gog vera lønt eftir sama sáttmála. Vinarliga Holger UNITED WORLD COLLEGE United World College Red Cross Nordic bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið á sumri 2016 er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving, at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen. Ávísar útbúgvingar har BERT freist 15. mars 2016, og mann SKAL søkja inn tá. Útbúgving Útbúgvingarstað Afspændingspædagogik og psykomotorik VIA UC, Randers og UCC, Hillerød Animation VIA UC, Viborg Arkitekt Kgl. Danske Kunstakademis Skoler for Arkitektur, Design og Konservatorer + Arkitektskolen Aarhus Designer Designskolen Kolding og Kunstakademiets Designskole, Kbh. Designteknolog EA Sydvest, Sønderborg - EA København UC Nordjylland, Aalborg - VIA UC, Herning E-designer EA Kolding - EA København Fotojournalist Danmarks Medie- og Journalisthøjskole, Aarhus Fri-, høj- og efterskolelærer Den Frie Lærerskole, Ollerup Grafisk fortælling VIA UC, Viborg Grafisk kommunikation UC Syddanmark, Haderslev Idræt AU (Århus) Journalist Danmarks Medie- og Journalisthøjskole, Aarhus Journalistik SDU, Odense Klinisk tandtekniker AU, Århus SKT – Skolen for Klinikassistenter, Tandplejere og Tandteknikere Kunsthåndværker Kunstakademiets Designskole, Bornholm Medie- og sonokommunikation UC Syddanmark, Haderslev Medieproduktion og ledelse Danmarks Medie- og Journalisthøjskole, Kbh. Multiplatform Storytelling and Production VIA UC, Viborg Musikvidenskab AU, Århus Tekstildesign, - håndværk og formidling UCC, København - VIA UC, Herning TV- og medietilrettelæggelse Danmarks Medie- og Journalisthøjskole, Kbh. Visuel kommunikation Danmarks Medie- og Journalisthøjskole, Kbh. Architectural Technology and Construction Mangement (bygningskonstruktør) UC Nordjylland Design, Technology and Business (designteknolog) EA Sydvest, Sønderborg - EA København UC Nordjylland, Aalborg - VIA UC, Herning E-Designer EA Kolding Bachelor in Jewellery, Techonology and Business (smykker, teknologi og business) EA, København Atlit skal takast til broytingar og rættingar. Útbúgvingar, sum BERT hava freist 15. mars 2016 í DK