Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 27 Við tónleikaverkinum At the Heart of a Selkie uppliva vit, at Kópakonan greiðir frá sínari søgu í tvídrátti millum náttúru og sivilisasjón, og hvussu tað er at vera fangaður millum tveir heimar SIGURJÓN EINARSON V ið rót í søgnini um Kópa- konuna tulkar Eivør, ið hevur skrivað tónleikin, meðan Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað tekstin og søgugongdina, DR Big Band, DR-kórið og tónaskaldið, Peter Jensen, søgnina um kvinnuna, sum er í tvídrátti millum náttúru og sivilisa sjón. Talan er um eina myrka og slavna frásøguyrking um sakn og longsul. Havið og kærleikin, ið skvatlandi hoyrist í ljóðinum, sum eru skaptir av Morten Büchert, trimum Kingo-sálmum – har Niels Petersen tó hevur skrivað »Når Jeg Betænker Den Tid Og Stund«, ið geva afturljóð í bakgrundini og tekstum frá Marjuni Syderbø Kjelnæs, sum sera hegnisliga gevur okkum sjónarhornið frá Kópakonuni og hvussu hon eisini upplivir støðuna, hon er komin í. Soleiðis havi eg ikki hoyrt tað áður, og tí gerst hetta verkið enn meira áhugavert, enn ein kanska leggur merki til í fyrstu atløgu, tá ið vit eisini hoyra søgnina út frá Kópakonuni sjálvari – serliga á lagnum, »Elskaði«, har Kópa- kon an lýtir út á hav, har alt bíðar eftir henni enn. Her er talan um ein sannan sorgarleik, ið hevur ein serligan undirstreym av hug- tyngjandi norðurlendskum tónum yvir sær. – Inntil næsta sjóvarfall... Ja, í hesum sanginum hoyrist sanniliga tætta sambandið, ið Marjun hevur til Mikladals og til Kópakonuna. Áhugaverd samstørv Tað eru Peter Jensen og Eivør, sum hava skrivað hetta verkið serliga til DR Big Band og DR-kórið í huga, og tað hoyrist, at her er talan um úrvalt norðurlendskt samarbeiði, ið førir okkum inn í eina føroyska hellu við bæði ljósi og myrkri. Eivør og Marjun byrjaðu sam- starvið við Kópakonuni sum tema fyri nøkrum árum síðani, ið fyrstu ferð varð framført á heysti 2014 og sum nú er útgivið á fløgu, ið Tutl gevur út. Hetta sama verkið hevur í hes um døgum verið framført í Føroyum, Íslandi og Danmark, men har ætlanin er, at verkið skal verða framført í øðrum norðurlondum eisini. Burturúr samstarvinum millum Eivør og Marjuna komu eisini tríggir sangir, ið Eivør nýtti – í øðrvísi útsetingum – á útgávuni frá í fjør, Slør. Sangirnir eru: »Slør«, »Verð Mín« og »Salt«. Her er ein góð blanding av ym- iskum tónleikastílum, har eisini føroyska vísusiðurin er tikin við og er blivin tulkaður av nýggjum. Hetta kann tykjast óvanligt og forkunnugt fyri útlendska áhoyr- aran, men nokk ikki heilt á sama hátt fyri tann føroyska. Tað kann eisini tykjast ótolandi fyri føroyska áhoyraran, at DR- kórið roynir seg á føroyskum. Hetta er ikki nakað, ein hoyrir beinleiðis, men um tað verður lurtað nærri, hoyrist hvussu roynt verður at sungið á føroyskum, men har danska tónalagið stingur seg fram í støðum. Tað skal tó einki takast frá tí frálíka kórsangi, ið gevur einkultu løgunum og modernaða verkinum eina stórsligna ávirkan á huglagið. Fangað í tveimum heimum Tvídrátturin millum náttúru og sivilisasjón er bergtakandi í verk inum. Tað, at vera fangaður í tveimum heimum, er eitt sera spenn andi og viðkomandi evni, ið Marjun Syderbø Kjelnæs lýsir sera væl í tekstunum til verkið. Kópakonan roynir at liva sín ger andisdag so gott sum hon kann, men hennara hjarta hoyrir til eitt annað stað og til ein annan. Men vit føla við Kópakonuni, og eins og hon, vita vit, hvar hon veru liga hoyrir heima. Júst hesin tvídrátturin – og fleiri aðrir eisini – kunnu avspeglast yvir á okkum, tá vit kunnu koma út fyri, at vera fangaður í tveimum heimum á ein ella annan hátt. Tað ber heldur ikki til at koma uttanum samstarvið millum Eivør og danska tónaskaldið, Peter Jensen, har tey bæði – á hvør sín hátt – hava sett síni fingra merkir á tón leika verk ið. Peter Jensen tulkar ella ný tulk- ar føroysku vísu- og sang ment- anina við blandaðum úrsliti. Meðan Eivør enn einaferð prógvar, hvussu dugnalig hon er. Men eisini hvussu væl hon megnar at bera verkinum uppi á ein slíkan hátt, at ein næstan freistast at siga, at tað er Eivør, ið hevur kastað hamin, og er komin inn í sivila heimin eina løtu at undirhalda okkum við gandasangi, áðrenn hon aftur tekur hamin á seg og fer sín veg. At the Heart of a Selkie fær fýri stjørnur út av fimm. TÓNLEIKUR KÓPAKONAN SLEPPUR TIL ORÐANNA +++++ Ummæli Kristina Joensen eigur báðar myndirnar – @Kristina Joensen)