Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 28 NORÐANLOT Tey skriva fyri at skriva. Tey deila fyri at deila. Tey eru ein av røddum ungdómsins. Eitt frískligt ungt Norðanlot TJÓÐHILD PATURSSON Y misk, og tó so lík, fólk­ini handan bloggin Norðan­ lot. Somuleiðis við evnunum á blogginum: yrk­ingar, list, veganisma, prosa, zero waste og tónleikur er millum tað, tey skriva um – ymisk og tó so lík. Ymisk, tí tey øll umboða sítt egna hjartaljóð; og lík, tí tey øll umboða ymisk ljóð í rødd ungdómsins. Skriva tað, tey ikki duga at siga »Eg skrivi, tí at tað er so nógv, sum eg ikki dugi at siga«, sigur ein. »Ja, og tí at tað er ígjøgnum skriv­ing­ ina, at eg uppdateri mína per­són­ lig­heit. Finni fram til hvør eg eri nú, og hvussu eg flyti meg«, sigur ein onnur. Hetta sæst týðiliga aft­ur í nógvum av tekstunum, sum sam­ stundis við at vera avgjørdir, eru leitandi. Eg kenni meg aftur í hes­um, og fangi meg ofta í at royna at skriva okkurt, bara fyri at vita hvussu tað kennist. Men tað er ikki bara skrivingin, ið upptekur norðan­ lotini. Fleiri teirra eru eisini virkin innan aðrar listagreinar. Onkur ger tón­leik, onkur málar og teknar og onkur arbeiðir við at blanda alt hetta í installatiónum. Fleiri teirra hava gjørt hetta í nógv ár. Frá skúlabløðum til bloggar Tey sita yvirav mær. Saman. Hinu­ megin skermin. Eg hesumegin. Ein í Darth Vader masku (tí hann vil vera navnleysur) og ein við reyðum hári. Hini líkjast meira mær. Tað er ótrúligt, sum nógv av lív­inum hendir online. Tað var ein tíð, tá ið allir skúlar høvdu eitt næm­ingablað. Tað var har røddin hjá ungdóminum larmaði, ella ljóðaði – alt eftir hvør læs. Og so var hin tíðin eftir, mín tíð, tá ið skúla­bløðini vóru horvin (av dovni ella av stressi), og vit ungu av og á royndu at enduruppfinna tað, men mis­eydnaðust. Og so nútíðin, nú tey ungu, lætt sum einki, kunnu skapa sær eitt rúm á netinum. Sum tey eiga sjálvi og eingin kann taka frá teimum. Hepnu ungu fólk. Røsku ungu fólk. Rák og konstant broyting Hóast tey standa saman um bloggin Norðanlot, og samskifta nógv á netinum, so var hetta fyrstu ferð tey øll hittust IRL (Hetta er slang og merkir: In real life – í veru­ liga lívinum. Soleiðis siga tey ungu. Ella soleiðis søgdu tey ungu, tá ið eg var ung. Men tann tíðin er nokk longu farin – hóast eg enn eri ung, eru tey bara yngri, og sum so ofta er tað lægsti felagsnevnari, ið avger støðið). Tað kennist nokso kul at føra so kul fólk saman, tað kann tað bara standast gott burturúr (ja, eg skrivi »kul« fyri at royna at virka yngri og tekkjast yngru lesarunum. Kul?). Kanska tey handan Norðanlot einaferð fara at siga: »Tað var til eina samrøðu við Sosialin, at vit fyrstu ferð hittust – soleiðis ordiliga; og tað var byrjanin til xxxxxx’ ( <— set fantastisk hug­ skot inn har!) Nei, eg skal ikki taka heiðurin á meg. Tað má Una sleppa at eiga. Tað var Una, sum byrjaði Norðan­ lot. Eg minnist at hon fyri nøkrum árum síðani var við á einum øðrum spennandi bloggi. »Fjøllini Dansa« æt hann. Eg helt tað vera spell, at hann datt niðurfyri. Men sum navn­ið Norðanlot sipar til, so er alt í kon­stant­ari broyting, eittt rák fer og eitt annað kemur. Fjøllini Dansaðu, til tey steðg­ aðu. Nú hava vit Norðanlotið, vón­andi vendir ættin ikki ov skjótt. Njót lotið ímeðan tað er. Hygg inn á: nordanlot.wordpress.com POST@SOSIALURIN.FO »Eg skrivi tí tað er so nógv sum eg ikki dugi at siga« Nordanlot.wordpress.com MENTAN