hósdagur 11. februar 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 18
29
Brot úr bloggunum á Norðanlot
Una Nielsdóttir Galán
MORGUNSÓLIN SKÍNIR Á MÍNAR KNÚSTU DREYMIR
Ein dreymur er ein tráan. Tað er ein flíggjan frá veruleikanum. Tað er tryggi heimurin, sum
altíð bíðar eftir, at eg vendi aftur. Uttan dreymin eru okkara fet oman á jørðini strikað. Jú,
lívið er áhugavert, men ein dreymur er altíð betur. Tú kanst skapa tín egna veruleika, og
enn hava sama veruliga veruleikan at bíða eftir tær. Tað er óveruligt. Tað er surrealistiskt.
Er hetta tann veruligi veruleikin? Hvussu veitst tú tað við vissu, at tað ikki bara er onkur
langt úti langur dreymur, sum tykist ongan enda at hava? Eg veit tað ikki. Og fari ongantíð
at vita tað. Men tað fert tú heldur ikki, so tú skalt ikki siga mær í móti. Hetta er mín
dreymur. Kanska eisini tín…
Brot úr bloggi hjá Unu 14. januar 2016
Rebekka Eliasen
A REMINDER – RADIOHEAD
Eri tað bara eg, ið kenni til kensluna vón
loysi? Tað kemur kanska serliga ofta fyri í
endanum á mánaðinum, har eg brúki eitt
heilt vikusskifti at hugsa um hvat eg ikki havi
gjørt undanfarna mánaðin. Summar tíðir eri
eg nøgd við mánaðin, men hendan novembur
mánaðin havi eg brúk fyri at hugsa eitt sindur
gjøllari um, so eg eri farin(tvungin) inná Skála
at tjilla og hugsa um tingini.
Í dag kundi eg verið farin upp í morgun í
hampuligari tíð og fari at vaska gólv ella
koyra neglalakk á tærnar, men eg verið
liggjandi í songini til einaferð um seinna
partin – mest fyri at sleppa undan øllum
jólapyntinum, men eisini fyri at syrgja um at
Radiohead ikki hevur givið nakað út síðani í
2011…
Brot úr bloggi hjá Rebekku,
28. novembur 2015
Lea Kampmann
JANIS JOPLIN
Eg fái ikki lýst við orðum hvussu nógv Janis, sál hennara,
vera, erligheit, ráskapur og inniligheit rørir og inspirerar
meg. Filmurin í kvøld váttaði enn einaferð at Janis
Joplin var eitt menniskja av arðari verð. Hennara styrki
virkaði so órørd, hennara vera so harfør útatil, men
aftanfyri ta hásu røddina, hoyrdist tann kerliga, ektaða,
humoristiska, ósikra suðurstatsgentan Janis var. Eftir
mínari uppfatan var Janis eitt tað vakrasta, ið hevur
traðka á hesu jørd. At lagnan skuldi enda lív hennari alt
óv tíðliga ger meg ólukkuliga. Men tónleikur hennara er
varðveittur, og har við er hon…
Brot úr bloggi hjá Leu um filmin JANIS LITTLE BLUE GIRL,
ið Filmsfelagið vísti í Havnar Bio. Bloggað 11. desembur 2015
Teresa Reinert
AT SKILJA LIST EIN SUNNUDAG
Tað er næstan ógjørligt at skilja list, og síðani at greiða frá
hvør hon er. Eg haldi, at orsøkin er tann, at list og talumál
ikki er sama »sprok«, og tí ber tað ikki til, akkurát sum at
tað ikki ber rættiliga at umseta ein tekst úr einum máli til
eitt annað, tá verulig sýnonýmir ikki eru til…
Brot úr bloggi hjá Teresu, 3. január 2016
Anna Malan Jógvansdóttir
ÚR MÍNUM KJARNA
Keldurnar í mær opna seg,
og tægrirnar toyggja seg út,
festast á klettin,
kringla seg djúpt niður í avgrundina.
Súgva til sín úr heimsins kjarna,
so magma rennur gjøgnum meg,
og eg gerist til brennandi evju.
Eitt stórt brunasár,
sum flýtur út,
stadnar
og verður til stein.
Úr bloggi hjá Onnu Maluni, 2. desembur 2015
Hin navnleysi
TAÐ ER TRUPULT AT
LURTA VIÐ MUNNINUM
FULLUM AV ORÐUM
Í hesum døgum tá nærum
alt samskiftið gongur fyri
seg á einum tóli á stødd við
ein vaskisvamp(+/- nakrar
»inches«), er ikki óvanligt at hoyra »tey gomlu« siga: »Kunnu
tit ikki tosa við hvønn annan?« Hvørt fríkorter, hvør
busstúrur, ja hvør einasta løta, har vit eru einsamøll, verður
nýtt til at nøkta okkara sjálvsvirði við like’s, samstundis sum
forvitni okkara verður mettað tá hon ella hann nú gjørdi
hetta ella hatta umaftur. Hava vit av tí sama gloymt hvussu
vit tosa saman? Tí um vit geva okkum far um tað, so eru tað
tey fægstu av okkum, ið duga at lurta…
Brot úr bloggi hjá Hinum Navnleysa, 5. február 2016
Blogg