hósdagur 11. februar 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 18
30
ÍTRÓTTUR
Tað eru skjótt tjúgu ár
síðani H71 seinast vann
steypakappingina hjá monnum.
Nú eru teir stórfavorittar at
knúgva neistamonnum, sum
tó hava søguna á síni síðu
TRÓNDUR ARGE
Tað kemur ikki óvart á nakran,
at H71 er í steypafinaluni hjá
monnum 2016. Hoyvíkingar hava
verið greitt besta liðið í hesum
kappingarárinum, men munurin
niður til hini liðini eru minkaður
í hvørjum.
Hinvegin, so kemur tað eitt
sindur óvart á, at eitt ungt lið hjá
Neistinum hevur bart seg allan
vegin í finaluna annað árið upp í
slag.
Hoyvíkingar eru favorittar at
vinna, men søgan er við teimum
bláu úr Havn, ið hava vunnnið
steypakappingina hjá monnum
seks ferðir, meðan H71 bara
tað einu ferðina hevur vunnið
steypakappingina. Tað var í 1998.
Søgan skal broytast
Fyri H71 snýr tað seg í stóran mun
um, at fáa úrtøku burturúr góða
kappingarárinum. Venjaratoymið
hjá H71, Petur Mittún og Halgir
Dahl Olesen, hava millum víst á,
at hóast teir hava vunnið nógvar
dystir, so hava teir einki vunnið
enn.
Ein av stóru avbjóðingunum hjá
hoyvíkingum hetta kappingarárið
hevur eisini verið at vant seg við
leiklutin sum favorittur.
Neistin í fimm av
sjey finalum
Síðani 2009 hevur Neistin verið
í fimm av sjey steypafinlaum.
Undantøkini eru í 2013 og 2014,
tá felagið bygdi upp á nýggjum.
Nakað óvæntað kom liðið í
steypafinaluna í fjør. Tá taptu
neistamenn við einum máli fyri
VÍF. Aftur í ár tykist liðið mangla
nakað, fyri at kunna kappast við
tey bestu, men tað hevur hinvegin
aftur eydnast teimum at koma í
finaluna.
Neistin hevur órógvað H71
Liðini hava spælt tríggjar
innanhýsis í landskappingini. Tveir
teir fyrstu dystirnir endaði við
greiðum sigrum til H71. 27-16 og 26-
16 vóru úrslitini. Tí var lítið annað
væntað, tá H71 19. desember var
og vitjaði í høllini á Hálsi. H71 var
eisini greitt á odda í hálvleikinum,
men tá samanumkom stóð 20-20.
Hetta er nokk dysturin, sum kann
geva neistamonnum eina trúgv
upp á, at teir kunnu bíta frá sær í
finaluni.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Julian Johansen, venjari hjá
Kyndli, verður viðmerkjari á
Rás2, sum sigur beinleiðis frá
steypafinaluni. Her metur hann
um liðini og útfallið av dystinum:
Styrkin hjá H71:
Tað er at H71 hevur eitt ótrúliga
gott lið. Øgiliga nógvar góðar
leikarar, sum ger at teir kunnu
spæla við fullari ferð í 60 minuttir.
Verjan er sera sterk, og so hava teir
ein góðan geist á liðnum.
Veikleikin hjá H71:
H71 liði vísur ikki serliga nógvar
veikleikar, sum er sera óvanligt í
føroyskum hondbólti. Um eg skal
seta fingur á nakað, so er tað nokk
tað at teir spæla øgiliga seint upp
frá verju til álop - hettar merkir,
at teir fáa sera fá skjót álop. Teir
vera tó ikki straffaðir fyri tað
í nógvum dystum, tí teir hava
nógvar profilar í álopspartinum.
Lyklaleikari H71:
Mark Marcher - tí hann er tann
klókasti spælarin hjá H71, sum
bæði hevur yvirblik, kann skjóta
og er sterkur í mann til mann
spælinum.
Steypahetja H71:
Tað verður eisini Mark Marcher.
Styrkin hjá Neistanum:
Styrkin hjá Neistanum er, at
teir rigga væl sum eitt lið. Teir
flestu spælarnir eru uppældir
í Neistanum, og teir brenna
veruliga fyri tí liðnum teir spæla
fyri. Teir hava eina sterka verju,
sum kann geva øllum liðum
trupulleikar.
Neistin hevur eisini klárt
bestu spæligleði á vøllinum
í bestu mandsdeildini. Hetta
skulu teir gera sær dælt av til
steypafinaluna.
Veikleikin hjá Neistanum:
Veikleikin
kann
blíva
álopsparturin. Eg kann ímynda
mær, at sterka H71 verjan
kemur at geva Neista álopinum
trupulleikar, tí at skotstyrkin hjá
Neistanum ikki er tann besta.
Teir koma tí at brúka nógva orku
í álopspartinum, fyri at spæla seg
til møguleikar. Tað kann koma at
kosta dýrt.
Ein annar veikleiki hjá Neistanum
er, at teir fáa ikki líka nógv mál
upp á skjótálop frá vengrunum,
sum teir hava fingið áður. Seks til
átta mál upp á skjótálop frá John
í Innistovu og Róa Berg Hansen
í steypafinaluni høvdu hjálpt
neistamonnum væl.
Steypahetja Neistin:
Sjúrður Thomassen. Hann er
royndasti álopsspælarin hjá
Neistanum, men sum aðrir á
neista-liðnum, so kann hann fáa
tað trupult móti verjuni hjá H71.
Hvør verður avgerandi
tvídysturin í finaluni?
Tvídysturin verður ímillum
Sjúrður Thomasen og Peter
Krogh. Báðir kunnu skjóta sera
nógv mál um lagið er gott og
arbeiðshanskarnir eru uppiá.
Hinvegin, er tað mótsatt, so kunnu
báðir kosta dýrt fyri síni lið.
Hvat væntar tú
tær av finaluni:
Eg vænti mær eina intensa finalu
frá byrjan, har bæði liðini koma
at hava góðan geist. Spennandi
verður at vita hvussu leingi
Neistin klárar at hanga í H71. Eri
rættuliga vísur í, at H71 kemur at
leggja seg á odda við einum fýra
ella fimm málum í fyrra hálvleiki.
Eg tippi 26-21 H71.
Julian Johansen um
steypafinlauna
Rás2, sum hevur fylgt hondbóltinum
alt kappingarárið, sigur sjálvandi
eisini frá steypafinalunum.
Byrjað verður at senda
klokkan 12 við upptakt.
In.fo, heimasíðan hjá
Miðlahúsinum, fylgir eisini
ungdómsfinalunum, sum
verða leygarkvøldið og
sunnudagin.
Í ÍtróttarSosialinum mána
dagin fara vit afturum
steypafinalurnar, og greina hví
tað hendi, sum hendi.
BEIN
LEIÐIS Á
RÁS2
Steypafinalur
H71 ER
FAVORITTUR