Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 31 Skráin fyri steypafinalurnar: Hesir døma steypafinalurnar Neistin er enn eina ferð í steypafinaluni hjá kvinnum, meðan VÍF er við fyrstu ferð síðani 2010. Hetta er eisini finalan millum Marjun Falkvard Danberg úr Neistanum og Mariannu Holm Jacobsen TRÓNDUR ARGE Søguliga er Neistin nógv tað mest vinnandi felagið hjá kvinnum. Tær eru eisini verandi greipuvinnara, so tað kemur ikki óvart á nakran, at tær eru í finlauni. VÍF hevur havt trupult við at liva upp til góðu gongdina um aldarskiftið, men eru aftur í steypafinlauni fyri fyrstu ferð í seks ár. Neistin stóð royndina Neistin hevði úr at gera í hálvfinlauni, við at takast við grannarnar úr Kyndli. Hóast tær vunnu við trimum málum í fyrru hálvfinaluni, so stóð nógv á í seinnu hálvfinaluni. Stóri spælarin hjá Neistanum í seinnu hálvfinaluni var Marjun F. Danberg, ið hálaði Neistan um málstrikuna saman við Fríðu Petersen. Tær báðar verða fáa ein týðandi leiklut leygardagin. Manglandi skotstyrki VÍF sá leingi út til at verða eitt boð upp á ein FM vinnara saman við Neistanum og Kyndli. Men síðani er lyklaspælarin, Liljan Djurhuus fyribils givin, og tað hevur merkt styrkina á liðnum, ið eisini hevur trupilleikar við skaðum. Tí hevur stórt trýst verið á Mariannu H. Jacobsen, sum skoraði ikki færri enn 19 mál til samans í hálvfinalunum móti StÍF. Tað sigur ikki so lítið um hennara týdning fyri liðið. Skal VÍF vinna sítt fjórða steypagull hjá kvinnunum, so verður tað helst við einum góðum liðavriki og Mariannu H. Jacobsen í hopla. Neistin omaná Liðini hava spælt tveir innanhýsisdystir í landskappingini. Neistin hevur vunnið báðar. Fyrri dysturin endaði við 24-23 sigri, meðan seinni dysturin bleiv vunnin 37-26. Sostatt er Neistin helst rímiligur favorittur at vinna. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Claus Rasmussen, fyrrvernadi venjari, verður viðmerkjari á Rás2, sum sigur beinleiðis frá steypafinaluni. Her metur hann um liðini og útfallið av dystinum: Styrkin hjá Neistanum: Neistin hevur eina sterka 6-0 verju við einum góðum málverja. Tað gevur eisini nøkur løtt mál upp á skjótálop í hinum endanum. Liðið hevur eisini ein sterkan liðanda, sum sæst aftur við at stríðast fyri hvørja aðra. Veikleikin hjá Neistanum: Neistin má ií løtuni brúka fleiri ungar spælarar, eftir at liðið hevur mist profilar sum Báru Hansen og Milicu Rankovic. Tær vóru stamman í álposspælinum. Nú hevur felagið valt at brúka egnar ungar spælarar, so tað verður spennandi at síggja hvussu tær klára at avrika í eini steypafinalu. Lyklaspælari hjá Neistanum: Tað er heilt klárt Marjun F. Danberg og málverjin, Fríða Petersen. Fyri Neistan verður tað týdningarmikið, at tær spæla væl á degnum. Hvønn sært tú sum møguliga steypahetju hjá Neistin: Tað eru aftur Marjun F. Danberg og Fríða Petersen. Hvat er styrkin hjá VÍF: Eftir at VÍF fekk danska málverjan Annu Ring, og Viviann Petersen ikki stendur einsamøll longur, so er tað verjuparturin. Av tí saman verða mótálopini eisini ein styrki. Hvat er veikleikin hjá VÍF: Síðani Liljan Djurhuus ikki spælir meiri í løtuni, so hevur VÍF ikki so nógva skothóttan útifrá. Av tí sama, so verður tað torført at koma til skot útifrá, men Marianna H. Jacobsen hevur tó gjørt tað avbera gott á bakkinum. Hvør er lyklaspælarin hjá VÍF: Tað hevur ótrúliga nógv at siga, at Agnas Olsen spælir væl, tí hon er týdningarmikil bæði í verjuspælinum og álopsspælinum. Hvønn sært tú sum møguliga steypahetju hjá VÍF: Tað kann blíva Agnas Olsen, Mariannu H. Jacobsen ella kanska Anna Ring í málinum. Hvør verður avgerandi tvídysturin í finaluni? Tað verða málverjarnir móti skjúttunum. Anna Ring móti Marjun F. Danberg, og Fríða Petersen móti Mariannu H. Jacobsen. Hvat væntar tú tær av finaluni, og hvør vinnur? Eg vænti mær eina intensa steypafinalu við tveimum góðum verjum, har vit vónandi koma at síggja nøkur góð mál upp á skjótálop. Vænti eisini nógvar áskoðarar frá báðum liðnum. Tó vænti eg, at Neistin vinnur steypafinaluna í ár. Eg tippi 25-23. Claus Rasmussen um steypafinaluna EINSTAKLINGAR Í MIÐDEPLINUM Leygardagin 13. feburar: kl. 13.30 Kvinnur: Neistin – VÍF kl. 16.00 Menn: Neistin – H71 kl. 18.00 Dreingir 18: Kyndil – H71 Sunnudagin 14. feburar: kl. 12.50 Gentur 10: H71 – StÍF kl. 13.30 Dreingir 10: H71 – VÍF kl. 14.10 Gentur 12: H71 – VÍF kl. 15.00 Dreingir 12: Team Klaksvík – H71 kl. 15.50 Gentur 14: Kyndil – VÍF kl. 16.50 Dreingir 14: Neistin – H71 kl. 17.50 Gentur 17: H71 – Kyndil kl. 19.00 Dreingir 16: VÍF – H71 Í mansfinaluni eru tað Neistin og H71, ið bresta saman. Her vera tað Arnar Dam og Gert Hansen, sum fara at døma hendan dystin. Kvinnufinalan verður hinvegin dømd av Thomas Juul Thomsen og Eyðuni Samuelsen. VÍF og Neistin eru liðini, ið spæla í kvinnufinaluni. Í fjør var støðan tann umvenda, tá ið Arnar og Gert dømdu kvinnufinaluna, meðan Thomas Juul og Eyðun dømdu mansfinaluna.