Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 32 Tórshavnar kommuna yvirtekur privatu vegirnar Bogi Andreasen limur í tekniskunevnd Tórshavnar Kommunu Í nógvum býling­ um í Tórshavnar kommunu eiga b o r g ­a r a r n i r sjálv­ir vegirnar, og teir hava eisini ábyrgdina av at halda vegirnar við líka. Hetta er sera kostnarmikið, og tí verður viðlíkahaldið í nógvum førum ikki gjørt. Nógvir av vegunum eru í so ringum standi, at teir lúka ikki van­ligar treytir og eru til vanda fyri koyrandi feðslu og gongufólk. Tórshavnar kommuna hevur tískil í umbúnaði at yvirtaka pri­ vatu vegirnar frá borgarunum, so at tað verður kommununa, sum fær ábyrgdina av at asfaltera og halda vegirnar við líka. Á henda hátt skal sleppast und­ an holutum og vánaligum vegum í teimum ymiskum býlingunum í Havn, har viðlíkahaldið í veru­ leikanum hevur rikist aftur og fram millum borgararnar og komm­un­ una. Henda ábyrgdin verður sostatt tikin av herðunum hjá borgarunum og løgd á kommununa, sum síðani skal síggja til, at vegirnir eru á ein­ um nøktandi støði um allan høv­ uðs­staðin. Neyðugt er við øktari játtan til hetta virksemið, og ein samd teknisk nevnd samtykti í gjár at arbeiða víðari við málinum. Ungdómsklubbur í Kollafirði Helena Dam á Neystabø forkvinna í mentamálanevnd TórshavnarBýráðs Nú verður ung­ dómstilboð sett á stovn í Kollafirði. R o y n d i r n a r vísa, at tørvur er á skipaðum til­tøkum fyri børn og ung, har tey fáa møgu­leika fyri at menna sínar skap­andi førleikar, at vera saman, at skipa fyri spølum, at spæla tónleik og at taka lut í verk­ ætlanum, sum kunnu menna hugskot og nýbrot. Tí hevur kommunan síðstu árini miðvíst skipað nýggj ung­dóms­ tilboð í Hoyvík, Nólsoy, Norð­asta Horni og Kaldbak aftrat Marga­ rinfabrikkini í miðbýnum. Og nú eigur tey ungu í Kollafirði tørn. Í nýggja ungdómstilboðnum í Kollafirði er lagt upp til at skipa fyri spennandi verkætlanum í sam­ starvi við onnur, sum hava serligar førleikar og hugskot. Á fundi í Mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu í gjár sam­tykti ein samd nevnd at seta ungdómstilboð á stovn í Kollafirði. Fígg­ingina fekk býráðið til vega í sambandi við fíggjarætlanina 2016. Málið hevur eisini verið til viðgerðar í Kollafjarðarnevndini, og er tí væl kjølfest í bygdini. Ætlanin er at byrja longu nú í februar og at hava opið tvær ferðir um vikuna. Tað verður leiðslan á frí­tíðarskúlanum í Kollafirði, sum fær yvirskipaðu leiðsluna og ábyrgdina av virkseminum í ung­ dóms­klubbanum í Kollafirði. Starvsfólk og leiðsla hava kunn­ að seg við onnur ung­dóms­tilboð í kommununi, og tey hava havt arbeiðsfundir saman við børnum og ungum í Kollafirði, bólkað í 4.- 6. flokk og 7. flokki og uppeftir. Og tað hevur verið stórur áhugi og góð uppmøting á fyrireikandi fund­unum. Ungdómsklubburin verð­ur stað­ settur í núverandi frítíðar­skúla. Og ætlanin er at hava opið hós­dag og leygardag. Enn hevur ung­dóms­til­ boðið í Kollafirði ikki fingið nak­að serstakt navn – og hevði tað ver­ið stuttligt, um tey ungu sjálvi skip­ aðu fyri einari navnakapping. Sum forkvinna í mentamála­ nevndini fegnist eg um, at full semja er um at seta hetta týdn­ ingarmikla virksemi á stovn. Tað fer við vissu at skapa trivnað mill­ um børn og ung í Kollafirði. Tórshavnar býráð er farið í holt við at yvirtaka privatu vegirnar í høvuðsstaðnum, soleiðis at hesir áhaldandi verða hildnir við líka TF umsitur okkara tríggjar milliardir: Eg vil tryggja útjaðarin fær sítt John Henrik Holm valevni Allir tryggingar­takarar í land­in­um eiga Trygg­ingar­felagið Før­oyar. Og tað merkir, at vit øll – eisini útjaðarin – skulu vera við til at gera av, hvussu og hvar íløgurnar hjá Tryggingarfelagnum skulu fremjast. Eingin ivi er um, at vit í útjað­ aranum mugu sjálvi tosa okkara søk, um vit vilja tryggja okkara part. Tað vil eg, og tí stilli eg upp til valið í Umboðsráðnum hjá Trygg­ ingarfelagnum Føroyum. Eg haldi tað er umráðandi, at umboðsráðið er breitt umboðað í øllum pørtum av landinum. Hví? Tí helmingurin av Føroya fólki býr uttanfyri Havnina. Gevur tú tær nakrantíð far um, at vit øll eiga Tryggingarfelagið? Hetta er gott, men kanska eisini vandin í felagnum. Tí tá øll eiga nakað, kennir nakar okkara so ábygd av tí? Ella halda vit heldur, at tað eru “hini”, sum eiga tað? Hvør av okkum gongur runt við tí í huganum, at vit hvør í sær eru samánarar av Føroya størsta fíggjarsamtakið? Og gera vit nakað fyri at tryggja, at ágóðin av hesum kemur okkum øllum tilgóðar? Umboðsráðið í Tryggingar­fe­lag­ num Føroyar stýrir ikki beinleiðis Tryggingarfelagnum, men velur ta nevndina, sum stýrir øllum sam- takinum. Í Umboðsránum eru 35 limir, sum skulu velja hesa nevnd. Um vit ikki gera okkara ávirkan galdandi í Umboðsráðnum, kunnu vit heldur ikki fáa ávirkan á, hvør verður valdur at stýra okkara felagsogn. Um eg verið valdur, vil eg ar­ beiða fyri, at tey fólkini, sum verða sett at stýra hesum Føroya størsta fíggjarsamtakið verða mint á, at vit øll eiga samtakið og at íløg­urnar, sum eitt slíkt felag ger, eisini eiga at taka atlit til, at helvtin av Føroya fólki býr uttanfyri Havnina. Lobbyvirksemi Zakarias Wang Í Sosialinum er 8. februar ein merkisverd odda­ grein. Nú verður tos­ að um lobbyismu í føroyskum politikki, og er eydn­ast Sosialinum at finna tveir stjórn­ málamenn, sum lata seg ávirka av kapitaláhugamálum í sínari politisku støðutakan. Hetta heldur Sosialurin vera ræðuligt. Vit onnur kunnu bert undrast og spyrja, hvussu stórar upphæddir vit her tosa um. Tað sum tykist at henda her er, at ein føroysk fyritøka, heldur enn at byggja eitt virki uttanlands, umhugsar at fáa nakað upp at standa heima hjá okkum. Hvar í landinum, virkið skal verða, er sjálvandi óvist, tí tað má vera har tað er best fyri rakstrarúrslitið hjá fyritøkuni. Men eyðsæð er, at verða avgerðir tiknar, sum gera tað ómøguligt at hava slík virki í Føroyum, so verður tað ongastaðni í landi okkara, at vit fáa nøkur arbeiðspláss. At tosa um lobbyismu í hesum føri er burturvið. Fyritøkan rindar ongum nakað. Øðrvísi hevði verið, um so var, at onkur læt pening til ein ávísan mann fyri at fáa hann at atkvøða ímóti síni sannføring. Hetta kemur uttan iva fyri, so sum vit síggja tá val nærkast og ikki er gangandi fyri plakatum. Munnu tey, sum hava goldið hetta marglætið, ikki gera tað í vónini um at fáa nakað afturfyri? Men hvat muna hesar upp­ hæddir ímóti tí milliard, sum danska fólkatingið á hvørjum ári játtar til føroyska heimastýrið? Hetta verður útgoldið fyri at fáa stjórnmálamenn okkara til ikki at seta ta loysing í verk, sum vit samtyktu 14. september 1946. Her er talan um beinleiðis ólógligt útgjald, tí okkara sáttmáli við Danmørk sigur, at danir ikki skulu leggja seg út í okkara innlendismál, og tað gera teir til lítar við hesi ólógligu milliardini. Tá Sosialurin nú er farin í hernað ímóti lobbyvirksemi, eru vit nøkur, sum eru spent at fáa at vita um hetta blað, sum so væl dugir at síggja flísuna í eyganum á bróður sínum, eisini er vorðið vart við bjálkan í sínum egna eyga. KJAK