hósdagur 19. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 156 - 19. august 2004
Nr. 156 - 19. august 2004
3
Bretskur hernaðarløgreglumaður:
Vitjar aftur í
Føroyum
aftaná 60 ár
William Heinesen á festivali
Olav í Snarskivuni
Kappsigling hjá
Lions Club
Fá signeraða
orðabók
VITJAN
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Við rutuflogfarinum hjá
Atlantic Airways úr Aber-
deen í kvøld er ein sjáld-
samur gestur og Føroya-
vinur. Talan er umm tann
90
ára
gamla
Jack
Charnock. Helst kennist
onkur
við
navnið
frá
krígstíðini fyri meira enn
60 árum síðani. Jack
Charnock ynskir at minnast
aftur á tíðina hann var í
Føroyum
undir
2.
veraldasrbardaga. Hetta er
fyrstu ferð, at hann vitjar
aftur her. Hann tænti sum
ovasti í hernaðarløgregluni
"Sergeant in the Millitary
Police" frá 1940 til 1946. Í
18 mánaðir stóð hann á
odda fyri bretsku hernaðar-
løgregluni, MP, í Havnini.
Seinni fekk hann heiðurs-
tekinið "British Empire
Medal for fostering and
improving good relations
with the Danish & Faeroe
community".
Jack Carnock sigur, at
honum hevði dámt sera væl
at hitt gamlar vinir og
kenningar frá tíðini hann
tænti í Føroyum. Hann vil
eisini hann fegin tosa við
skúlar oo, sum kunnu hugs-
ast at hava áhuga í tí tíðini
hann var her. Jack verður í
Føroyum frá 19. til 22. juli.
Um onkur vil hitta Jack
Charnock kann hann seta
seg í sambandi við bretska
konsulin
í
Føroyum,
Tummas Hanus Dam, á
telefon 359977. Fyrrver-
andi bretski løgreglumað-
urin fer at búgva á Hotel
Hafnia.
TÍÐINDASKRIV
Børn við foreldrum, omm-
um og abbum fingu høvi at
hoyra William Heinesen á
listafestivalinum "Hippa-
lot" í Hämeenlinna í Fin-
landi í byrjanini av august
mánaði.
Í einari framførslu av
Veingjaða Myrkrinum las
Hedvig Westerlund-Kapn-
as, barnasjónleikavørður,
søguna hjá Williami, með-
an
Nikos
Kapnas,
altfiólleikari, spældi undir
við tónlistarliga verkinum
hjá Williami "10 variation-
er av en Færøisk Melodi for
Bratsch solo". Tóri í Hoy-
vík gav eina smakkroynd av
føroyskum
kvæði,
tá
menninir vandu brúðarvísu
í kjallaranum hjá Óla
Snæld, og gjørdi ljóðeffekt-
ir til frásøgnina.
Veingaði Myrkrið er úr
stuttsøgusavninum "For-
tællinger fra Thorshavn"
frá 1973, men varð útgivin
sum barnabók av Bóka-
deild Føroya Lærarafelags
fyri nøkrum árum síðani.
Áhoyrarnir á festivalin-
um vóru heilt úr fýra árs
aldri, og áhugavert var at
ásanna, at sjálvt heilt ung
børn saman við foreldur
verða hugtikin av søguni,
hóast finska umsetingin hjá
Peter
Turtschaninoff
á
ongan hátt einfaldar málið
ella myndburðarnar.
Framførslurnar, seks í
tali, eru eitt framhald av
sambandinum við barna-
sjónleikarskúlan Hämeen-
linnan Miniteatteri, sum
vitjaði í Føroyum í 2002, tá
Norðurlandahúsið skipaði
fyri norðurlendskari ment-
unarlegu fyri ung. Luttøkan
á finska festivalinum varð
stuðlað av Finska Konsulát-
inum og Norðurlandahús-
inum, Sjónleikarhúsið lat
búnar og Bókadeild Føroya
Lærarafelags lánti út eina
fløgu við myndum eftir
Edward Fuglø.
»Men altíð er løtan nýggj -
Úti við Á í Kaldbak«
Hósdagin
19.
august
2004 kl. 16 letur upp fram-
sýning við fotomyndum hjá
Olav Schneider í Snar-
skivuni.
Snarskivan er kundadisk-
rin hjá Tórshavnar komm-
unu, umframt at avgreiðsla
hjá Postverki Føroya eisini
er har. Í forhøllini, sum er
væl egnað til framsýningar
av ymiskum slag, skipar
mentamáladeildin regluliga
fyri listaframsýningum.
Nú verður tað Olav
Schneider, sum fer at prýða
hvítmálaðu veggirnar í for-
høllini við svørt/hvítum
myndum - einar 20 í tali, ið
hann hevur tikið Úti við Á í
Kaldbak í tíðarskeiðinum
1996 til 2001.
Tær eru ein dokumenta-
tión, ein frásøgn í myndum,
um menn, bøndur, sum
fáast við seyð - ein lýsing
av menniskjum í samspæli
við náttúru og djór í til-
verunnar
afturvendandi
ringrás.
Sýningin var fyrstu ferð
at síggja í Norðurlandahús-
inum í 1998. Hesu ferð eru
eisini nakrar aðrar myndir
við.
Stílurin er klassisk foto-
dokumentatión - ein stílur,
sum Olav ognaði sær í
1995-96, tá ið hann var á
Nordens Fotoskola Biskops
Arnø í Svøríki.
Olav arbeiðir vanliga
sum lærari, men er farin í
farloyvi í ár fyri at taka
myndir og arbeiða við foto-
myndum. Í løtuni arbeiðir
hann við eini nýggjari sýn-
ing, sum væntandi verður
at síggja komandi ár.
Olav Schneider hevur
luttikið á Ólavsøkufram-
sýningum
og
á
Vár-
framsýning.
Høvi er at síggja fram-
sýningina, tá ið opið er í
Snarskivuni, mánadag -
fríggjadag kl. 9-16, tó
hósdag kl. 9-18.
TÍÐINDASKRIV
Lions Club
Árliga kappsiglingin við 4-
og 5-mannaførum, ið Lions
Club, Eysturoy skipar fyri,
verður
á
Skálafirði
sunnudagin
23.
august
2004 kl. 15.
Hvussu siglt verður eftir
fjørðinum í ár verður støða
tikin til sunnumorgunin, og
fáa bátarnir boð um hetta,
tá teir samlast í Heyggstøð
á Strondum kl.14 seinna-
partin. Málið verður við
høvuðspierin í Runavík, og
sum vanligt hevur verið, so
fáa
luttakarnir
ein
drekkamun við pannu-
køkum í kantinuni hjá Før-
oya Fiskavirking, Runavík
aftaná siglingina, og verða
tá samstundis steyp latin til
3 teir fremstu bátarnar.
TÍÐINDASKRIV
Fríggjadagin 20/8 millum
kl. 16:00 & 17:00 verður
Gianfranco Contri saman
við sínum samstarvsfel-
øgum í Bókasøluni í SMS,
og signerar og prátar um
Føroysku/ Italsku orðabók-
ina, sum hann lat úr
hondum fyri stuttum.
Gianfranco hevur arbeitt
miðvíst við hesi orðabókini
í eitt drúgt áramál, seinastu
fimm árini ein stóran part
av tíðini her á Fróð-
skaparsetrinum.
Tá hann kom til Føroya
fyrstu ferð í 1982 sum
ferðamaður, fór hann inn í
ein bókhandil og spurdi
eftir
einari
Føroyskt/
Italskari orðabók. Hann
fekk at vita, at tað lat seg
ikki gera, tí eingin slík var
at finna. Hetta fortaldi
hann
einum
vini
á
Velbastað,
sum
var
knappur at svara aftur, at so
mátti hann bara skriva hana
sjálvur.
Meðan hann hevur verið
her, hevur hann hitt nógv
fólk og fingið nógvar vinir.
Hann vil fegin sleppa at
siga hesum farvæl, áðren
hann fer heim aftur til
Italiu.
Annað loyvisumfar-
ið á føroyska
landgrunninum
TÍÐINDASKRIV
Eftir at løgtingið í mai
mánaða samtykti løg-
tingslóg um annað út-
bjóðingarumfar, verður
nú lýst eftir umsóknum til
leiting eftir og framleiðslu
av kolvetnum.
Endamálið við útbjóð-
ingarumfarinum er at
tryggja, at arbeiðið sum
byrjaði undir fyrsta út-
bjóðingarumfarinum,
heldur fram, soleiðis at
staðfestast
kann,
um
kolvetni í rakstrarverdum
nøgdum finnast á land-
grunninum og at fram-
leiðsla
kann
spyrjast
burturúr.
Tá loyvi verða veitt,
verður dentur lagdur á
arbeiðsskránna hjá um-
søkjaranum, t.e. hvørjar
kanningar
umsøkjarin
ætlar at gera á loyvis-
økinum. Somuleiðis verð-
ur dentur lagdur á, at før-
oyskar
fyritøkur
fáa
møguleika at taka lut í
virkseminum, soleiðis at
leiting eftir olju kann fjøl-
tátta føroyska vinnulívið.
Landsstýrismaðurin í
vinnumálum Bjarni Djur-
holm sigur, "Annað út-
bjóðingarumfar er at meta
sum eitt náttúrligt fram-
hald av arbeiðinum at
finna kolvetni í rakstrar-
verdum nøgdum á land-
grunninum. Vit vilja vísa
á nógvu møguleikarnar,
sum økið hevur, og ser-
stakliga møguleikarnar at
finna stórar kolvetnis-
goymslur."
Útbjóðaða økið, ið ligg-
ur eystan og sunnan fyri
Føroyar, er umleið 19.000
ferkilometrar til støddar
og fevnir um 83 heilar
teigar og 39 partteigar.
Umsóknarfreistin
er
sett til 17. november 2004
kl. 12.00.
Landsstýrismaðurin í
vinnumálum miðar eftir
at veita loyvi í januar
2005.
Útbjóðingartilfarið og
løgtingslógin um annað
útbjóðingarumfar til leit-
ing eftir og framleiðslu av
kolvetnum fáast við at
venda sær til Oljufyri-
sitingina. Tilfarið liggur
eisini á heimasíðuni hjá
Oljufyrisitingini
á
www.ofs.fo.
Nærri upplýsingar fáast
við at venda sær til
Oljufyrisitingina
Tlf 35 70 70
Teldupostur: ofs@ofs.fo
www.ofs.fo
Tað er vorðið alt
meira vanligt við
fríari ølsølu, tá
almenn tiltøk verða
hildin í Føroyum.
Løgreglan ger einki
við tað, hóast tað
sambært rúsdrekka-
lógini ikki er loyvt.
Tað er lættari at halda
eyga við teimum, sum
hava skeinkiloyvi,
siga myndugleikarnir
ØLSØLA
Edvard Joensen
Tað er við tíðini vorðið
meira reglan enn undantak-
ið, at til ber at keypa meðal-
sterkt øl, tá almenn tiltøk
verða hildin í Føroyum.
Hetta hóast tey, sum skipa
fyri, ikki hava skeinkiloyvi
ella serligt loyvi til hesa
sølu. Løgreglan sigur seg
ikki kenna nakað dømi um
hetta.
Fólk, sum luttaka á størri
almennum tiltøkum, meta
tað við tíðini sum sjálvsagt,
at tey bara kunnu fara at
keypa sær eitt glas av með-
alsterkum øli, tá teimum
lystir. Og vanliga er tað
eingin trupulleiki heldur,
siga fólk, sum Sosialurin
hevur tosað við. Tað verið
seg bæði tónleika og ítrótt-
arlig tiltøk.
Men sambært galdandi
lóg um rúsddrekkasølu í
Føroyum er tað ólógligt at
gera so. Men hóast hetta
verður gjørt opinlýst, verð-
ur ikki talað at frá myndug-
leikanna síðu.
Sosialurin tosaði í vikuni
við løgregluna í Havn um
hetta málið. Men løgreglu-
maðurin, tosað varð við,
segði, at har kendu teir so
einki til nakað tílíkt. Hóast
hundraðvís av fólki, sum
savnað var á tiltakinum,
vistu um hetta og nýttu
høvið at keypa øl.
Eisini tey, sum reka gist-
ingarhús og matstovur í
Føroyum, hava gjørt vart
við hetta, sigur Uni Daniel-
sen, sum er formaður í
Gistingarhús- og Matstovu-
felag Føroya.
– Vit hava beinleiðis víst
á hendan trupulleikan, og
gjørt vart við, at hetta er
ikki rætt. Fer nakað sum
helst óvanligt fram hjá okk-
um, sum hava skeinkiloyvi,
er bæði morð og brandur.
Men við teimum, sum einki
loyvi hava, hendir einki,
hóast øll vita, at talan er um
beinleiðis lógarbrot, sigur
Uni Danielsen.
Hann heldur svarið, løg-
reglan hevur givið felagn-
um, vera rættiliga marg-
háttligt. Felagið fekk stutt
og greitt at vita, at tað er
lættari at halda eyga við
teimum, sum hava loyvi,
enn við teimum, sum einki
loyvi hava.
Øðrvísi kann tað ikki
tulkast enn, at um tú ætlar
at
hava
matstovu
og
skeinkja øl, vín ella rús-
drekka, er bara at lata vera
við at søkja um skeinki-
loyvi. So er einki eftirlit.
Men tað er ikki í tráð við
galdandi lóg, at so er.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður við vinnumál-
um, varðar av rúsdrekka-
lógini politiskt.
Hann sigur seg ikki
kenna til nakað ítøkiligt
dømi um, at øl hevur verið
selt alment uttan loyvi, men
hevur kortini hoyrt okkurt
smávegis tos, sum bendir
tann vegin.
– Tað er púra greitt, at
slíkt er ólógligt. Og so
eigur løgreglan at taka sær
av tí, sigur landsstýrismað-
urin.
Í løtuni er einki, sum
bendir á, at nakað verður
gjørt politiskt við hetta
málið, sigur Bjarni Djur-
holm. Sitandi samgonga
hevur ikki viðgjørt rús-
drekkalógina
yvirhøvur,
hóast hon, eins og aðrar
lógir, eisini eigur at verða
endurskoðað regluliga.
Men hann vísir á, at hann
tvær ferðir fyrr hevur roynt
at gjørt broytingar í rús-
drekkalógini, soleiðis at
júst hetta við at selja øl
alment kann fáast undir
skipað viðurskifti. Men
hvørgu ferðina fekst polit-
iskur meiriluti fyri uppskoti
hansara, sigur Bjarni Djur-
holm.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at hann kundi hugsað
sær, at tað, tá størri almenn
tiltøk eru, skuldi borið til at
selt eitt nú øl skipað soleið-
is, at onkur, sum framman-
undan hevur skeinkiloyvi,
sleppur at standa fyri søl-
uni. So einfalt heldur hann,
at hetta málið kann loysast,
sigur Bjarni Djurholm.
Frí ølsøla í Føroyum
Danski uttanríkis-
ráðharrin kunnar
føroyskar politikarar
um ymisk uttanríkis-
mál, sum hava
føroyskan áhuga.
Ferðin er heilt
ódramatisk, sigur Per
Stig Møller
VITJAN
Edvard Joensen
Vágar: Uttanríkisráðharr-
in er komin at hitta lands-
stýrið og løgtingið fyri at
tosa um felags áhugamál,
sigur hann. Einki serligt
stórmál er á skránni á hesi
stuttu vitjanini.
Sum uttanríkisráðharri
umsitur Per Stig Møller eis-
ini tey mál, sum viðkoma
Føroyum uttanríkispolit-
iskt, og okkurt er har at tosa
um, sigur hann. Eitt nú
komandi danskan limaskap
í Trygdarráðnum.
Í tí sambandinum ætlar
hann at kunna seg um,
hvørt føroyingar munnu
hava nøkur serlig áhugamál
ella ynski har, sigur hann.
Eisini verður tosað um
millumtjóða handil, og iva-
leyst fer eisini ES málið at
koma á borðið, sigur hann.
Her eru tað kanska ser-
liga føroyingar, sum eru
áhugaðir í at vita, hvussu
verður við ríkisfelagsskap-
inum, um nú Danmark góð-
kennir ES grundlógina utt-
an tey fyrivarni, landið hev-
ur, sum er.
Sjálvandi eru eisini onn-
ur uttanríkismál, har Dan-
mark er beinleiðis í eldin-
um. Eitt nú í Irak, sigur Per
Stig Møller. Og hann held-
ur tað vera rímiligt, at Før-
oya Løgting verður kunnað
um tað málið eisini.
– Hetta er ein heilt
ódramatisk vitjan, sum eg
vóni fer at gerast eitt árliga
afturvendandi tiltak, siugr
Per Stig Møller, danskur
uttanríkisráðharri. Vit hava
fleiri felags áhugamál, og
tað er rætt, at vit í felag tosa
um tey, segði hann í stuttari
viðmerking, beint eftir at
hann var lendur í Vágum
mikumorgunin.
Uttanríkisráðhar rin
skuldi avstað aftur longu
seinnapartin mikudagin.
Tosa um uttanríkispolitikk
Hóast tað er forboðið eftir føroyskari lóggávu, er vanligt, at øl verður selt á almennum tiltøkum. Øll vita, at tað hendir, men eingin,
sum skuldi havt ábyrgd av hesum, kennir nakað til tað. Og eingin teirra, sum keypir, hevur hug at mótmæla
Mynd: Álvur Haraldsen
Talan er um eina heilt ódramatiska rutinuvitjan, segði Per
Stig Møller, uttanríkisráðharri, tá hann kom í Vágar
mikumorgunin
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
3
2