Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 156 - 19. august 2004 Nr. 156 - 19. august 2004 5 Ongan bil – ongan mat Tey eru eftirhondini fleiri, ið hava verið framvið drive-in lúkuni hjá Burger King í SMS, og keypt sær eitthvørt at eta á seinu kvøldartímun- um. Summi hava tó verið har til fánýtis. Reglurnar eru nevni- liga so, at um tú ikki kemur í bili, sleppur tú ikki at keypa har. Óansæð hvussu lítið fólki innanfyri lúk- una hevur at gera BURGER KING Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hungur er skarpt svørð, tað munnu tey flestu ásanna. Og hungurin spyr ongan eftir hvat klokkan er. Tí er tað so vælsignað við matar- støðum, ið hava opið seint. Drive-in lúkan hjá Burger King í SMS er eitt slíkt stað, har fólk kunnu fara at keypa sær mat á náttartíð. Men við Burger King drive-in lúkuna er ikki nokk bert at hava hungur, fyri at sleppa at keypa. Har krevst nevniliga eisini ein bilur. Hevur tú ongan bil, sleppur tú heilt einfalt ikki at keypa. Drive-in handilin virkar á tann hátt, at kundarnir koma í bili og bíleggja við at tosa í eitt apparat, ið stendur nakað niðan ímóti Meinigheitshúsinum. Ein rødd svarar tær, og tá bí- leggingin er komin uppá pláss, verður tú biðin um at koyra fram til lúkuna, sum at kalla er eitt opið vind- eyga, ið vendir oman ímóti Tinghúsvegnum. Her stendur ein, og rættir tær matin og tekur fyri. Tú fært sostatt eina heita máltíð, uttan so mikið sum at fara úr bilinum. Skjótt og lætt. Ongan ella dýran mat Tey eru tó fleiri, ið hava ætlað at keypt sær mat – til gongu. SMS steingir nú kl 20 og ikki sum fyrr kl 23. Einasta staðið tú fært mat í SMS eftir kl 20, er sostatt við drive-in lúkuna hjá Burger King. Fólk eru komin fram at lúkuni og hava sagt hvat tey ynskja sær til matna. Men arbeiðsfólki innanfyri hev- ur bert hugt at hesum svongu fólkum, sum ongan bil hava, og ryst við høvdinum. – Tú mást fyrst og fremst hava ein bil, síðani skalt tú bíleggja í apparatið, sum stendur longri uppi á park- eringsøkinum, og so skalt tú avheinta matin her. Við bili. – Men eg havi ongan bil.. – So kanst tú ikki keypa her. Hetta er drive-in, vit selja bara til fólk við bili. – Men um eg nú gangi yvir til bíleggingarapparat- ið, bíleggi og síðani komi at avheinta matin her? – Tú fært ongan mat, um tú ikki hevur ein bil. – Men tit hava einki at gera nú allíkavæl, tí her er eingin kundi við bili. Eg eri tann einasti kundin tit hava, og eg gjaldi akkurát tað sama, sum ein við bili ger. – Fólk til gongu skulu keypa áðrenn kl 20, og tað skal vera inni í SMS, við diskin hjá Burger King. Henda lúkan er bara til fólk í bili. Tú hevur ongan bil, so tú kanst ikki keypa her. Óansæð hvussu væl hesi fólkini hava argumenterað fyri sínari svongd og sínum rætti at keypa, hevur svarið verið endaligt nei. Flestu teirra hava ivaleyst hildið, at starvsfólkini á Burger King hava hildið seg fyri spott. Men greiða nei- svarið hevur verið í ramasta álvara, og tey hava verið noydd at fara so nakkalong avstað aftur. Tey flestu við einum lyfti um aldrin at koma aftur. Nøkur eru tó sum finna uppá ráð. Eftir at hava havt eitt langt og møðsamt orða- skifti við fólki innanfyri lúkuna, hava tey ringt eftir einum taxabili. Onkur hev- ur enntá bíðað eftir bilinum frammanfyri lúkuna, sett seg inn í hann, koyrt yvir at bíleggingarapparatinum, har tey nú hava kunnað bílagt, fingið matin og rindað fyri hann, rindað fyri taxabilin og farið úr bilinum aftur á sama staði. Um tað man vera svongd ella treiskni, ið fær fólk at leiga sær ein taxabil, fyri at keypa eina burgara mat- skrá, skal vera ósagt. Til- samans er túrurin bert einar 20 metrar, so tað má sigast at vera ein ógvuliga dýr útreiðsla afturat matar- kostnaðinum. Niðurstøðan má sostatt vera, at um tú ongan bil eigur, fært tú annaðhvørt ongan ella ógvuliga dýran mat í Burger King drive-in. BURGER KING Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Niels Mortensen, stjóri í SMS, heldur ikki talan vera um diskriminering av kundunum. – Fólk, ið eru til gongu, sleppa ikki at keypa við drive-in lúkuna, júst tí, at tað er ein drive-in. Tað er ætlað fólki í bili. Drive-in er eitt konsept, sum vit hava valt at hava, og tað skal ikki fungera sum ein grillbar. Loyva vit fólki til gongu at keypa, so broyta vit konseptið, sigur Niels Mortensen. Hann sigur, at starvsfólki í Burger King arbeiðir undir nøkrum ógvuliga strongum altjóða reglum og krøvum, sum skulu fylgjast. Tey hava heilt einfalt ikki loyvi at selja til fólk við ongum bili. Og Niels Mortensen viðgong- ur, at tað sjálvsagt er harmiligt fyri tey, ið ikki hava nakran bil. – Men tey kunnu altíð fara onkra aðra staðni at keypa, heldur hann. – Og um tey ynskja mat frá Burger King, so kunnu tey altíð koma innan kl 20, tá matstovan inni er opin. Altjóða reglur – Eg haldi avgjørt, at tað er at fara ov langt at kalla hetta fyri diskriminatión. Og eg haldi ikki at tað er løgið, at fólki til gongu verður noktað at keypa, tá treytirnar siga, at tey ikki hava loyvi til tað. Vit hava nakrar reglur sum siga akkurát hvussu nógv sek- und skulu ganga frá tí, at bilurin bíleggur og til hann hevur matin. Um fólk til gongu fara at koma upp ímillum har, fer tað sjálv- sagt at taka longri tíð at fáa matin kláran, sigur Niels Mortensen. Hann sigur, at tað einaferð um mánaðin er eitt umboð fyri Burger King í SMS og kannar, at allar reglur verða hildnar. Mat- urin skal hava standard kvalitet, tað skal ganga so og so skjótt at avgreiða kundarnar o.s.fr. – Verða reglurnar ikki hildnar, kunnu vit risikera at missa Burger King konseptið. Tað er avgjørt ikki nakað, sum vit ætla okkum, slær Niels fast. – Um umboðið sær, at fólk, ið eru til gongu sleppa at keypa við drive-in lúkuna, skapa vit nógvar trupulleikar fyri okkum sjálvi. Hetta eru reglur, ið ikki kunnu broytast ella boyggjast, sigur hann. – Sjálvsagt er tað keðiligt fyri tey, sum ikki eiga nakran bil. Men vit fáa ikki gjørt nakað við tað, tíverri. Um vit framhaldandi ynskja at hava Burger King, so mugu vit halda okkum til strongu altjóða reglurnar, sum eru settar. So um spurningurin strand- ar á, um fólk til gongu noyðast at leiga sær ein taxabil fyri at sleppa at keypa, so má eg svara ja. Ella mugu tey fara onkra aðrastaðni. Drive-in er bert fyri fólk, ið koma við bili, so einfalt er tað, staðfestir Niels Mortensen at enda. Soleiðis eru treytirnar Eingin við- merking frá Burger King Vit fingu fatur á Guðrið Müller, sum er leiðari á Burger King, men hon ynskti ikki at gera nakra viðmerking til málið. eys BURGER KING Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Petur í Gong er formaður í brúkarasamtakinum. Hann heldur regluna hjá Burger King um at nokta fólki til gongu at keypa, vera sera løgna. – Eg havi sjálvur búð í Los Angeles, USA, hað- ani drive-in mentanin stavar. Har vóru nógv drive-in støð allastaðni, og tað var ganska vanligt, at man spákaði sær fram- við og keypti. Tað var aldri nakar trupulleiki har yviri, sigur hann og legg- ur afturat, at hann ofta hevur roynt tað sjálvur. Hann skilir tí ikki rætti- liga, hví tað skal vera ein so stórur trupulleiki her í Føroyum. – Handan kundasorter- ingin hjá Burger King ljóðar ógvuliga løgin. Vanliga sølulógin sigur, at um tú selur, so skalt tú selja øllum. Tú hevur ikki loyvi at velja og vraka kundarnar, sum tær lystir. So tað ljóðar ógvuliga løgið, at tey kunnu velja kundarnar burturúr á handan hátt, sigur for- maðurin í brúkarasamtak- inum, Petur í Gong. Hann sigur seg ikki vita nóg mikið um málið til at gera viðmerkingar til hvørt tað er ólógligt ella ikki, men hann staðfestir, at hatta ljóðar ógvuliga løgið. – Sambært vanligu sølulógini skalt tú, sum sagt, selja øllum, sum ynskja at keypa. So veit eg ikki um Burger King hevur onkra undantaks- reglu ella onkra aðra lóg at ganga eftir. Tað tori eg ikki at úttala meg um, sigur Petur í Gong at enda. Roynt hevur verið at fingið fatur á løgfrøðinginum hjá Brúkarasamtakinum, Kristinu Samuelsen, fyri at finna útav hvat lógin á hesum økinum sigur, men hon var ikki at hitta Viðmerking frá brúkarasamtakinum: Hatta tykist løgið Við drive-in lúkuna hjá Burg- er King í SMS, fært tú ongan mat, um tú ikki kemur í bili. Kundar, ið eru til gongu, á súkklu ella á rulluskoytum fáa noktandi svar, tá teir ynskja at keypa. Eisini tá teir eru einastu kundar í nánd. Fólk til gongu skulu keypa innan kl 20, verður sagt C M Y K 5 4