hósdagur 19. august 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 156 - 19. august 2004
Nr. 156 - 19. august 2004
7
Klaksvíkingar eru
framvegis í festival-
hýri, og tað ætlar KÍ,
at teir skulu sleppa at
vera í nakrar dagar
afturat. Í hvussu er alt
fríggjakvøldi við, tí tá
bjóðar felagið nevn-
liga til eitt ókeypis og
rættiliga øðrvísi
tiltak, har øll hava
høvi at luttaka í bæði
ítrótti, ítrivum og
sangi
FRÍTÍÐ/ÍTRÓTTUR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Gongur tú við einum fjald-
um dreymi um at sleppa at
royna at standa á vatnskíð,
at skógva ein hest, at seta
segl ella okkurt heilt annað,
so er bara at møta á
»Ítróttarnáttini« í Klaksvík
fríggjakvøldið. Tað skuldi
nevniliga verið sera løgi,
um tú ikki finnur okkurt
ítróttar- ella frítíðarítrív,
sum hevur júst tín áhuga.
Brellbiti
Hugskotið við Ítróttarnátt-
ini er, at øll tey ymsu ítrótt-
ar- og frítíðarfeløgini í býn-
um fáa høvi at vísa fram,
hvat tey takast við, og at øll
onnur
samstundis
fáa
møguleika at royna tær
ymsu ítróttargreinirnar ella
frítíðarítrivini. Finn Joh-
annessen, samskipari, legg-
ur dent á, at hetta ikki nøk-
ur kapping ella framsýning,
men at tað fyrst og fremst
er gleðin við at luttaka í
eini ítróttargrein ella ítrivi
sum drívir verkið. Finn
dylur tó heldur ikki yvir, at
tiltakið eisini er ein roynd
at stimbra hugin hjá fólki at
røra seg meir og samstun-
dis vísa, at ongum nýtist at
verða við á einum toppliði
fyri at røkja kroppin. Hann
ivast ikki í, at tey eru nógv,
sum kundu hugsað sær at
verið meir virkin, men ikki
rættiliga vita, hvussu tey
skulu koma í gongd. Nú fáa
tey so ein livandi brellbita
og eisini høvi at fáa eitt prát
við fólk úr teimum ymsu
feløgnum.
Ítróttar- og
tónleikafestival
Nú KÍ hevur valt at royna
hetta hugskotið, er tað eis-
ini sum liður í 100 ára há-
tíðarhaldinum hjá felagn-
um, sum fevnir um eina røð
av tiltøkum gjøgnum alt
árið. Men ikki bara. Finn
sigur, at KÍ leingi hevur
havt ætlanir um at skipa
fyri onkrum øðrvísi tiltak-
ið, har øll kunnu vera við,
og at nú tóktist rætta løtan
at vera komin.
–
Summarfestivalurin
prógvaði jú væl og virði-
liga, at tað saktans ber til at
savna nógv fólk her í býn-
um um eitt stórt tiltak fyri
øll, so tað er ikki minst við
íblástri frá seinasta viku-
skifti, Ítróttarnáttin nú ferð
av bakkastokki, sigur Finn.
Hann leggur afturat, at um
hetta eydnast væl, er tað
ikki óhugsandi, at Ítróttar-
náttin verður løgd saman
við Summarfestivalinum
næsta ár sum eitt aftur-
vendandi tiltak.
Og tað skuldi borið væl
til, tí umframt ítrótt og ítriv,
verður eisini nógvur tón-
leikur á skránni fríggja-
kvøldið. Klokkan 20 fara
tær ymsu samkomurnar í
býnum at skipa fyri café og
sangi niðri við Sparikassa-
pallin, har onkur gospel-
bólkur eisini verður at
hoyra. Eisini hava væl-
umtóktu »I am« valt at hava
konsert hetta kvøldið, og
fara teir á pallin í Atlantis
kl. 22. Ítróttarnáttin endar á
midnátt við eini kvøldsetu í
KÍ- høllini, har skipað
verður fyri felagssangi og
øll fáa ókeypis suppu.
Finn sigur, at tað hevur
verið sera hugaligt at skipa
fyri Ítróttarnáttini, tí øll tey
ymsu feløgnini hava verið
sera positiv líka frá byrjan.
Hann ivast ikki í, at fólk
fara at taka væl ímóti hes-
um nýggja tiltaki, og so er
bara at vóna, at eisini veð-
urgudarnir verða í góðum
hýri.
Skráin fyri »Ítróttarnátt-
ina« er at síggja aðrastaðni
í blaðnum í dag.
Listamaðurin Josias
Matras leitar aftur á
gamlar gøtur í
myndum, sum eru at
síggja í Leikalund í
løtuni
MYNDLIST
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í løtuni er høvi at síggja
eina røð av blýants/penna-
myndum hjá listamannin-
um Josiasi Matras í Leika-
lund í Klaksvík. Josias er
føddur og uppvaksin á
Vágsheygnum, og hóast
myndirnar ikki hava heiti,
er tað týðiligt, at íblásturin
kemur úr grannalagnum
har um leiðir. Onkur mynd
er úr Trøllagili, meðan aðr-
ar leita sær longur niðan
móti Borðoyarvík og neyst-
unum har.
Aftur á gamlar gøtur
Josias hevur málað og
teknað síðani hann var heilt
ungur og hevur verið við á
fleiri Norðoyastevnu- og
Ólavsøkuframsýningum.
Við jøvnum millumbilum
hevur hann verið á skeiðum
í myndlist uttanlanda, og
gjøgnum árini hevur hann
roynt seg við bæði vatnlits-
myndum og oljumálning-
um frá tí naturalistiska til
tað meir abstrakta.
Hesuferð tykist hann tó
at leita aftur á gamlar gøtur,
bæði tá tað snýr seg um
myndevni frá nærumhvørv-
inum og tann meir einfalda
skitsuteknikkin. Og tað er
júst tað einfalda, sum ger
hesar myndirnar hjá Josiasi
so hugtakandi, og sum
beinanvegin
sannførir
áskoðaran um, at listamað-
urin dugir sítt handverk og
meir enn tað. Við einfald-
um strikum og lættari hond
manar hann fram lív og
dýpd í einsamøllu húsini og
tómu neystini, sum uttan
annað hóvasták spakuliga
fáa
ein
heilt
serligan
friðsælan og heimligan
dám yvir seg.
Myndirnar
hjá
Josiasi
verða at síggja í Leikalund í
nakrar dagar afturat.
KÍ bjóðar øllum á »Ítróttarnátt«
- Seinasta vikuskifti prógvaði jú væl og virðiliga, at tað saktans ber til at savna nógv fólk um eitt
stórt tiltak her í býnum, so vit hava sera góðar vónir, sigur Finn Jóhannesen, samkipari av
"Ítróttarnáttini" sum verður fríggjakvøldið í Klaksvík
Úr grannalagnum
Við einfaldum strikum gevur listamaðurin Josias Matras grannalagnum uppi á
Vágsheyg ein heilt serligan friðsælan og heimligan dám
Status Quo
Stjórin á Skipafelagið
Føroyar, Árni Joen-
sen, sigur, at hóast
broytingar eru gjørd-
ar í ognarviðurskift-
unum hjá Eimskip og
Skipafelagnum, verð-
ur ikki talan um
nakra kollvelting í
dagliga arbeiðinum
SKIPAFELAGIÐ
FØROYAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Týsdagin kom undan kavi,
at íslendska felagið Eim-
skip og 85 ára gamla Skipa-
felagið Føroyar hava gjørt
av at leggja saman í eina
stóra flutningsfyritøku. Tal-
ið av flutningsveitarum í
Føroyum er tískil fækkað
úr fýra niður í trý feløg.
Umframt samanløgdu fyri-
tøkuna eru Smyril Line og
íslendska Samskip á før-
oyska marknaðinum.
Stjórin á Skipafelagið
Føroyar, Árni Joensen,
sigur, at samanleggingin fer
ikki fer at elva til stórvegis
broytingar í dagliga arbeið-
inum hjá nýggja felagnum.
Varðveita skipini
Seinastu mongu árini hava
Lómur og Blikur verið
álitið hjá Skipafelagnum,
og
sambært
stjóranum
Árna Joensen fara drúgvu
flutningsskipini at halda á
við tí. Eimskip hevur havt
eitt skip í Føroyum um
vikuna, og eftir øllum at
døma verður skipið hjá
Eimskip framhaldandi
partur av Føroyaleiðini.
– Vit fara altíð at hyggja
at, hvørji skip eru best egn-
aði til okkum, og hvussu vit
best gagnnýta samlaða kap-
acitetin. Sum støðan er í
løtuni varðveita vit Lóm og
Blik, umframt at skipið hjá
Eimskip legst afturat.. Tað
kortini givið, at vit áhald-
andi verða noyddir at til-
laga okkum eftir eftirspurn-
inginum, og tí er ómetaliga
torført at geva eitt endaligt
svar, hvussu nógv skip, vit
fara at nýta, sigur Árni
Joensen.
Seinnu
árini
hevur
Skipafelagið leiga eitt eyka
skip á Føroyaleiðini, og
stjórin á Skipafelagnum
útihýsir ikki, at hetta skip
fellur burtur eftir at saman-
leggingin gjørdist veru-
leiki.
Almenni parturin
Upprunaliga átti tað al-
menna ein stóran ognarpart
í Skipafelagið Føroyar, men
almenni parturin er fánaður
nógv seinnu árini. Til mið-
skeiðis í fimtiárunum átti
tað almenna góðan helm-
ingin av felagnum, men
ognarparturin í Skipafel-
agið Føroyar í dag er ikki
størri enn góð 3%.
Starvsfólkini
Góð 200 fólk starvast í dag
á Skipafelagnum. Í Degi og
viku týskvøldið segði Árna
Joensen, at tað var ikki
óhugsandi við tíðini, at
uppsagnir komu upp á tal
við. Spurdur um starvs-
fólkini vórðu kunnað um
samanleggingina og møgu-
ligu
avleiðingarnar
av
henni, svarar stjórin á
Skipafelagið Føroyar, at tað
vóru tey ikki.
– Eimskip er skrásett á
virðisbrævamarknaðinum,
og har eru greiðar reglur
um, at samanleggingar ikki
skulu koma fram í ljós-
mála, áðrenn alt er komið
upp á pláss. Vit hava tí ikki
havt møguleikan at boða
starvsfólki okkara frá, áðr-
enn samanleggingin enda-
liga kom í hús, vísir Árni
Joensen á.
Tryggari
Hvussu fer kundin at
merkja samanleggingina?
– Eg eri sannførdur um,
at samanleggingin fer at
bøta munandi um tænastu-
stigið og tryggleikan hjá
kundunum. Sum flest øll
vita eru Føroyar búskapar-
liga eitt rættiliga viðbrekið
samfelag, og tí kemur tað
væl við at vit sleppa at
troyta teir møguleikar, sum
íslendska sambandið við
evropeiska
meginlandið
gevur okkum.
Verður tað bíligari?
– Tað dugi eg ikki at siga.
Hjá okkum sum fyritøku
ræður sjálvsagt um at vinna
sum mest av peningi, með-
an kundin sjálvsagt eisini
hevur tað sum mál. Tað
verður kappingin, sum fer
at gera av, hvørjir prísir, vit
fara at veita kundum okk-
ara í framtíðini, sigur Árni
Joensen
Ov tíðliga
Árni Joensen dugir ikki í
løtuni at siga, hvussu
nýggja felagið fer at húsast
í framtíðini. Skipafelagið
hevur seinastu mongu árini
hildið til á Eystaru bryggju,
meðan Eimskip hevur ein
nýggjan bygning á Skansa-
bryggju.
– Nú eiga vit so tveir
bygningar í felag, men tað
er ógjørligt hjá mær í løtuni
at siga, hvat hendir við
teimum. Møguliga verður
tørvur á báðum teirra, og
um ikki, so finna vit eina
loysn til ta tíð. Um nakrar
vikur fæst nærri at vita hvat
og hvussu, vísir Árni Joen-
sen á.
Smyril
Line
bíðar
Argasti kappingarneytin
hjá nýggja samanlagda
felagnum
er
Smyril
Line. Fíggjarstjórin á
Smyril Line, Jóannes á
Váli, dugir ikki at siga,
hvussu samanleggingin
av Skipafelagið Føroyar
og Eimskip fer at ávirka
støðuna hjá Smyril Line
í framtíðini.
– Tað er ov tíðliga at
siga. Veruleikin er, at nú
er ein veitari færri á
føroyska marknaðinum,
og tað er ein nýggj
støða. Vit vita snøgt sagt
ikki
hvørjar
ætlanir
samanlagda
felagið
hevur, og tí ber illa til at
siga, hvør ávirkanin
verður. Komandi vikur-
nar verður óivað greið-
ari, hvat samanlagda
felagið ætlar sær, sigur
Jóannes á Váli í stuttari
viðmerking.
-Páll
C
M
Y
K
7
6