hósdagur 19. august 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 156 - 19. august 2004
Nr. 156 - 19. august 2004
9
Fyri út við einum
mánaða síðan fóru
trolararnir, Bakur og
Stelkur, til Spaniu til
garantieftirlit. Í
Spaniu verða eisini
slengrikjølarnir
skiftir út við nýggjar,
soleiðis at skipini,
sum hava rullað illa,
kunnu gerast róligari
í sjónum. Hetta hevur
verið ein trupulleiki,
síðan skipini komu til
landið
SKIP
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Síðan trolararnir, Bakur og
Stelkur, komu sum nýbygn-
ingar úr Spaniu, hava skip-
ini fiskað væl. Hetta eru
góð skip við góðum fasilit-
etum til manningina. Men
ein trupuleiki við skipunum
hevur verið, at tey hava
rullað so illa.
Olaf Olsen sigur, at
teimum dámdi lítið, tá ið
spanska
skipasmiðjan,
M.Cies í Vigo, helt uppá, at
stabiliseringstangarnir
skuldu liggja niðri í botn-
inum á skipunum.
– Vit væntaðu ongantíð,
at hetta fór at rigga serliga
væl og trúðu tí heldur ikki
uppá hetta. Útrokningar hjá
spaniumonnum søgdu hin-
vegin, at hetta bar til.
Royndirnar við skipunum,
síðan tey fóru til fiskiskap,
hava tó víst, at vit høvdu
rætt, sigur Olaf og vísir á,
at tað er ikki altíð, at út-
rokningar svara til veru-
leikan.
Nýggjar kjølar
Nú skipini eru í Spaniu til
garantieftirlit, hava tey
eisini
fingið
nýggjar
slengrikjølar sum skulu
gera skipini róligari í sjón-
um.
Olaf Olsen sigur, at
spanska skipasmiðjan sjálv
ber kostnaðin av hesum
arbeiði, tí hetta var ein
»kiksari« hjá skipasmiðj-
uni, sum hann sjálvur tekur
til.
– Nýggju slengrikjølarnir
eru longri og øðrvísi enn
teir, ið skipið upprunaliga
hevði. Nýggju kjølarnir
standa sum ein tríkantur inn
á skipið við spíssinum út-
eftir.
Hann sigur, at slengri-
kjølar av hesum slagnum
eru á onkrum føroyskum
línuskipi, og teir vísa seg at
rigga væl.
– Vit vænta og vóna tí, at
skipini nú verða betri í
sjónum, sigur Olaf Olsen.
Bakur og Stelkur fóru úr
Føroyum, 22. juli og verða
væntandi lidnir í Spaniu nú
um vikuskiftið. Heimferðin
tekur eini 5-6 samdøgur og
so skjótt, skipini eru komin
heimaftur, fara tey aftur til
fiskiskap.
Í Spaniu eru skipini eisini
málaði av nýggjum.
Bakur og Stelkur nýggjar slengrikjølar
Olaf Olsen sigur, at
ognarviðurskiftini
hjá partafelagnum
Beta, sum rekur
reiðaravirksemi og
landingarmiðstøð í
Saltangará, verða
fullkomiliga óbroytt,
nú Skipafelag Føroya
og Eimskip leggja
saman. – Ognarfelag-
ið frá 1980, sum eigur
feløgini aftanfyri
skipini, er og verður
eitt føroyskt felag
burtur av, sigur hann
BETA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er Ognarfelagið frá
1980, sum eigur partafel-
agið Beta í Saltangará. Beta
rekur reiðaravirksemi og
landingarmiðstøð, sum fel-
agið eisini eigur. Ognarfel-
agið frá 1980 eigur eisini
felagið, ið átti Handils-og
Frystivirkið í Fuglafirði,
sum í sínari tíð misti at
kalla allar sínar ognir. Fýra
av sonevndu kuba-trolarun-
um hava verið í felagnum
Beta og fýra í felagnum,
sum átti Handils- og Frysti-
virkið. Hesi bæði feløgini
hava tó verið rikin sum eitt
felag undir navninum, Beta
sum nú eisini eiga nýggju
trolararnar, Bak og Stelk.
Olaf Olsen, sum í fleiri ár
var stjóri og reiðari, sigur,
at Ognarfelagið frá 1980
hevur nøkulunda somu eig-
arar sum Skipafelag Før-
oya, tó eru ikki allir eigar-
arnir teir somu.
Hann sigur, at hann t.d.
eigur ein lítlan part í Skipa-
felag Føroya, sum hann
tekur til, men einki í Beta.
Onga ávirkan
Olaf Olsen sigur, at saman-
leggingin millum Skipafel-
ag Føroya og Eimskip fær
onga ávirkan á Ognarfelag-
ið frá 1980, ið sum nevnt
eigur Beta og felagið, sum
átti Handils-og Frystivirk-
ið.
– Her verður eingin sum
helst broyting, og feløgini
verða fult og heilt sum áður
á føroyskum hondum. Við
samanleggingini
koma
íslendingar tískil ikki at
eiga lut í hesum feløgum,
sigur hann.
Samanlegging onga ávirkan
Bakur og Stelkur fóru úr Føroyum til Spaniu, 22. juli og verða væntandi lidnir nú um
vikuskiftið. Heimferðin tekur eini 5-6 samdøgur og so skjótt, skipini eru komin heimaftur, fara
tey aftur til fiskiskap
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Her verður eingin sum helst broyting og Ognarfelagið frá
1980, sum eigur feløgini aftanfyri skipini, verður fult og heilt
sum áður á føroyskum hondum, sigur Olaf Olsen, sum eigur í
Skipafelag Føroya, men einki í Beta
– Vit økja ikki um
ognirnar hjá
feløgunum í løtuni,
men brúka av
likviditetinum,
sigur Olaf Olsen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Partafelagið
Beta
í
Saltangará, sum hevur
skiparakstur og landing-
armiðstøð, hevði eitt lítið
hall í rakstrinum í fjør,
og soleiðis verður eftir
øllum at døma eisini í ár.
Olaf Olsen væntar
ikki, at tað fer at eydnast
felagnum at fáa eitt yvir-
skot í raksturin í ár.
– Nei, eg vænti ikki, at
raksturin fer at megna at
gjalda øll avdrøg í ár.
Sum er, økja vit ikki um
ognirnar, men brúka av
likviditetinum. Tí eru
eisini allar útskiftingar
av gomlum skipum út-
settar til betri tíðir.
Hann sigur, at fram-
haldandi lági upsa-prís-
urin og hækkandi olju-
prísurin gera, at raksturin
ikki gongur betur.
Upsin frægari
– Upsaprísurin fellur ikki
meira í løtuni. Tann
broyting, ið hevur verið,
hevur verið til bata, men
tað
gongur
ógvuliga
striltið at fáa prísin upp-
eftir.
Hann sigur, at meðan
teir nýggju trolararnir
burtur av hava fiskað
upsa, hava tey gomlu
skipini eisini roynt eftir
hvítum fiski.
– Men her eru nøgd-
irnar so mikið minni, at
prísurin vigar ikki upp
ímóti minkandi nøgdun-
um.
Upsaf iskiskapurin
hevur verið góður, og
seinastu tíðina hevur
annars so smái upsin ver-
ið heldur frægari til
støddar.
Vóna bata
Olaf Olsen heldur ikki, at
nakar vandi er á ferð við
skiparakstrinum hjá fel-
agnum í løtuni, hóast
raksturin nú eftir øllum
at døma fer at geva hall
tvey ár á rað.
– Vit mugu bara vóna,
at umstøðurnar fara at
batna sum árið líður, sig-
ur hann.
Ragnar Olsen, sum er
stjóri og reiðari hjá
partafelagnum Beta, er í
Spaniu, har nýggju trol-
ararnir hjá felagnum,
Bakur og Stelkur, eru til
garantieftirlit.
Aftur hall í ár
C
M
Y
K
9
8
Seinastu tíðina hava
bæði Ansni og løg-
reglan í Klaksvík fing-
ið nógvar fráboðanir
um leysgangandi
hundar, sum hava
verið til ampa fyri
fólk. Hetta er ein aft-
urvendandi trupul-
leiki, sum skilst, og í
farnu viku var eitt
starvslið í Klaksvík og
tók hundar
LEYSIR HUNDAR
Solby A. Eliasen,
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Fimm leysgang-
andi hundar vórðu tiknir
upp í býnum í síðstu viku
og koyrdir í hundabráhald-
ið. Hartil vóru eisini hund-
ar, sum tað ikki eydnaðist
Ansni at fáa fatur á.
Eisini gjørdi starvsliðið
frá Ansni nakað av fyri-
byrgjandi arbeiði, har tey
millum annað góvu hunda-
eigarunum, sum lótu teirra
hundar ganga leysir við
húsini, boð um at halda
hundin innan fyri hegn ella
í bandi.
Men hetta bøtti ikki so
nógv um støðuna, sum
kanska ynskiligt hevði ver-
ið, tí mánadagin var starvs-
liðið aftur úti, og tá tóku tey
aftur fýra hundar. Umframt
at ein hundur varð tikin inn
í vikuskiftinum.
Í tíðindaskrivi frá Ansni
verður sagt, at fólk, ið hava
trupulleikar av hundum,
kunnu venda sær til Politi-
støðina í Klaksvík tlf.
455348 ella til Ansni tlf.
505050.
Fólk, ið ivast um teirra
burturblivni hundur er upp-
tikin, kunnu venda sær til
Politistøðina í Klaksvík,
har møgulig útflýggjan av
hundinum eisini verður
gjørd.
Skálaberg góðan fiskiskap
Tað ljóðar frá góðum fiskiskapi hjá klaksvíkstrolara-
num Skálaberg, sum fór í Barentshavið eftir toski
beint fyri Ólavsøku. Teir hava verið á fiskileið í góðar
tvær vikur og eru nú farnir upp um 100 tons. Á fabr-
ikkini umborð framleiða teir vanligu flakavørurnar og
harumframt er nú rættilig ferð komin á nýggju por-
tiónsframleiðsluna.
Annars letur manningin væl at alsamt betraða telefon
og internetsambandinum. Teir síggja Dag og Viku og
hoyra Útvarp Føroya, og sum nakað rættliga forkunn-
ugt fáa teir nú eisini prent av føroysku bløðunum við
myndum og í litum.
Skálaberg roynir í løtuni á Gásabankanum í russiskum
sjógvi, har veðrið hevur verið av tí allarbesta seinastu
dagarnar.
-ave-
I Am í Atlantis
Komandi fríggjakvøld fer gospelbólkurin I Am á pall í
Atlantis. Tað er ikki so ofta, at I Am er at hoyra live í
Føroyum fyri tíðina, tí at onkrir av limunum í bólki-
num búgva uttanlands. Men nú fríggjakvøldið fer
bólkurin so at hava eina konsert í Atlantis í Klaksvík.
Hetta er í sambandi við serligu ítróttarnáttina, sum
Klaksvíkar Ítróttarfelag skipar fyri.
I Am hevur verið vælumtóktur bólkur longi, men ser-
liga síðani fløguna, sum teir góvu út í fjør, hevur bólk-
urin fingið luft undir veingirnar. Ummælini av fløguni
vóru sera góð, og uttan iva verða fleiri av teimum løg-
unum at hoyra í Atlantis nú fríggjakvøldið. Konsertin
byrjar klokkan 22.
- sae -
Dúgvan flutti sum
vera man heilt nógvar
bilar og fólk um Leir-
víksfjørð farna viku-
skiftið. Hetta plagar
at hava nakað av rok-
ilsi við sær á ferjuleg-
unum, men til Summ-
arfestivalin varð eitt
lið frá Ansni boðsent
at avgreiða ferðsluna
til Dúgvuna
STRANDFERÐSLAN
Solby A. Eliasen,
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Tá stór tiltøk eru
antin í Klaksvík ella aðra-
staðni, er tað púra vanligt,
at bilkaos er við ferjuleg-
una í Klaksvík. Til Summ-
arfestivalin var eisini so,
men talan var tó ongantíð
um rættiligt kaos, tí tveir
vaktarmenn frá Ansni av-
greiddu ferðsluna, við at
skipa so fyri, at bilar vóru
settir rætt í kø.
Tað hevur verið trupult
hjá manningini á Dúgvuni
at halda skil á ferðsluni, tá
nógvir bilar eru, tí teir hava
jú sína uppgávu umborð at
røkja. So tað mundi vera
ein lætti fyri teir, at fólk
gekk á kaiini og hevði eyg-
uni eftir, at onki skeivt fór
fram, og at ongin var
noyddur at bíða, longri enn
ein átti.
Annars vegleiddu vaktar-
menninir teimum ferðandi,
ið høvdu fyrispurningar
viðvíkjandi siglingini hjá
Dúgvuni sunnudagin.
Frá Ansni verður sagt, at
alt gekk væl, men bíðitíðin
at sleppa yvir um fjørðin
var tveir tímar ella so. Hetta
tókti tó ikki at nerva fólk
tað stóra, tí tá so stór tiltøk
eru á skránni, so munnu
fólk helst vera greið yvir, at
nakað av bíðitíð má vera,
um ein hevur bilin við sær.
Hóast Dúgvan silgdi eyka-
túr, so vórðu nakrir bilar
standandi eftir á ferjuleguni
seint sunnukvøldið.
Langtíðarparkering
Ansni vísir somuleiðis á, at
ein afturvendandi trupul-
leiki, hjá Strandferðsluni í
Klaksvík, eru teir bilar, ið
verða stillaðir í kø og førar-
in ikki møtir upp, til frá-
ferðina hjá skipinum.
Og ein annar afturvend-
andi trupulleiki er somu-
leiðis, tá fólk byrja at brúka
køplássið til langtíðar par-
kering av bilum.
Hesir báðir trupulleikar-
nir hava mangan elvt til øs-
ing millum fólk, tá so mong
skulu við Dúgvuni. Tí tað
er komið fyri, at bilar hava
staðið soleiðis fyri, at teir
ikki eru slopnir við Dúgv-
uni, tí parkeraðir bilar við
ongum førara hava staðið
fyri.
Tveir tímar bíðitíð
Hundalív í Klaksvík
Ansni hevur tikið nógvar leysgangandi hundar upp í Klaksvík í farnu viku, og vórðu teir settir í
hundabráhaldið