Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 156 - 19. august 2004 Nr. 156 - 19. august 2004 11 Tann 17. august lat 2. útbjóðingarrunda á føroyska landgrunninum upp. Oljufeløgini hava nú tríggjar mánaðir til at finna út av, um tey skulu bjóða uppá teig- ar á føroyska landgrunninum. Talan er um eitt sera stórt øki, sum er boðið út, og tá hugsað verður um, at olju- feløg hava brúkt meira enn 10 ár at kanna føroyska øk- ið, so er greitt, at fleiri teirra í dag sita inni við týðandi upplýsingum, sum gera, at tey uttan iva fara at bjóða. Sambart úttalilsum frá bæði stjoranum í Oljufyri- sitingini og stjórunum í tveimum av virknu oljufeløg- unum her í báðum almennu loftmiðlunum dagin rundan varð latin upp, so er neyvan nakar ivi um, at stór og sterk feløg fara at vera við í útbjóðingini. Sjálv- andi kann einki sigast við vissu enn, men okkurt kundi bent á, at nýggj vitan um undirgrundina, boriúrslit hinumegin markið og eisini høgu oljuprísirnir og tørv- urin á at finna nýggj oljuøki sum heild, gera, at før- oyska undirgrundin hevur áhuga í altjóða oljuverðini. Spenningurin er sjálvandi fyrst og fremst um okkara egnu útbjóðing. Men 22. rundan í bretskum øki verður almannkunngjørd fyrsta dagin, og tá verður eisini sera áhugavert at frætta, hvørji feløg hava søkt um hvørjar teigar tætt upp at okkara marki. Men mest áhugavert er tó at frætta um úrslitið av teimum trimum brunnum, sum eru og verða boraðir við markið í summar. Ein er liðugt boraður, tann næsti er í gongd, og hol verður sett á tann triðja í hesum mán- aðinum. Allir tríggir liggja tætt upp at markinum. Og hóast einki kemur fram alment um hesar brunnar, so er tað tó áhugavert at merkja sær, at fleiri av feløgunum, sum eru við í boringunum, eru eisini virkin á okkara landgrunni og tí vilja positiv úrslit her gera, at fleiri teirra og onnur við, fara at vísa okkara útbjóðing stóran ans. Tað kann eisini ganga hin vegin, men okkurt kundi bent á, at úrslitini eru ikki lítið áhugaverd, tó at hetta ikki er váttað. Vit kunnu so eisini bara fegnast um, at føroyska olju- feløgini Atlatns Kolvetni er við í einum av hesum brunnum hinumegin markið, tó at tað er við einum lítil parti. Men gott er at síggja, at vit eru við eisini í hesum partinum av oljuvinnuni. Talan er um tann triðja av brunnunum, sum verður boraður í um mánaðarskiftið ella so. At ONS verður í næstum er so eisini eitt gott høvi hjá okkara fólki at gera vart við 2. útbjóðingarrundu. Og tað ger ikki støðuna verri, at okkara fræga sonkvinna, Eivør Pálsdóttir verður partur av føroysku luttøkuni í hesum altjóða oljutiltaki. Hon skal bæði syngja fyri kongi og drotning og fyri túsundtals oljufólkum, tá tiltakið endar í Stavanger.Hennara rødd hevur víst seg at kunna bergtaka mong, og um hon eisini fer at bergtaka oljufólk úr flestu av heimsins oljufeløgunum, er lítil ivi um. Vit vilja við hesum ynskja Oljufyrisit- ingini góða eydnu við útbjóðingini og vit ynskja eisini føroyingunum, sum verða við í Stavanger góða eydnu. DAGSINS MEINING Sosialurin Stór útbjóðing stór avbjóðing VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Góði Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Friðarbogin, felagið hjá samkyndum í Føroyum Var Sambandsflokkurin ímóti Atlantic Airways? (Spurningur til Áka Andreasen) Bogi Dánialson Davidsen Frederiksbergvej 53 4180 Sorø Danmark Sorø, t. 14. 8. 04 Eg vil takka tær mangar ferðir Jóannes Eidesgaard fyri, at tú helt eina røðu á ólavsøku í tiltakinum hjá Friðarboganum, felagnum fyri samkynd í Føroyum. Tað er gleðiligt, at Før- oya løgmaður klárt boðar frá, at í Føroyum eigur tað føroyska samfelagið at vera fyri øll við støði í ands- frælsi, virðing og tolsemi. Tað er eitt stórt framstig fyri samkynd, at Føroya løgmaður sigur sína egnu áskoðan í spurninginum viðvíkjandi samkyndum, sum kann fáa góða ávirkan fyri okkum bæði hjá al- minginum og í Løgting- inum í framtíðini. Tað er eisini gleðiligt, at vit eru komin langt síðani 1988, tá Landsstýrið fall vegna framløgu av lóg fyri javnrættindum fyri kvinnur og samkynd. Tá var tað bert ein atkvøða fyri, nevniliga Karin Kjølbro. Kvinnur hava síðani fingið lóglig javnrættindi í Føroyum, men muga enn arbeiða fyri veruligum javnrættindum. Vit samkynd ynskja tað sama og eisini lóg um samfelagsligt parlag. Hesar spurningar ber ikki til at skáka sær undan í løg- tingsarbeiðinum við nýggj- ari familjulóggávu og als íkki í arbeiðinum við eini grundlóg fyri Føroyar. Spurningurin órógvar enn nógv i Føroyum, eins og tað eisini var í Danmark, tá eg kom higar seinast í 60’unum og byrjanini í 70’unum. Í Føroyum eru enn nøkur kristin harðliga móti hesum lógum, tí okkara kynslív er synd sambært Mósebókunum og Paulus, men ikki ímóti okkum sum menniskju. Tí vilja tey ikki góðtaka, at vit verða góðtikin fult og heilt, sum vit sjálvi ynskja tað. Tað siga tey. Men aðrar orsøkir eru eisini. Tí eri eg glaður fyri tína røðu Jóannes Tú eigur sjálvandi ikki at umbera teg yvir fyri mótstøðumonn- um, tvørturímóti. Tú kanst vera stoltur av, at tú hevur tikið henda spurning uppaftur og ar- beiðir fyri, at vit samkyndu føroyingar kunna fáa somu mannarættindi í Føroyum sum hinkynd, sum okkara grannalond hava givið okkum fyri fleiri árum síðani. Samstundis ynski eg Friðarboganum til lukku við tí væleydnaða tiltakin- um, sum kann endurtakast á aðrari ólavsøku og hesin táttur kann eisini takast upp aftur við onnur høvi. Helgi Abrahamsen Áki Andreasen hevði í bløðunum tann 18. august eina grein við yvirskriftini »Johan Dahl, Atlantic Air- ways og sambandsmuran«. Eg skal ikki leggja meg út í kjakið millum Áka og Johan, men vil bert gera vart við ein pástand, sum eftir hondini er endurtikin somikið ofta, at eg haldi, at tey sum bera hann fram, nú eiga at koma við einum prógvi. Áki skrivar millum annað hesi brotini: »Atlantic Airways hevur ongantíð verið nakað hjarta- barn hjá Sambandsflokk- inum« ... »um Sambands- flokkurin fekk sín vilja í áhaldandi mótstøðu síni móti Atlantic Airways...«, og » ... høvuðsboðskapurin hjá Sambandsflokkinum er eins rámur í dag, sum tá teir stríddust móti Atlantic Airways«. Eg havi hugt í Løgtings- tíðindi, men finni einki har, sum bendir á, at Sam- bandsflokkurin var ímóti, at føroyingar komu upp í flúgvingina - tvørturímóti! Í Løgtingstíðindum sæst, at tá partafelagið Atlantic Airways varð sett á stovn í 1987, varð lógaruppskot lagt fyri tingið, har biðið varð um heimild til at seta 1,02 mió. krónur í parta- peningi í felagið. Hesum tók Sambandsflokkurin undir við. Minnilutin í fíggjarnevndini, (Ivan Jo- hannesen, Anfinn Kalls- berg og Eyðun Viderø) skrivaði millum annað soleiðis í teirra áliti: »Minnilutin gongur inn fyri, at føroyingar koma upp í flúgvingina.« Í mars 1989 varð biðið um landskassaveðhald á 75 mió. krónur til P/F Atlantic Airways. Tað málið varð, eins og hitt fyrra, beint í fíggjarnevndina, og 30. mars sama ár skrivaði nevndin álit, har ein samd nevnd (íroknað Flemming Mikkelsen úr Sambands- flokkinum) mælti tinginum til at samtykkja uppskotið, við onkrum broytingum. Eg fari tí at spyrja Áka Andreasen, hvat hann og onnur byggja pástandin á, tá tey ferð eftir ferð siga, at Sambandsflokkurin strídd- ist ímóti Atlantic Airways? VIÐMERKINGAR Herferðin móti Jenis av Rana Sonni Jacobsen Havi lagt til merkis, at ser- liga seinastu tíðina er ein herferð sett í gongd ímóti Jenis av Rana, løgtings- manni og trúgvandi. Mað- urin verður skírdur at jagstra minnilutabólkar, at lúgva og at gera nær um alt tað, ið ilt er. Havi fylgt rímiliga væl við tí, Jenis av Rana hevur ført fram, serliga í bløðun- um, men eisini úr tingi (gjøgnum, fjølmiðlarnar) og á annan hátt. Eg kann saktans viðganga, at eg havi ikki altíð verið 100 prosent samdur í øllum tí, Jenis hevur ført fram, men eg vil pástanda, at reint andaliga og bíbilskt, so hevur Jenis av Rana rætt í meira enn 95 prosentum av tí, hann førir fram. Helst reiðuliga tað. Eingin er feilfríur, og tað vildi verið tápuligt at pástaðið annað. Men sum orðatakið so væl sigur, tann sum einki ger, hann ger heldur einki feil. Men, so bakvent tað enn er, so er júst tað er ein feilur. - Einki at gera. Men, hvør lættari er ikki tað? Hinveg- in vil eg samstundis siga, at reint andaliga og bíbilskt, so hava Jenusar mótstand- arar rætt í minni enn 5 pro- sentum av tí, teir føra fram. Kanska reiðuliga tað. Hvat ger Jenis? Hvat er so alt tað ringa Jenis av Rana ger? Hann verjir Guds orð! Hann verjir Guds útvælda fólk, Ísrael. Hann tosar ímóti gudloysi og heiðinskapi. Reint per- sónliga vil eg siga, at Jenis av Rana er ein av teimum fáu í hesi tíð, sum veruliga tora at ganga ímóti streym- inum, og at tala Guds orð inn í eina samtíð, har Guds orð sýnist at hava alt minni og minni at týða. Tað skal faktiskt ikki so lítið av dirvi til. Eg eri ikki bláoygdur, langt frá. Faktiskt eri eg rættuliga kritiskur, tá tað kemur til at meta um fólk - ikki minst átrúnaðarliga. Og eg slúki ikki alt rátt, bert tí tann ella tann sigur eitt ella annað. Tvørtur ímóti geri eg, sum Paulus áminnir okkum, eg dømi alt væl og virðiliga út frá Guds orði. Kortini vági eg at siga, at Jenis av Rana er einki minni enn ein profetisk rødd inn í sína samtíð! Tað hann áminnir um, er einfalt, at vit ikki mega ganga heidnar gøtur og ikki at taka við sið- unum hjá teimum heidnu. - Hetta er ikki søtur tónleikur í oyrunum á fólki, sum vilja ganga sín egna veg - burturi frá Gudi. Heldur er tað beisk tala, tí øll øsingin. Hoyrir politikkur og átrúnaður saman? Ein ikki so lítil partur av øllum kjakinum hevur ver- ið, um tað er rætt at blanda politikk og átrúna saman? Eg vil seta ein einfaldan spurning: Kann ein trúgv- andi góðtaka heidnar lógir? Um hann ger, gongur hann so ikki á heidnum vegum? Um tú sigur ja, so er svarið sera einfalt, politikkur og átrúnaður hanga saman. Tú kanst ikki vera kristin í kirkju ella í samkomuhúsi, og heiðin á tingi! Vit eru ein skapningur - ikki fleiri - Eru vit kristin, eru vit krist- in allastaðni. Bæði í kirkju, samkomuhúsi, á tingi, við hús, úti, inni, burturi og heima - og við valborðið. Persónliga haldi eg ikki, at tað er rætt, at ein trúgvandi velur ein vantrúgvandi inn á ting. Tá tann vantrúgv- andi - tann trúgvandi hevur valt - er við í lógarsmíði, sum er ímóti Guds orði, so ger tann trúgvandi seg samsekan. Tú hevur jú sett hann ella hana har! Harvið er ikki sagt, at ein skal velja ávísan flokk, men ein trúgvandi eigur - eins og øll onnur - at seta fólk inn á ting, sum ein veit verjir eins áhugamál. Hetta eri eg bangin fyri at mong gloyma. Annars vil eg siga, at er tað nakað Gamla- testamenti lærir okkum, so er tað, at tá ein politiskur leiðari ella leiðsla gongur Guds vegir, so streymar signingin. Gongur henda sama politiska leiðsla mót- sættan veg, burtur frá Gudi, so er banningin í durunum. So kom ikki sum ein trúgv- andi og sig, at politikkur og átrúnaður einki hava við hvørt annað at gera! Tann stóra ranglæran Størsta ranglæran í vest- urlendska heiminum í dag er, at Gud er góður, Gud er kærleiki og at hann góð- tekur alt. Gud er góður! Gud er kærleiki! Satt. - Men - hann góðtekur ikki alt. Gud okkara er oyðandi eldur, sigur Hebearabrævið 12 .29. Ella, sum vit lesa í Jóh. 3. 36, so eru vit áhaldandi und- ir Guds vreiði, so leingi vit ikki hava vent um og hava tikið við frelsuni, sum bert finnist í Jesusi Kristi (Aps. 4. 12). At enntá prestar og heilar kirkjur mangastaðni standa fram og siga, at vit kunnu liva og hátta okkum júst sum vit vilja. Gud elsk- ar sín skapning. Vit kunnu nokta at taka við frelsuni, ella frelsa er ikki neyðug. Gud hevur skapt okkara syndigu natúr, tí kunnu vit kunnu liva í hori, vit kunnu liva sum samkynd, vit kunnu liva í øllum óreinsk- um. Giftast og skiljast, gift- ast og skiljast. Og tá lívið er liðugt, stendur himmalin opin. Eingin dómur er, einki helviti er. Bara ein himmal og ævig gleði. - Lygn og be- drag! Lógin er máttur synd- arinnar, sigur Paulus. Júst tað, at vit gera ímóti Guds boðum, er megin í syndini - sjálv driftin. So djúpt er syndafallið. Tað er einans eitt fullkomið umvendilsi, sum kann bjarga okkum undan mátti syndarinnar. "Men so mongum, sum tóku ímóti honum (Jesusi) gav hann mátt (kraft - styrki) til at verða Guds børn." Jóh. 1.12. Vit skulu ikki bert standa til svars fyri hvørjari ger okkara, men enntá fyri hvørjum ógagnsorði, vit hava tala. (Matt. 12.36). Út frá hesi rangu læru, at Gud góðtekur alt, ella at vit eru fødd sum vit eru og einki kann gerast við tað, ella ástøðinum, at eingin Gud er í heila tikið, sprettur "hum- ana" ástøði, at vit kunnu síggja burtur frá øllum tí bíblian lærir. Vit kunnu áseta ógudiligar og ókristi- ligar lógir, og tað fær ongar fylgjur. Gamlastestamenti lærir okkum, at hetta far fylgir longu her á jørð. Jesus lærir okkum, at hetta far fylgjur í ævin- leikanum. "Hvørt ógagnsorð" merk- ir eisini, hvørt orð tala ímóti Guds vilja og Guds orði - bíbliuni. Hesi ting eru tað millum annað mótmælandi røddir vilja lasta m.a. Jenis av Rana fyri at áminna okkum um. Okkara gerðir, privatar og politiskar fáa fylgjur - her í lívinum - og í ævin- leikanum! Tað skal sigast, at tíbetur er Jenis av Rana ikki einsa- mallur, hann er kanska bara ein av teimum, sum rópar harðast, tí fær hann eisini meginpartin av skolunum. Gud havi lov fyri, at vit hava fólk, sum tora at standa føst upp á Guds orð og lyftir. Og ikki minst, at halda hesum fram fyri fólki okkara. Vónandi fer land okkara ongantíð at fattast slík - tá fer at standa illa til. Hálvársúrslitið hjá Føroya Sparkatt upp á 62,9 milliónir krón- ur. Stjórn Sparikass- ans metir úrslitið vera nøktandi í einari tíð, har trupult er at skapa góð fíggjarlig úrslit ROKNSKAPUR Føroya Sparikassi hevði fyrra hálvár 2004 eitt avlop eftir skatt upp á 62,9 mió. kr. móti einum halli upp á 54,0 mió. kr. fyrra hálvár 2003. Kursvinningurin av virð- isbrøvum og gjaldoyra gjørdist fyrra hálvár stórur, heilar 84,2 mió.kr. Kurs- vinningurin, ið serliga stav- ar frá partabrøvum Spari- kassans í Kaupthing-Bún- aðarbankanum í Íslandi, mótsvarar fult út árinið frá avskrivingum, burturlegg- ingum og lækkandi netto- rentuinntøkum. – Gongdin í alivinnuni hevur verið alt annað enn góð fyrra hálvár 2004, og greið tekin eru um, at stígur er komin í búskaparvøkst- urin. Undir slíkum um- støðum, har tað er trupult at skapa góð fíggjarlig úrslit, er nøktandi, at Sparikassin hevur eitt avlop uppá 62,9 mió. kr. eftir skatt fyrra hálvár, sigur stjórnin í Føroya Sparikassa. Nettorentuinntøkur og ómaksgjøld gjørdust 99,3 mió. kr., ið er ein minking uppá 7,3% ella 7,9 mió. kr. í mun til hálvárið 2003. Kursvinningurin av virðis- brøvum og gjaldoyra gjørd- ist 84,2 mió. kr., sum er 70,1 mió. kr. betri enn fyri hálvárið 2003. Sostatt gjørdist úrslitið av fíggjar- postum heilar 202,5 mió.kr. - ein vøkstur uppá 65,9 mió. kr. í mun til hálvárið 2003, tá talið var 136,6 mió. kr. Rakstrarútreiðslurnar gjørdust 69,1 mió.kr., sum er ein øking uppá 4% ella 2,7 mió. kr. í mun til árið fyri. Høvuðsorsøkin er sátt- málatreytaður lønar- vøkstur. Avskrivingar og burtur- leggingar vórðu 74,3 mió. kr. móti 138,0 mió.kr. fyrra hálvárið 2003. Fíggjarstøðan javnvigaði við 5,153 mia. kr. við hálv- árið 2004, ið er á sama støði sum árið fyri. Útlánini minkaðu í mun fyrra hálvár 2003 við 5,8% niður í 3,730 mia. kr. við hálvarið 2004, fyrst og fremst vegna burturleggingar. Innlánini øktust eitt vet úr 3,830 mia. kr. upp í 3,890 mia. kr., ið svarar til 1,6%. Gjaldførið er gott. Tann 30. juni í ár var gjaldførið 885 mió. kr. móti 849 mió. kr. somu tíð í fjør. Eginpeningurin var 816,9 mió. kr. við hálvárið 2004. Solvensurin var 17,9% móti teimum lógarkravdu 8,0%. – Gongdin í alivinnuni hevur verið alt annað enn góð fyrra hálvár 2004, og greið tekin eru um, at stígur er komin í búskaparvøkst- urin. Undir slíkum umstøð- um, har tað er trupult at skapa góð fíggjarlig úrslit, er nøktandi, at Sparikassin hevur eitt avlop uppá 62,9 mió. kr. eftir skatt fyrra hálvár, sigur stjórnin í Føroya Sparikassa. Marner Jacobsen er forstjóri spari- kassans. Sparikassin 62,9 mió kr í avlopi fyrra hálvár Fyrilestur um parkinsonsjúku Parkinsonfelagið skipar fyri fundi í Tórshavn 20. aug. kl. 19.00 í MBF-húsin- um og á Klaksvíkar Sjómansheimi 21. aug. kl. 14 PARKINSON Tíðindaskriv Parkinsonfelagið hevur fingið svian Leif Ögaard, sum hevur parkinsonsjúk- una, hendavegin at halda fyrilestur fyri limum og avvarðandi hjá parkinson- sjúklingum. Harumframt er felagið áhuga í, at starvsbólkar innan sjúkrahúsverkið luttaka á tílíkum upplýs- andi fundum, til tess at økja um teirra førleika og soleiðis kunna veita eina betri hjálp til sjúklingar. Tað er eingin loyna, at fakligi førleikin og tískil hjálpin, er sera avmarkað á parkinsonøkinum. Hetta hóast vit í Føroyum hava lutfalsliga nógv, sum hava parkinsonsjúkuna. Hesin fyrilestur verður hildin út frá bókini - Bättre liv trods Parkinson - sum Leif sjálvur hevur skrivað. Bókin snýr seg um, hvussu tað er at liva við Parkinson sjúkuni. Fundurin í Klaksvík verður skipaður sum eitt slag av útferð, og farið verður við leigaðum bussi frá Gundadalshøllini í Havn kl. 9.30. Ætlanin er, at bussurin skal steðga á, á leiðini norðureftir so- leiðis at luttakarar eitt nú í eysturoynni kunnu eisini koma við. Fundurin í Klaksvík verður á Sjómansheimin- um, har høvið eisini verð- ur at fáa ein góðan bita. Aftaná fyrilesturin verður farið ein túr til Viðareiðis og væntandi verður buss- urin aftur í Havnini um- leið kl. 19.00. Umráðandi er, at tey ið ætla at luttaka í Klaksvík boða frá á tlf: 31 38 87 ella 21 38 99 í seinasta lagi leygardagin 14. august. Parkinsonfelagið vónar á henda hátt at spreiða kunnleika um sjúkuna til bata fyri tann sjúka, av- varðandi og heilsuverkið, sigur nevndin í Parkinson- felagnum í tíðindaskrivi. C M Y K 11 10