Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. august 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 156 - 19. august 2004 Nr. 156 - 19. august 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. 6. juli 2004 fekk Leivur S. Lang- gaard, Leirvík, prógv sum Master of Arts í enskum og fronskum frá University of Aberdeen Herbert í Lon Jacobsen, Hoyvík (v.m.) og Finn Hansen, Nólsoy (h.m.) hava 1. august 2004 lokið útbúgv- ing sum løgreglumenn. Teir starvast nú báðir á politistøðini í Havn. Myndatøka: Kristian Dahl Fríggjakvøldið 13. august skipaðu Sand- oyar Kunningarstova og Ungmannafelagið Virkið fyri grillveitslu á sandinum á Sandi, í sambandi við at Teistin nú eisini siglir um kvøldið Teistin er farin at sigla seint, og nú til ber hjá fólki at vera á Sandoy um kvøld- ið og sleppa yvir á Gomlu Rætt kl. 22.30. Í hesum sambandi varð bjóðað til grillveitslu á sandinum á Sandi fríggjakvøldið. Ungmannafelagið Virkið og Sandoyar Kunningar- stova skipaðu fyri tiltakin- um. Ein grill varð gjørd dagin fyri av oljutunnum ið vórðu skornar í helvt. Grillin varð tendrað klokkan 18.00. Veðrið var av tí allarbesta allan dagin. Sandoyingar, ið vóru í hoyna um dagin, komu so at fáa sær grillað kjøt til nátturða. Eini 200 fólk sótu mill- um mølheyggjarnar hetta kvøldið. Børnini hugnaðu sær óført, spældu í sandinum og sluppu t.d. ein túr við jollu í ánni, og tað var sera vælumtókt. Umleið 200 fólk til Teistaveitslu Tøkk Eina stóra tøkk senda vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu tá elskaði pápi, abbi og verfaðir okkara Oluf Dam Tórshavn (ættaður úr Sandavági) so brádliga varð kallaður heim. Tøkk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri mangar hjálpandi hendur og troystarrík orð. Tøkk fyri blómur og kransar. Familjunnar vegna Marjus, Josefina, Ben Eli og Erling Leivur S. Langgaard, Leirvík: Master of Arts Tveir nýggir politistar Ein grill varð gjørd av oljutunnum, ið vórðu skornar í helvt Mynd: Óskar Óskarsson Mynd: Óskar Óskarsson Børnini hugnaðu sær óført í sandinum Mynd: Óskar Óskarsson NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sunnudagin 15. august var Palli Dalsgaard deknur fyri seinastu ferð í Skála- víkar kirkju. Hann hevur røkt hetta starv síðan 1974. Hendan dagin hevði Jákup Reinert Hansen, prestur, guðstænast- una og helt eina takkarøðu fyri Palla 10. sunnudag eftir trinitatis var guðstænasta við altar- gongd í Skálavíkar kirkju. Eftir prædikuna helt Jákup Reinert Hansen prestur eina takkartalu fyri Palla Dalsgaard. Hann takkaði honum fyri trúfasta tænastu og segði m.a., at tá hann sum ungur bleiv settur í starv sum prestur í Sandoy- ar sýslu, var Palli honum mangan ein góður ráðgevi. Wilhelmina Larsen, org- anistur í kirkjuni í Dali, hevði orgulspælið hendan dagin. Palli tók við sum deknur í 1974, tá Frímann á Brúnni var sóknarprestur í Sandoy. Hann hevur bæði lisið lestur og verið organistur, tá ongin fastur organistur hevur verið hesi seinastu árini. Tá ongin er at avloysa hann sum deknur, hevur hann sungið fyri sjálvur. Palli er føddur og upp- vaksin í Skálavík. Stórsta partin av lívi sínum hevur hann koyrt rutukoyring millum bygdirnar í Sand- oynni. Veturin 1972-73 gekk Palli á skúlanum norðuri við Áir, og í 1973-74 hevði hann skrivstovustarv á Royndarstøðini í Hoyvík. Eftir tað fekk hann starv sum skrivstovumaður á Bil- & Maskinverkstaðnum á Sandi, hetta starv røkti hann í 18 ár. Palli er í dag 76 ára gam- al. Hann hevur altíð havt hug at skriva, og ofta eru hansara lesarabrøv at síggja í bløðunum. Í fjør kom hann út við eini sera snøggari og áhugaverdari bók við heit- inum »Staðanøvn uttan- garðs í Skálavík«. Bókin er um staðanøvn sum Leifur Tróndarson (1901-1980) í Skálavík hevur savnað. Dagurin 19. august. Sebaldus. Sigst at hava verið guðrøkin danskur kongasonur, sum var trúlovaður franskari prinsessu. Men hann fór frá henni og gav seg í kleystur í Nürnberg, har hann doyði í hvussu so er fyri ár 1070. Palli Dalsgaard, Skálavík: Deknur í kirkjuni í 30 ár Sunnudagin 15. august var Palli Dalsgaard deknur fyri seinastu ferð í Skálavíkar kirkju eftir at hava røkt hetta starv í 30 ár Mynd: Óskar Óskarsson Palli Dalsgaard tók við sum deknur í 1974, tá Frímann á Brúnni var sóknarprestur í Sandoy Mynd: Óskar Óskarsson Tey sum starvaðust í Skálavíkar kirkju seinasta sunnudag: f.v. Torfinn Mortensen, klokkari, Palli Dalsgaard, fráfarandi deknur, Wilhelmina Larsen, organistur í kirkjuni í Dali, og Jákup Reinert Hansen sóknarprestur Mynd: Óskar Óskarsson Skálavíkar kirkja, har Palli Dalsgaard hevur verið deknur í 30 ár Mynd: Óskar Óskarsson Wilhelmina Larsen, organistur í kirkjuni í Dali, hevði orgulspælið hendan dagin Mynd: Óskar Óskarsson C M Y K 13 12