Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. august 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 19. august 2004 15 Mazda minst feilir Í seinastu týsku ADAC AutoMarX kanning- unum, við støði í ADAC-hjálp á týsku vegunum, liggja Mazda nú á odda við minst feilum. Toyota saman við Subaru eru nummar tvey Kelda: Motor Magasinet Opel Zafira Hydro- Gen3 23 motorjournalistar frá 15 londum hava við góðum úrsliti koyrt ein túr upp á tilsamans 10.000 km frá Hamm- erfest í Noreg til Cabo Da Roca í Portugal við Opel Zafira Hydro- gen3, brennikyknubil- inum hjá General Motors Kelda: Motor Magasinet Størri A- klassi Mercedes-Benz eru komnir á marknaðin við nýggjum A-klassa, sum nú er ein størri bilur, ið fæst við 3 og 5 hurðum. Bilurin er 23 cm longri og 4,5 cm breiðari við 14,5 longri aksilfrástøðu. Kelda: Motor Magasinet Fríggjadagin 13. aug- ust komu tveir neyð- sendarbilar við Norr- ønu úr Íslandi. Annar var ein nýggjur brandbilur til Eiðis kommunu og hin var ein ambulansa frá 1997, sum áður hevur koyrt í Reykjavík BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fólk frá MT Bilum á Ólavsfirði í Íslandi komu fríggjamorgunin við tveim- um neyðsendarbilum til Føroya. Einum nýggjum Brandbili til Eiðis komm- unu og einari brúktari am- bulansu til Vestmanna Sløkki- og Bjargingarfelag. Brandbilurin er am- erikanskur Ford F550 V8 diesel við 270 hk, sum er uppbygdur hjá MT Bilum. Bilurin er ein 4x4 við há- trýstpumpu, 2000 litur vatntanga og 75 litur skúm- tanga. Pláss er til 6 fólk í bilinum, harav tveir roykkavarar. Bilurin er av sama slag sum teir hja Vestmanna og Kvívíkar kommunu. Fyrimunurin við bilum í hesi støddini er, at teir eru kvikir, effektivir og bera vektina væl, og teir taka ikki so nógv pláss á smølu gøtunum inni í bygdunum, sigur Fríðálvur Bláhamar í Vestmanna, sum umboðar íslendsku fyritøkuna MT Bilar í Føroyum. Ambulansan er ein Ford Econline frá 1997 við V10 motori við 350 hk, sum Vestmanna Sløkki- og Bjargingarfelag hevur keypt ístaðin fyri tann gamla Ford Transit frá 70- unum, sum ikki var tíðar- hóskandi longur. Ein av orsøkunum til at bilurin hevur so stóran motor og er so kvikur, er at hann hevur koyrt sum ambulansa í Reykjavík, har hann serliga hevur verið brúktur í sam- bandi við hjartastopp o.l. Í Vestmanna skal bilurin, sum hevur ein børu til sjúk- lingar, mest brúkast til koyring við amboðum og brandmonnum. Hjá MT Bilum á Ólafs- firði hava teir spesialiserað seg í at uppbyggja neyð- sendarbilar sum t.d. brand- bilar og ambulansur. Fyri- tøkan varð stovnað í 1989, og teir hava nýliga keypt ein 2500 fermetur stóran bygning afturat til enda- málið. Í løtuni hava teir ein ordra inni frá Reyða Krossi í Íslandi upp á 10 am- bulansir. Eisini uppbyggja teir ein Scania brandbil við 5000 litur pumpu til Akur- eyrar. Heimasíðan hjá MT Bilum er: www.mtbilar.is. Brandbilur til Eiðis og ambulansa til Vestmanna Ford V8 brandbilurin og Ford V10 ambulansan sum komu við Norrønu fríggjamorgunum. Á myndini eru f.v.: Olaf í Garði Joensen, sløkkiliðsleiðari hjá Eiðis kommunu, Fríðálvur Bláhamar, sum umboðar MT Bilar í Føroyum, og dótturin Unn, Sigurjón Magnusson, stjóri á MT Bilum , og Tórmóður Sigurðsson, frá MT Bilum Mynd: Magnus Gunnarsson Umboðsmaðurin hjá MT Bilum í Føroyum, Fríðálvur Bláhamar í Vestmanna, hevur nýliga keypt sær eina Honda GoldWing 1000 cc frá 1979 við 86 hk motori. Súkklan er úr Kalifornia, og er keypt gjøgnum MC-Garage í Åby í Danmark. Mynd: Magnus Gunnarsson 15 Nr. 156 • hósdagur • 19. august 2004 • 78. árg. Audi A6 er ein smart- ur og framkomin luksusbilur við sportsligum designi. Bara ljóðið frá V6 motorinum við tveimum útstoytsrør- um er ein uppliving í sær sjálvum BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nýggi Audi A6 er nú kom- in til landið. Tað er dugna- ligi designstjórin hjá Audi, Walter da Silva, sum hevur teknað bilin. Talan er um ein sera smartan og fram- komnan luksusbil við sportligum designi, sum í stødd er millum Audi A4 og tann størsta A8. Nýggi Audi A6 er ein háteknologiskur bilur, har nógvir av lutunum eru úr aluminium. A6 er fyrsti bilur sum hevur MMI (Multi Media Interface) sum standard. MMI er ein framkomin telduskipan við einum skíggja í instrumentborðin- um við nógvum ymiskum funktiónum, sum verða stýrdar av einum knøtti í gardanboksini. Til dømis verður fløguspælarin, sum er í handskarúminum, stýrd- ur við MMI systeminum. Elektromekaniska hondbremsu Hondbremsan er elektro- mekanisk, sum aktiverast við eini kontakt í gardan- boksini og loysnar auto- matiskt, tá bilførarin setur í gir og nemur spitaran. Bil- urin startar bert um koblingspedalurin er inni. E l e k t r o hy d r a u l i s k a servostýringin tillagar seg ferðina og er sera løtt at arbeiða við til býkoyring, hon verður síðan tyngri og fastari, so hvørt sum ferðin veksur. Undirvognurin er sera framkomin, og koyri- eginleikarnir eru heilt í topp. Málið hjá Audi er, at A6 skal vera leiðandi í sínum klassa. A6 fæst við fimm ym- iskum motorum, trimum bensin og tveimum diesel. Bensinmotorarnir eru: 2,4 litur V6 við 177 hk, 3,2 litur V6 FSI við 255 hk og ein 4,2 litur V8 við 335 hk. Dieselmotorarnir eru: 2,0 litur TDI (4 syl.) við 140 hk, 3,0 litur V6 TDI við 225 hk. Sum eykaútgerð fæst A6 við Xenon-lyktum, sum snara við tá bilførarin snar- ar rattinum. Bilurin er sera rúmligur og viðførisrúmið er 546 litrar. Prísirnir á Audi A6 byrja við 418.000, og tann sum vit royndarkoyrdu kostaði 438.000. Audi A6 2,4 V6: Smartur og fram- komin luksusbilur Audi A6 2,4 V6 Motorurin 2,4 litur V6 við 177 hk 0-100 km/t 8,9 sek. Bensinnýtsla 10,0 - 10,3 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 205/60-16 Stødd og vekt Longd 491,6 cm Breidd 185,5 cm Hædd 145,9 cm Eginvekt 1525 kg Viðførisrúm 546 litrar Prísur kr. 438.000 Søluumboð Bilasølan v. Øssur Johannesen Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel. 315354 www.audi-vw.net Audi A6 er ein smartur og framkomin luksusbilur við sportligum designi Mynd: Magnus Gunnarsson Linjurnar eru nakað fyri seg og í besta Audi-stíli. Bilurin er sera rúmligur og viðførisrúmið er 546 litrar Mynd: Magnus Gunnarsson Audi A6 innan. Leggið til merkis trapez-líknandi búmerkið í rattinum. Multi Media Interface (MMI) er standard í nýggja A6 Mynd: Magnus Gunnarsson C M Y K 14