hósdagur 19. august 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 156 - 19. august 2004
C
M
Y
K
16
Nr. 156 - 19. august 2004
17
Atlantic Airways
verður framhaldandi
høvuðsstuðul hjá før-
oyska fótbóltslands-
liðnum, men afturat
sær hevur flogfelagið
nú Føroya Banka
SPONSORAVTALA
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinastu nógvu árini hevur
Atlantic Airways
verið
partur av føroyska lands-
liðshópinum. Bæði sum
flutningsfelag,
og
ikki
minst sum høvuðsstuðul
hjá fótbóltslandsliðnum.
Stjórin
í
felagnum,
Magni Arge, hevur ongan-
tíð dult týdningin, sum
landsliðið hevur fyri før-
oyska ferðavinnu – og
harvið Atlantic Airways –
og mikudagin á miðdegi
varð hetta undirstrikað, tá
Atlantic Airways enn eina-
ferð skrivaði undir tvey-ára
sponsoravtalu við FSF.
Hava nógv í felag
Hetta er sætti sponsorsátt-
málin, sum flogfelagið ger
við Fótbóltssambandið, so
ikki kann sigast annað enn,
at Atlantic hevur verið FSF
ein drúgvur stuðul, men
sambært stjóranum, so eru
teir á ongan hátt vorðnir
troyttir av hesum enn.
– Tað kemst av tí, at vit
eru onga løtu í iva um, at
føroyska fótbóltslandsliðið
er fremsta vørumerki, sum
føroyingar eiga, til tess at
gera vart við seg í umheim-
inum. Tað veit ein og hvør,
sum hevur ferðast uttan-
lands fyri einum tíggju
árum síðani og so nú. Út-
lendingar vita í dag nógv
meira um Føroyar, enn tey
gjørdu tá, og tað er stórt
sæð orsakað av fótbólts-
landsliðnum og teirri pos-
itivu umtalu, sum hetta
skapar fyri okkum.
Hóast Atlantic Airways
sostatt fær stóru nyttu úr tí,
sum fótbóltslandsliðið av-
rikar, so er spurningurin tó
eisini, um felagið ikki
hevði fingið eins stóra
nyttu, um onkur annar var
høvuðsstuðul. Hesum er
Magni Arge heldur ikki
heilt ósamdur í, men hann
leggur tó dent á, at tað
eisini eru onnur viðurskifti,
sum gera seg galdandi í
hesum.
– Fyrst og fremst, so vilja
vit fegin vera við til at at
stuðla landsliðnum, og
hartil, so eru eisini rættiliga
nógv ting, sum knýta okk-
um saman. Bæði Atlants-
flog og FSF fóru í altjóða
kapping um somu tíð. Í
báðum førum vóru fólk
flest tó rættiliga ivasom
um, hvørt hetta var eitt
skilagott stig at taka, og í
báðum
førum
hava
prógvað, at tað ber til, um
tú bert hevur viljan og
áræðið til tað. Og ikki
minst, so hava vit bæði tvey
framvegis ambitiónir um at
koma víðari í altjóða høpi.
– So alt í alt, so vilja vit
heldur enn gjarna tryggja,
at tað framhaldandi ber til
hjá fótbóltslandsliðnum at
taka lut í altjóða kapping.
Og at enda vil eg siga, at
hetta er so eisini okkara
stuðul til føroyskan fótbólt.
Sum tjóðarflogfelag, so
kunnu vit við hesum stuðla
samlaða føroyska fótbólts-
heiminum, og tað gera vit
fegin, sigur altso Magni
Arge at enda.
Ikki einsamallir
Atlantic Airways verða tó
ikki einasti høvuðsstuðulin
hjá landsliðnum hesi kom-
andi árini.
Í mun til fiskivinnuna,
har talan framyvir verður
um skerda veiðu á Føroya
Banka, so hevur FSF nevni-
liga fingið Føroya Banka
afturat sponsorpakkanum.
Slíkar loysnir hevr FSF
áður havt, og eitt nú var
Vest-laks
í
fleiri
ár
høvuðsstuðul saman við
Atlantsflogi. Nú hevur tað
so eydnast at fáa Føroya
Banka við í eini slíkari
loysn, soleiðis at sponsor-
grundarlagið undir lands-
liðnum er enn tryggari.
Sum vant, so bar ikki til
at fáa upplýst, hvussu
stórar upphæddir sponsor-
avtalan snýr seg um, men
tað er einki at ivast í, at
talan verður um eitt gott
ískoyti til raksturin av
flaggskipinum hjá føroysk-
um fótbólti.
Landsliðið fer á Bankan
Í miðdegi mikudagin skrivaðu Fótbóltssambandið, Føroya Banki og Atlantic Airways undir
sponsoravtalu, sum er galdandi fyri tey bæði næstu árini
Mynd: Jonhard Hammer
17
ROVER 827 COUPE DE LUXE
AUTOMATIC
Árg Apr-98, Km 28.000. Top modell:
Bert koyrt 28.000 km. Klimaanlegg,
Leðurinntrekk, Sóltak, El-rútar, El-
spegl, Fj.-stýrt centrallás, Radio,
Alufelgur, Spoylarar v.m. Sertilboð
kr. 198.000.
KIA CARNIVAL 2.9 HPDI EX
MODEL
Árg Mar-02, Km 195.000. Top mod-
ellið: Aircondition, Automatgear,
Regnsensor, El.-stýrt førarasetur, El
rútar fr.+ aftan, El.spegl, Fjarstýrt
centrallás, Hita í forrúti, C.D.anlegg,
Mjørkal.-Leður róður v.m. (Nýprísur:
325.800,-). Kr. 218.000.
KIA SEPHIA II 1.5 SLX
Árg Apr. 1999, Km 71.000. El.-rútar.
fr.- Valnød Instrumentbretti, Tak-
boylar, Sleipikrók v.m. Kr. 86.000.
OPEL ASTRA 1.6 STC.
VØRUVOGNUR
Árg Apr. 1999, Km 28.000. Bert
koyrt: 28.000 km, Fjarstýrt Centr-
allás, Radio v.Bandspælara, Tak-
boylar v.m. Kr. 75.000.
SUBARU LEGACY 2.0 GL AWD
STATIONCAR. 4 HJÓLSTREKK
Árg Mar-98, Km 63.000. Bakki-
sensor, 4 WD v.Reduktiónsgear,
Fjarðstýrt centrallás, El.-rútar, El-
spegl, C.D.Anlegg v.m. Kr. 118.000.
NISSAN ALMERA 1.6 GX
Árg Maj 1998, Km 61.900. Alufelg-
ur, C.D.Anlegg, Fjarstýrt centrallás,
El.-rútar, El.-Spegl v.m. Kr. 98.000.
TOYOTA AVENSIS TURBO
DIESEL
Árg Aug-00, Kr. 124.000.
ROVER 620 TURBO INJECTION
200 HK
Árg Jul-99, Km 94.000. Top modell-
ið: 200 HK Turbo, Leður Inntrekk,
Sóltak, Aircondition Alufelgur, C.D.-
Anlegg v.m. Kr. 168.000.
LAST TIL PICK UP BILAR
Sum nýggj Pick up Last við síðu-
lúkum /aftan ( MVG fæst aftur av
prísinum). Kr. 4.500.
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag
Jónas Broncksgøta 15
Tel. 310600 - Fax 310650
RENAULT CLIO 2,0 16V 172 HK
Árg Mar-01, Km 28.000. Bilurin hevur t.d. aircondition, sentrallás,
sportsetur, 17’’ alufelgir, og tokulyktir. Alt er originalt. Nýprísur kr.
250.000. Prísuppskot kr. 158.000.
Tel. 316780 / 222353
í Sosialinum
LÝSIÐ
brúktum
bilum
við