hósdagur 19. august 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 156 - 19. august 2004
C
M
Y
K
18
Nr. 156 - 19. august 2004
19
Klaks-
víkin
aftur á
kortið
Í kjalarvørrinum
av stóra Summar
Festivalinum, fara
klaksvíkingar nú at
halda ítróttarnátt
ÍTRÓTTARNÁTT
tíðindaskriv
Ætlanin
við
slíkari
Ítróttarnátt er, at fel-
øgini bæði innan ítrótt
og frítíð, fáa møguleik-
an fyri at vísa seg fram,
umframt
at
vanligi
áskoðarin, fær høvði til
at royna hendan ítrótt,
ella frítíðarfelagsskap.
Soleiðis fáa tey, sum
hava hug, møguleika at
sigla við bátum, skógva
og stigla hestar. Kapp-
róður og frælsur ítróttur
eru eisini á skránni, eins
og fimleikur og bad-
minton eru tað. Og
sjálvandi skal fótbóltur-
in eisini hava sítt pláss,
nú KÍ fyllir hundrað, og
her verður kappast í
kynstrunum at skjóta
brotsspørk og at jongl-
era.
Kvøldið byrjar kl
18.00, tá ið skrúgonga
fer frá býraðshúsinum
og niðan á vøllin við
Djúpumýru, har borg-
meistarin Steinbjørn O.
Jacobsen og sparikassa-
stjórin Eyðfinn Reyð-
berg, seta Ítróttarnátt-
ina. Við í sjálvari skrú-
gonguni eru sjálvandi
ítróttarfólk, brandbilur,
Silvi og onnur.
Ítróttarnáttin endar við
felagssangi og suppu í
KÍ-høllini um miðnátt-
arleitið.
Havnar Fimleikafelag
skipar fríggjakvøldið
og leygardagin fyri
skeiði í Pilates
FIMLEIKASKEIÐ
tíðindaskriv
Málbólkurin til hetta skeið,
er ógvuliga breiður. Øll, ið
fáast við ítrótt, melda til,
taka sær venjingarklæði við
og møta í høllini á Stór-
heyggi kl. 17 fríggjadagin
27. august.
Pilates í
grundvenjingini
Skipanin við strekkingar-
og styrkivenjingum eru
nevndar eftir Joseph H.
Pilates og er eldri enn 90 ár.
Venjingarnar styrkja vødd-
arnar, geva betri kropsburð
og venja fimi og javnvág.
Vant verður standandi, sit-
andi ella liggjandi, við ella
uttan amboðum - har ser-
ligur dentur verður lagdur á
kropsmiðjuna: Búkin og
ryggin.
Upprunaliga vóru mest
fimleikarar og dansarar, ið
nýttu hesa venjingarskipan,
men nú er skipanin innan
mestsum alla venjing - og
til allar aldursbólkar - eins
væl og uppvenjing. Orsøkin
at Pilates hevur vunnið seg
fram, er serliga tí at venj-
ingarnar kunnu nýtast bæði
fyribyrgjandi og uppbyggj-
andi, samstundis sum Pilat-
es kann bæði standa eins-
amøll í venjingarskránni,
ella verða sett saman við
øðrum venjingum.
Sum dømi kann nevnast,
at landsligið í rugby í New
Zelandi, nýtir Pilates sum
part av teirra venjingum -
fyri at fáa betri innari
stabilitet og harvið meira
styrki.
Týdningarmikið er, at
ítróttarfólk geva sær far um
styrkivenjingar og fyri-
byrgjandi venjingar longu í
fyrstu ítróttarárunum. Har-
við kunnu tey sleppa sær
undan skaðum og harvið
fáa møguleika at íðkað
ítrótt í longri tíðarskeið.
Vælvandur
instruktørur
Hetta er fyrsta ferðin, at
alment skeið verður skipað
innan hesa venjing her á
landi, og hevur Havnar
Fimleikafelag
fingið
Hannu
Dalsgarð
at
undirvísa.
At lýsa fyrimunirnar, nú
Hanna Dalsgarð er komin
at undirvísa, verður fyrst
víst á hennara bakgrund
innan kappingar-fimleik.
Síðani hevur hon eisini
dansa nýmótan dans, m.a. á
Marie-Brolin Danse Teater
í Århus og Northern school
of Contemporary Dance í
Leeds og fingið prógv sum
Bachelor of Performing
Arts with Honours in Con-
temporary Dance 2002.
Afturat hesum, hevur hon
íðkað Pilates í fleiri ár. Í
2002 varð hon útbúgvin
Pilates instruktørur í Body
Control Pilates. Eisini hev-
ur hon verið á skeið, har
Rachel Holmes (Nike Ath-
lete)
hevur
undirvíst.
Hanna Dalsgarð undirvísir
í Pilates, Dability Ball
(swissball) og í spinning.
Hun er knýtt at Spirithouse
í Keypmannahavn og letur í
oktober upp egin høli í
Keypmannahavn.
Vónin er, at tað longu
undan jólum skal
bera til at spæla
hond- og flogbólt í
nýggju ítróttarhøllini
REISIGILDI
Jákup Mørk
Tað hevur tikið sína tíð, og
í øllum førum munnu tey í
Kollafirði halda, at tað nú
er nokk tosað um at byggja
ítróttarhøll í bygdini.
Longu tá samanleggingin
við Tórshavnar Kommunu
varð veruleiki, skuldi ar-
beiði verið farið ígongd,
men av ymsum ávum hevur
hetta alla tíðina drigið út.
Í ár er tó verulig ferð
komin á málið. Ein lokalur
bólkur varð settur, sum í
tøttum samstarvi við Bý-
ráðið skuldi fyrireika alt
arbeiðið, og síðani hevur
gingið skjótt.
Fegin formaður
Og tað er einki at dylja, at
tað er ein fegin Heðin
Mortensen, sum nú kann
staðfesta, hvussu væl ar-
beiðið nú er komið áleiðis.
Ikki minst tykist hann
leggja dent á, at koll-
firðingar við nýggju høllini
ikki bara fáa eina ítróttar-
høll, men ein savningar-
depil fyri alla bygdina, har
tiltøk av alskyns slag kunnu
hýsast.
– Hartil verður hetta eis-
ini gjørt sum ein partur av
skúlaútbyggingini, og tá alt
hetta er liðugt, so skuldu
kollfirðingar havt ein skúla,
sum fult og heilt livir upp
til tey krøv, sum nýggja
fólkaskúlalógin fyriskrivar.
Kostnaðurin av høllini
verður mettur til at liggja
um 15 mió kr., men hóast
hetta kann tykjast nógv, so
er einki sum bendir á, at
hetta verður seinasta høllin
í kommununi í hesum um-
farinum. Í øllum førum
tykjast tankarnir hjá for-
manninum í byggi- og bý-
arskipanarnevndini
og
mentamálanevndini
at
venda tann vegin, at ein
ítróttarhøll á Argjum/Vest-
urbýnum verður tað næsta á
skránni.
Alment ítróttarskeið í Pilates
Reisigildi í Kollafirði
Høllin í Kollafirði er nú reist, og vónin er, at tað longu undan jólum skal bera til at spæla dyst
Mynd: Álvur Haraldsen
19