Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. august 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 156 - 19. august 2004 Seks brots- sparks- royndir Ein heldur løgin hend- ing tók seg upp, tá Tunis og Serbia/Montenegro leiktu sín seinasta dyst í OL-kappingini í fótbólti. Við støðuni 1-1 stutt undan leikloki fekk Tunis tillutað brots- spark. Mohamed Jedidi tók sær av sparkinum, og sjálvur helt hann í øllum førum, at hann hevði tryggjað sínum monnum sigurin við sparkinum. Men tað helt dómarin ikki. Hann metti, at tveir leikarar hjá Tunis høvdu runnið inn í brotsteigin, og so skuldi sparkast av nýggjum. Søgan endur- tók seg ikki færri enn fimm ferðir, og ikki fyrr enn í sættu royndini góðkendi dómarin sparkið. Tá hevði Nikola Milojevic í serbiska málinum eisini bjargað eini roynd, men heldur ikki ta ferðina varð brotssparkið góð- tikið. Sostatt vann Tunis at enda dystin 2-1, men úrslitið kundi tó gera tað sama, tí hvørki av lið- unum høvdu møguleika at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. -jm Klaks- víkingur í OL- finalu Týsmorgunin var David Carry partur av bretsku svimjistafettini, sum skuldi royna seg í 4X200 metra frísvimj- ing. David Carry hevur ættarbond úr Klaksvík, og tí ber á ein hátt til at siga, at Klaksvík nú eigur umboð í OL- finaluni. Tað eydnaðist nevnliga bretska liðnum at svimja seg í finaluna, har teir eru kvali- fiseraðir við fjórðbestu tíðini. David Carry setti eisini persónligt met í hálvfinaluni. -jm Stórur áhugi fyri før- oyskum leikarum Framúr avrikið hjá før- oyska U-17 landsliðnum í Finnlandi herfyri ber nú við sær, at sannur gravgangur er eftir framtíðar stjørnunum í føroyskum fótbólti Tað var sjálvsagt fyrst og fremst 1-0 sigurin á Danmark, sum seinni vann NM-kappingina, sum vakti ans millum mongu talent-skótarnar, sum vóru til staðar, tá NM-kappingin fór fram. Hesir eru vanliga nógvir í tali, og fleiri teirra hava í øllum før- um skrivað sær føroysk nøvn í blokkin. Sum Sosialurin skilir, so er talan í fleiri førum um heilt konkretan áhuga fyri leikarum, men tað hevur enn ikki borið okkum til at stað- festa, hvørji feløg og leikarar talan er um. Men meira verður iva- leyst at frætta um hetta seinni. -jm Ciesle- wicz við í UEFA- hópin Danska leikaraverkfall- ið hevur nú millum ann- að við sær, at tað kann gerast sera trupult hjá donsku feløgunum at manna lið, tá altjóða dystir eru á skránni. Um eina viku skal Brøndby spæla UEFA- Cup dyst móti lettiska Ventspils, og nú boðar felagið frá, at teir hava 16 leikarar tøkar til dystin. Altso leikarar, sum ikki eru fevndir av verkfallinum. Millum hesar 16 er Lukasz Cieslewicz, sum áður hevur leikt á dreingjaliðnum hjá VB. Lukasz skrivaði í fjør undir sáttmála við Brøndby, og her hevur gingist heilt væl hjá honum, og millum ann- að skeyt hann tvey mál, tá Brøndby herfyri vann seg fram til finaluna í stórari ungdómskapping í Hollandi. Hartil hava góðu av- rikini í Brøndby givið honum pláss í brutto- hópinum hjá pólverska U-19 landsliðnum. -jm Torkil Veyhe og Gunnar Dahl-Olsen gjørdust føroyameist- arar í einkultstarti, tá kappast varð í hesi grein um vikuskiftið SÚKKLING tíðindaskriv Skipað varð fyri FM í einkultstarti í vikuskiftin- um. Unglingar og vaksin koyrdu 30 km einkultstart. Teinurin gekk úr Havn til Kaldbak, har vent varð, og síðan aftur til Havnar Veðrið var av tí besta leygardagin, og fleiri súkklarar høvdu tí sett nøsina upp eftir at sett nýtt met - antin persónligt ella nýtt føroyskt met. Men hó- ast góðar umstøður eydn- aðist royndin hjá Gunnar Dahl-Olsen ikki at sláa fýra ára gamla metið hjá Rógva Johansen. Men enn eitt meistara- heitið bleiv tað so til, og so mikið væl gekk leygardag- in, at sigurin var rættiliga sannførandi. Gunnar vann við heili trimum minuttum á nummar tvey, ið hesa ferð gjørdist Sverri Mohr Ed- vinsson. Munurin hevði allarhelst verið enn størri um ikki vilstur seyður hevði steðgað Gunnari á veg niðan eftir brekkuni við Sundsverkið. Tíðin hjá Gunnari var 43 minuttir og 3 sekund. Triðj- ur á mál varð Christian Guttesen. Hann kom á mál bert ein minutt eftir Sverra, hettta hóast høgri armur var væl innbundin í gipsi og øðrum. Christian var óheppin undir Statoil Kring Føroyar súkklukappingini á veg oman í Fámjin. Hann datt og armurin brotnaði. Men hetta slóð ikki mannin av hestinum, og leygardagin fekk hann so løn fyri góðan venjingarinnsats í hesum kappingarárinum. Eitt bronsuheiðursmerki bleiv tað til. Eli og OyL Lovandi ungi súkklarin, Eli Christiansen úr Havn stóð seg ikki so gott leygardagin. Umframt at hann ikki dámar so væl einkultstart, so hevur hann ikki havt tað stóru framgongdina í ár. Eftirsum eingir Oyggjaleikir eru í ár hevur hann avgjørt at tikið tað eitt sindur róligt í ár. Hetta hevði tí við sær, at hann mátti taka til takkar við einum fimta plássi, bert eitt sekund eftir Beinir Ras- mussen. Men hesa gongd hevur Eli nú ætlanir um at broyta. Hann hevur nú ætl- anir um at taka eitt ordiligt hál fram til Oyggjaleikir. Eydnast tað honum at vinna sær pláss á føroyska landsliðnum, ja so er ein treyt, at mann skal tíma at koyra einkultstart. Hetta er jú ein av greinunum kappast verður í á Oyggjaleikum. Torkil vann trygt Hjá unglingum gekk best hjá 14 ára gamla Torkil Veyhe úr Havn. Eisini hann vann ein tryggan sigur, tá hann kom á mál eftir at hava súkklað teir 30 km uppá tíðina 51 minuttir og 30 sekund. Torkil vann við ikki minni enn hálvum øðr- um minutti á Bergur Johan- sen, ið gjørdist nummar tvey. Triðjur á mál kom Sigmund Olsson, ið eins og Torkil, roynir seg á hesum langa einkultstarti á fyrsta sinni. FM í landavegkoyring Komandi leygardag skulu súkklararnir aftur í eldin. Tá verður kappast um enn eitt meistaraheiti. Hesa ferð FM í 100 km landaveg- koyring. Teinurin leygardagin gongur av Toftum, um Eið- isskarð, suður gjøgnum Sundalagið, eftir Oyggjar- vegnum til Havnar. Málið verður aftur við Plantusøl- una við Hvítanesvegin. Unglingar koyra tó ikki eftir Oyggjarvegnum, men leggja leiðina gjøgnum Kaldbakstunnilin, og síðan beina kós til Havnar. Ung- lingarnir koyra sostatt ikki 100 km, men umleið 70 km. Torkil og Gunnar vunnu Gunnar Dahl Olsen vann aftur í ár FM-heitið í einkultstarti, men heldur ikki hesaferð eydnaðist honum at taka metið hjá Rógva Johansen Úrslitið av einkultstartinum varð soleiðis: Unglingar: Nr. Navn Tíð 1 Torkil Veyhe 51:30:00 2 Bergur Johansen 52:58:00 3 Sigmund Olsson 55:32:00 4 Rúni Bláfoss 57:42:00 5 Finnur Mellemgaard Útgekk Menn: Nr. Navn Tíð 1 Gunnar Dahl-Olsen 43:03:00 2 Sverri M. Edvinsson 46:07:00 3 Christian Guttesen 47:17:00 4 Beinir Rasmussen 49:03:00 5 Eli Christiansen 49:04:00 6 Esmar Joensen 49:56:00 7 Kjartan Egholm 53:32:00 8 Evald Rasmussen 57:45:00 9 Høgni Øster 58:33:00 C M Y K 20 Nr. 156 - 19. august 2004 21 UTTAN ÚR HEIMI Hótta við innrás Burundi og Rwanda hótta við at senda hermenn inni í grannalandið Kongo eftir uppreistrarmonnunum, sum seinasta vikuskiftið beindu fyri umleið 180 flóttafólk- um á markinum ímillum londini. Rwandiski uttanríkisráðharrin, Charles Murigade, segði við BBC týsdagin, at stjórn hansara fer ikki at sita hendur í favn. Hann minti á, at drápsmenninir vóru at tutsi-fólkinum, og at tey myrdu flóttafólkini vóru av hutu-fólkinum. Í 1994 kravdi stríð ímillum hesi bæði fólkasløgini meiri enn 800.000 mannalív í Rwanda, og stjórnin hevur sett sær fyri, at nakað slíkt skal ikki henda aftur. Seinastu tíggju árini hava viðurskiftini verið spent ímillum grannalondini Rwanda, Burundi, Kongo og Uganda. Tá borgarakríggj var í Kongo fyri nøkrum árum síðani, hjálptu Rwanda og Burundi uppreistrar- monnunum har, men tað eydnaðist at fáa partarnar at binda frið. Nú er vandi fyri, at bardagarnir kunnu bresta áaftur. Ágangurin stendur við Amnesty International vil vera við, at viðurskiftini í Liberia eri einki batnað, síðani tað 15 ára langa borgarakríggið endaði í august í fjør. Felagsskapurin sigur, at tað hevur gingist sera striltið við at útvega sivilfólkinum betri kor. Tey fáa lítla og onga verju, og mannarættindini verða ikki vird. Fólk verða plágað, hótt og noydd at arbeiða sum trælir, og fleiri verða rænd. Tað eru vápnaðir brotsmannabólkar, sum standa fyri áganginum, sjálvt um myndugleikarnir hava lovað at taka vápnini frá teimum, sigur Amnesty International. ST hevur 15.000 friðarvarðveitandi hermenn í Liberia, men sambært Amnesty International hava teir ikki eftirlit við øllum landinum. ST hevur annars bundið seg til at tryggja friðin í Liberia og at hjálpa fyribilsstjórnini, so val kann haldast næsta ár, skrivar Reuters. Norski flotin lagdur Ein stórur partur av norska herflotanum fekk mána- dagin boð um at fara í havn, tí herflotin hevur ov lítið av pengum eftir til raksturin í ár. Trond Gryting, kommandørur, sigur við Bergens Tidende, at 137 milliónir krónur resta í, til at herflotin kann halda fram við tí vanliga virkseminum tað, sum eftir er av árinum. Tí hevði leiðslan ikki annað í at velja enn at binda skipini. Tað ger, at umleið 1500 menn, sum skuldu gera hertænastu hetta tíðarskeiðið, mugu finna okkurt annað at taka sær til. Bara tey herskipini, sum taka lut í venjingum ella uppgávum hjá NATO, verða verandi úti. Pengatrotið ávirkar kortini ikki ta vanligu sjóverjuna, og fiskiveiðieftirlitið verður heldur ikki rakt, skrivar Bergens Tidende. 9000000000 í 2050 Amerikanski stovnurin Population Reference Bureau hevur roknað seg fram til, at um 46 ár fara meiri enn níggju milliardir fólk at búgva á Jørðini. Stovnurin sigur, at í 2050 verður fólkatalið í heim- inum 9,3 milliardir, men samstundis vísa framrokning- arnar, at í fleiri londum fer fólkatalið at minka. Talan er serliga um ídnaðarlondini, og minkingin kemst av, at fólk fáa færri børn, og at búskapurin fer at vikna. Ein triða orsøk er, at fleiri av ídnaðarlondunum hava gjørt av seta mark fyri, hvussu nógvum fremmandafólki tey vilja taka ímóti. Serliga Japan verður meint rakt. Har fer fólkatalið sambært framrokningunum at minka heili 20 prosent. USA er harafturímóti eitt undantak, tá talan er um gongdina í ídnaðarlondunum. PRB roknar við, at fólkatalið í USA fer at veksa heili 43 prosent tey næstu 46 árini, soleiðis at 420 fólk fara at búgva har í 2050. Í dag búgva 293 milliónir fólk í USA. Ferjurnar hjá DFDS og Stena Line, sum sigla ímillum Dan- mark og Noreg, hava ongantíð flutt so nógv ferðafólk sum í summar SIGLING Árni Joensen fartekst@mail.dk Tær báðar ferjurnar hjá DFDS, sum sigla ímillum Keypmannahavn og Oslo, hava ongantíð flutt so nógv ferðafólk sum í summar. Í juli sigldu 101.382 fólk við teimum báðum skipun- um. Í meðal vóru 1500 ferðafólk við "Crown of Scandinavia" hvønn túrin, og meðaltalið við "Pearl of Scandinavia" var 1770, sigur ferðastjórin hjá DFDS, Morten Fure, við Aftenposten. Spurdur, um reiðaríið setir prísirnar niður fyri at fylla skipini, svarar Mort- en Fure, at prísirnir verða settir eftir tí, sum markn- aðurin vil gjalda. Reiðaríið hevur góð altíð tilboð, og skipini hava verið full alla tíðina, sigur hann. Svenska reiðaríið Stena Line hevur ferjusamband ímillum Frederikshavn í Danmark og Oslo, og eisini har siga tey, at summarið hevur verið gott. Í juli flutti felagið næstan 86.000 fólk á rutuni, og tað var met. Hinvegin letur norska reiðaríið Color Line ikki so væl at. Ferðafólkatalið er á leið tað sama sum í fjør ella kanska minni, og tað kemst serliga av, at færri fólk hava ferðast á rutuni ímillum Oslo og Kiel í Týsklandi. Løgreglan í Kenya ætlar at taka DNA- royndir av ellivu børnum, tí illgruni er um, at tey eru keypt BARNAHANDIL Árni Joensen fartekst@mail.dk Løgreglan kom fram á børnini heima hjá erka- biskuppinum Gilbert Deya í kenyanska høvuðsstaðn- um Nairobi. Hann hevur tilnevnt seg sjálvan leiðara í kirkjuni The Gilbert Deya Ministries, sum hevur havt sera stóra framgongd í Bretlandi í seinastuni. Sambært BBC heldur biskuppurin uppá, at hann hevur serlig evni at hjálpa kvinnum, sum ikki kunnu fáa børn, soleiðis at tær kortini gerast við barn. Hann skal eisini hava hjálpt fleiri eldri kvinnum við tí sama. Aðrar keldur vilja vera við, at biskuppurin hevur fingið fleiri bretskar kvinnur at halda, at tær vóru vorðnar við barn, og at tað var Guð, sum hevði gjørt tað. Sjálvur sigur biskuppurin, at við at biðja hava hann og konan fingið trettan børn tey seinastu fimm árini. Men myndugleikarnir í Kenya, enska kirkjan og fleiri barnafelagsskapir leggja Gilbert Deya undir at reka handil við børnum. Eitt nú hava myndugleikar- nir avdúkað, at nakrar kvinnur í Bretlandi, sum søgdu seg vera vorðnar við barn við Guði ella Jesusi, fingu boð um at koma til Kenya, har tær nakrar dagar seinni fingu hvør sítt barn. Bretsku myndugleikarnir hava síðani tikið DNA- royndir av nøkrum av hesum børnunum, og royndirnar samsvaraðu ikki við DNA-royndir av "mammunum", sigur BBC. Starvsbrøður hjá Gilbert Deya, erkabiskuppi, halda lítið um avrik hansara. Dominic Walker, sum er biskuppur í Masmouth og talsmaður hjá ensku kirkj- uni, ásannar fyri BBC, at hann trýr upp á undurverk. Men tað er ikki talan um undurverk í hesum før- inum, men heldur eitt ella annað slag av barnahandli, sigur hann við BBC. Patrick O'Brian, sum starvast á Royal College of Obstetrics and Gyna- ecology, sigur, at kanningar av "mammunum" hava víst, at tær høvdu ikki verið við barn. Hann heldur, at Gil- bert Deya, biskuppur, ger sær dælt av barnleysum hjúnum, sum ofta eru til reiðar at gera hvat sum helst fyri at fáa børn. – Hetta eru ikki undur- børn, men børn hjá øðrum, og myndugleikarnir mugu fáa greiði á, hvaðani hesi børnini eru komin, sigur Patrick O'Brian. The Gilbert Deya Mini- stries hevur umleið 36.000 limir í Bretlandi, og har- afturat hevur kirkjan deildir aðrastaðni í Evropa um- framt í Afrika og Asia. Metsummar hjá Noregs- ferjunum "Undurbørn" kunnu avdúka barnahandil Dráps- royndin mis- eydn- aðist Gjáranáttina royndi ísraelski herurin at beina fyri einum av leiðarunum í felagsskapinum Hamas, men royndin miseydnaðist. Ahmed al-Jabari slapp livandi frá álopinum, men fimm onnur fólk doyðu, og fleiri vórðu særd. Her fær ein av teimum særdu hjálp 21