mánadagur 15. februar 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tíðindi síða 9
Landið
er ein
vánaligur
eigari
ítróttur síð a 16-17
H71
er besta
hond
bóltsfelag
– Løgtingsfólk, sum taka sæti í
landsstýrinum, eiga at varðveita
løgtingssessin.
Hetta sjónarmið varð viðgjørt í
Radaranum í útvarpinum í síðstu
viku og í tíðargrein í Dimmalætting
herfyri.
Í útvarpinum kjakaðust Bergur
Berg, stjórnmálafrøðingur, og Bjørn
á Heygum, løgfrøðingur, um hesa
skipan. Bergur Berg heldur, at skip
anin skal broytast, so landsstýris
fólk kunnu atkvøða í løgtigninum,
meðan Bjørn á Heygum, sum var
ein teirra, ið gjørdi uppskotið til
galdandi stýrisskipan, heldur, at
skipanin skal varðveitast.
Tað var eftir løgtingsvalið í 1994,
at stýrisskipanin varð broytt so
leiðis, at landsstýrisfólk – um tey
eru vald á ting, skulu lata frá sær
tingsessin. Fyrstu landsstýrisfólk
ini, sum gjørdu tað eftir hesi skipan,
vóru tey, sum vórðu tilnevnd til
landsstýrisfólk í 1998.
Fyri ta tíð var siðvenja, at lands
stýrisfólkini lótu næsta fólk á lista
num taka sæti. Men tað var ikki
altíð gjørt. Summi landsstýrisfólk
varðveittu tingsessin. Vit kunnu
bara gita, at summi gjørdu tað, tí
tey vildu ikki hava ein ávísan vara
mann inn í sítt stað, og vit kunnu
gita, at summi gjørdu tað fyri at
fáa dupulta løn. Tað var heldur
ikki ætlanin við nýggju stýrisskip
anini, men løgtingið broytti lógar
uppskotið soleiðis, at tingfólk, sum
vórðu vald í landsstýrið, ikki kundu
sita á tingi.
Ímynda vit okkum, at tey átta
landsstýrisfólkini, sum eru í dag,
eisini sótu í løgtinginum, so vóru
bara átta eftir í tingbólkunum hjá
Javnaðarflokkinum, Tjóðveldinum
og Framsókn at manna allar ting
nevndirnar og at gera alt arbeiðið
í løgtinginum, meðan andstøðan –
og Sonja Jógnvasdóttir, vóru 17. Tì
landsstýrisfólkini fáa ikki arbeitt
sum tingfólk í nevndunum, sum eru
stórur partur av tingarbeiðinum. Tí
hevði hetta ikki verið ein skilagóð
broyting.
Løgtingið skal jú hava eftir
lit við landsstýrinum. Um ikki
landsstýrisfólkini í síðstu sam
gongu høvdu varafólk fyri seg á
tingi, so var eingin kanning gjørd
um Skálafjarðartunnilin. Tað var
ein varamaður, sum tryggjaði ta
kanningina.
Flokkarnir verða eisini styrktir,
tá varafólkini koma á ting fyri
landsstýrisfólkini. Tí tá fáa flokkar
nir fleiri roynd fólk, sum duga pol
itiska spælið. At fleiri flokkar hava
fleiri roynd fólk styrkir fólkaræðið.
Latið okkum tí varðveita hesa
skipan, at landsstýrisfólk leggja
tingsessin frá sær.
Varafólk styrka fólkaræði
– Vit merkja, at fólk eru farin
at planleggja í góðari tíð, og
at tey hava tikið væl ímóti
bíligu flogferðaseðlunum.
Tað sigur Niels Mort
ensen,
nevndarformaður
í Atlantsflog, tá vit spyrja,
um tær broytingar, sum
eru
gjørdar
í
felagnum,
síðani leiðslan varð broytt
fyri góðum tveimum árum
síðani,
fara
at
síggjast
aftur í úrslitinum fyri 2015,
vil hann ikki svara enn, tí
ársroknskapurin
er
ikki
klárur enn.
– Vit mugu sjálvandi
fyrst boða eigarunum frá
úrslitinum, áðrenn tað fer út
í fjølmiðlarnar, sigur hann
speiskliga.
Men
Niels
Mortensen
vísir á, at Atlantic Airways
er eitt stórt felag við dýrum
tólum.
– Felagið umsetir fyri eina
hálva milliard krónur um
árið. Vit kunnu staðfesta, at
ferðafólkatalið veksur, at
prísirnir eru farnir niður, og
at fólk brúka tilboðini, sum
felagið er komið við, og at tey
taka væl ímóti tí, sigur Niels
Mortensen.
– Fólk ferðast meira, og
fólk duga og tíma væl at
planleggja í góðari tíð fyri
at gera sær dælt av góðu
tilboðunum, sigur hann.
Niels
Mortensen
ger
púra greitt, at uppgávan
hjá honum var at fáa tað at
verða so bíligt sum gjørligt
at ferðast. Hann sigur, at
felagið arbeiðir við fleiri
broytingum, sum vit fara at
hoyra um í næstum.
– Vit royna alla tíðina at
tillaga okkum. Tá vit tóku
okkum av Børsinum segði
landsstýrið, at tað for ikki at
krevja vinningsbýti, og tað
er gott fyri felagið. Vit fáa
eitt nýtt flogfar í desember,
vit hava júst fingið tvær
nýggjar tyrlur. Tað hevur so
stóran týding, at vit dagføra
tólini alla tíðina, sigur Niels
Mortensen.
Hann vil hvørki vátta
ella avsanna tíðindini um, at
matur og drekka ikki verður
eitt ókeypis tilboð umborð á
flogførunum hjá Atlantsflog
eftir 1. mai.
Men sum skilst er hetta
ikki
einasta
broytingin,
sum verður hjá Atlantsflog.
Hvørjar aðrar broytingar
verða frætta vit helst í næst
um.
Fólk eru farin at ferðast meira
Landsstýrisfólk ikki stundir
at arbeiða í løgtingsnevndum
Í
blaðnum
fríggjadagin
skrivaðu vit, at sjógarpurin
Ove Joensen hevði verið
vápnasmuglari.
Sambært
keldu okkara er tað at taka
í so rívan til. Tí hann hevur
sjálvur greitt frá, at hann –
uttan at vita tað, hevði siglt
við skipi, sum smuglaði vápn
fyri eitt nú kenda týska yvir
gangsfelagsskapin,
Bader
Meinhoff. Tí var tað ikki rætt
at siga, at Ove var vápna
smuglari.
Sigldi við vápnasmuglara
Tvíkiljan Codrington Arr
ow, sum hevur ligið í Vágs
botni seinastu fýr vikurnar,
bíðar framvegis eftir líkind
um.
Hon steðgaði í Havn á
veg úr Bretlandi til Íslands,
tí veðrið ikki var til vildar.
Og nú góðar fýra vikur
seinni liggur hon við sama
lag – í sama stað.
Vakthavandi á Tórshavn
ar Havn upplýsir fyri in.fo,
at talan ikki er um nakað
brek, ið forðar tvíkiljuni at
sigla víðari, men at tað bara
verður bíðað eftir veðri
num.
– Veðrið hevur verið
rímiliga ófantaligt seinastu
vikurnar, so tað hevur ikki
borið til hjá teimum at
siglt víðari. Veðrið má vera
av tí besta, um ein slík tví
kilja skal kunnu sigla til Ís
lands, segði vakthavandi á
Tórshavnar Havn við in.fo.
Tvíkiljan er 26,5 metrar
long, 7,7 metrar breið og
stingur 2,8 metrar djúpt.
Hon er 152 BRT, tekur 120
ferðafólk og siglur 26 míl.
Motorarnir eru tveir MWM
dieselmotorar við 1142 bhk.
Tvíkiljan bíðar
eftir líkindum
Niels Mortensen er nevnd
arformaður í P/F Atlantflog