mánadagur 15. februar 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BRÓSTKRABBI
Barbara Holm
Hvør kennir ikki ræðusøg
urnar um, at í Føroyum er
eingin mammografi skann
ing. Fært tú krabba, so verður
tú sleptur uppá fjall. Finnur
tú eina kúlu, ja so er best at
fara av landinum.
Ræðusøgurnar eru tær
fyrstu, sum Susan Joensen
trívur í, tá hon skal greiða frá
sínari søgu um kúluna, sum
vísti seg at vera krabbamein.
Tann 12. januar skrivaði
Súsan sína søgu á Facebook
bólkinum »mammografi í
Føroyum«. Í skrivandi stund
hava 697 fólk givið boðunum
tummilin upp. Ikki tí, at
óndsinnaða
kúlan
hevur
uppiborið ein tummil – nei
tí, at Súsan staðfestur, at við
gerðin er góð í Føroyum.
– Eg valdi at siga mína
søgu á netinum, tí eg haldi
tað vera so synd, at kvinnur
í Føroyum halda her eingin
viðgerð er í landinum. Eg
kann siga fyri meg, at eg fekk
fyrimyndarliga góða viðferð
og viðger, sigur Súsan Joen
sen.
Tað byrjaði alt eina nátt
ina, tá ið Súsan helt seg hava
eina leiku í hondini.
Pinocciokúlan
undir húðini
Eina nátt í november vaknar
Súsan Joensen um náttina,
tí hon heldur seg hava fing
ið fatur á onkrari leiku hjá
sjey ára gamla soninum.
Hon legið seg aftur tá hon
varnaðist, at tað bert var ein
kúla í bróstinum. Ikki fyrr
enn seint dagin eftir fór hon
at hugsa um, hvat tað mundi
vera, sum vakti hana.
– Eg hugdi so aftur at
bróstinum, og føldi eina kúlu
á stødd við eina pinoccio
kúlu (bomm, red.). Hon lá
beint undir húðini og var
sera sjónlig, greiðir Súsan
Joensen frá.
Tað løtuna var Súsan ikki
longur í iva. Hon visti beinan
vegin, at hetta neyvan boðaði
frá góðum. Súsan hevur ong
antíð óttast bróstkrabba ella
givið sjúkuni stórvegis ans.
Men hendan dagin fóru al
skyns
tankar
ígjøgnum
høvdið. Tankar, sum hildu
hana frá at fara til læknan í
fyrstu atløgu.
– Eg hugsaði bara, at eg
maktaði snøgt sagt ikki at
fara til læknan, og kanska
fáa
staðfest
krabbamein
mitt í desember, sigur Súsan
Joensen.
Tríggjar
vikur
gingu
framvið, áðrenn Súsan saml
aði sær mót til at ringja til
kommunulæknan.
Súsan
kennir
kommunulæknan
sum ein sera dugnaligan
lækna, sum er bersøgin og
erligur, og tí visti hon, at
hansara reaktión fór at geva
henni eina hylling av, hvussu
støðan í veruleikanum var.
– Eg sá beinan vegin, at
har var okkurt galið. Hann
sendi meg víðari til mammo
grafi skanning og segði, at
um eg einki hevði hoyrt inn
an eina viku, so skuldi eg
ringja aftur, greiðir Súsan
Joensen frá.
Mammografiin
staðfesti illgrunan
Tá Súsan fór út frá komm
unulæknanum var okkurt
inni í henni, sum visti. Visti,
at kúlan var ein hóttan
móti heilsuni. Fimm dagar
seinni vóru boð eftir Súsan
á Landssjúkrahúsinum. Ein
mikudag í desember fór hon
innar á sjúkrahúsið og varð
kannað
av
mammografi
tólinum. Hósdagin varð hon
biðin um at møta á Lands
sjúkrahúsinum til ultraljóðs
kanning, og fríggjadagin 11.
desember vórðu boðini givin.
Ein knútur við krabbamein,
og tveir knútar við byrjandi
krabba.
– Røngtenlæknin segði
mær tann fríggjadagin, at
hann visti longu dagin fyri,
at talan var um krabba. Og
at ultraljóðskanningin og
biopsiirnar
skuldu
stað
festa hetta. Orsøkin til, at
eg kortini skuldi til ultra
ljóðskanning var, at hann og
íslendski skurðlæknin vildi
kenna seg tryggar í, at eg var
klár at leggjast undir skurð
beint eftir jól, greiðir Súsan
Joensen frá.
Hendan fríggjadagin fekk
hon staðfest krabbamein,
men hon fekk eisini boð um,
at læknin í Føroyum og ís
lendski skurðlæknin høvdu
tosað saman, og høvdu lagt
eina ætlan. Súsan segði við
læknan, at hon væl visti, at
talan var um krabba.
– Hann segði, at hann sá
tað á mær, at eg visti av tí.
Og so tók hann stýringina og
leiddi meg ígjøgnum forløbi.
Eg kendi meg í veruleikanum
lættaða og trygga, tá eg fór
út frá læknanum hendan
dagin, greiðir Súsan Joensen
frá.
Eftir
samrøðuna
við
læknan fór Súsan til arbeiðis.
Til Íslands undir skurð
Stutt eftir hendan 11. de
sember, fekk Súsan eina
uppringing. Hesaferð var tað
íslendski skurðlæknin. Hann
vildi vita, hvussu Súsan var
fyri eftir tungu boðini.
– Eg fekk fartelefon
nummarið hjá honum og boð
um, at eg kundi ringja nær
sum helst, greiðir Súsan frá.
Tann 28. Desember skuldi
Súsan til Íslands at leggjast
undir skurð. Tað stóð henni í
boðið at fáa fylgjara við, men
hon takkaði nei.
– Eg vildi ikki hava alla
familjuna við, tí eg væntaði
tað fór at vera ræðuligt. Og
eg vildi heldur ikki biðja
mannin koma við, og lata
børnini vera einsamøll, sigur
Súsan.
Við sjúkrasystrina segði
Súsan, at hon ynskti at fara
einsamøll.
– Eg hevði væntað, at
eg skuldi hava eina góða
frágreiðing um, hví eingin
skuldi við mær. Men bæði tá
og allan vegin ígjøgnum var
sjúkrasysturin so skiljandi.
Eg kendi tað ongantíð sum,
at eg skuldi passa inn í
nakran kassa, greiðir Súsan
frá.
Hon fekk at vita, at tað
var alt í fínasta lagi, og skuldi
hon broytt hugsan, so var
bara at boða frá.
30. desember hitti hon
fyrstu ferð skurðlæknan og
varð løgd undir skurð nakrar
tímar seinni. Men orsaka
av, at hon hevði tosað við
læknan fleiri ferðir áðrenn,
so kendi hon tað sum, at tey
høvdu eitt gott samband,
hóast hetta var fyrstu ferð,
at tey vóru í sama rúmi. 1.
Januar var hon aftur ávegis
heim aftur á klettarnar.
– So løgið tað ljóðar, so
var skurðviðgerðin heilt øðr
vísi enn tað eg væntaði. Eg
var púra frísk og væl fyri tá
eg vaknaði. Onga pínu ella
nakað, sigur Súsan.
Lend í Føroyum tann
1. januar ringdi íslendski
læknin beint sum hon var
komin til Havnar, bert fyri
at tryggja, at hon var væl fyri
eftir túrin. Og sjúkrasysturin
– ja hon hitti Súsan til eitt
lítil kontol longu dagin eftir.
Vil skapa tryggleika
Síðani Súsan skrivaði sína
– Føroyski røngtenlæknin, íslendski skurðlæknin og føroyska sjúkrasysturin, sum
vóru um meg, gjørdi tað næstan lætt at fáa krabbamein, sigur 40 ára gamla Súsan
Joensen úr Havn, sum týsdagin fór undir kemoviðgerð fyri bróstkrabba
KÚLAN Í BRÓSTINUM VAR KRABBAMEIN:
LÆKNATOYMIÐ
GJØRDI TAÐ LÆTT
Framhald á síðu 5
Hetta skrivaði Súsan á Facebook bólkinum
»Mammografi í Føroyum«, eftir hennara skurðviðgerð.
Súsan eitur »Susanne«, men verður rópt »Súsan«
Súsan Joensen fekk 11. desember í fjør staðfest bróstkrabba