Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen – So eru vit á veg heim av Flemish Kap við fullari last av frystum toski, umleið 150 tons. Eg havi verið nógvar túrar á Flemish Kap, bæði á saltfiska- og rækjuveiði. Men, eg havi ongantíð verið so spentur at koma heim sum hesaferð. Tað sigur Símun í Vátu­ toft, sum er á veg heim av Flemish Kap við frysti­línu­ skipinum, Ågot. Og hví er Símun nú so serliga spentur at koma heim hesaferð? Jú, tað dylur hann ikki fyri. – Síðan, eg var á Flemish Kap seinast, havi eg fingið konu og fyri trimum mánað­ um síðan eisini ein son. Tá línukvotan á Flemish Kap var uppfiskað upp undir endan av seinastu viku, frætti Sosialurin frá Símuni í Vátutoft. – Vit fóru at sigla á mid­ degi í dag og hava fulla last. Nakað er eisini av kalva, eini 2600-2800 pund tilsamans. Símun í Vátutoft sigur, at hóast nógvur fiskur hevur verið at fingið, hevur tað ikki gingið heilt eftir ætlan hjá Ågot og manningini. – Frystaríið riggaði ikki, sum tað skuldi, men við góðum vilja gekk tað fylla lastina. Frystingin tók longri tíð, enn hon átti. Hvør fryst­ ari tók umleið fimm tímar í staðin fyri fýra. Tað merkir fleiri tons um sam­døgnið. Símun í Vátutoft sigur, at veðrið var gott, tá teir fóru at sigla, og teir vænta, at ferðin heim fer at taka eini átta sam­døgur. – Tá vit høvdu etið døg­ urða í dag, fóru menn at skera kjálkar og lippir. Eisini er nakað av fiski til at hanga upp at ræsa. Símun í Vátutoft sigur, at kalvarnir, sum teir hava fingið, verða skornir sundur, so allir fáa nakrar bitar við til hús. Vilmund Jacobsen Flestu ísfiskalínuskip eru til fiskiskap, og øll eru und­ ir Føroyum. Flestu skipini eru nýliga byrjaði túr. Á Fiskamarknaði Før­ oya vænta tey ikki nakra línuskipalanding teir fyrstu dagarnar í vikuni. – Men, helst koma nøk­ ur línuskip inn at landa síðst í hesi vikuni. Flestu ísfiskalínuskip fiska tosk og hýsu, og onkur fær nakað av longu og brosmu. Um útlitini til útróð­ ur verður sagt, at streym­ urin verður góður, men veðurlíkindini eru ivingar­ som. – Tað er tí trupult at siga, hvussu verður við útróðri hesa vikuna, verður lagt aftrat. Í morgun er gott veður, men sum skilst, sigur hann upp í einar 15-20 m/sek. ein part av morgindegnum. Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verður eisini skiftandi veður, men eitt nú hósdagin og leygardagin eru útlit til minni vind, einar 5-10 m/sek. vilmund@sosialurin.fo Veðrið verður skiftandi hesa vikuna, men kanska verður onkur løta til útróður Hin fjórði av fimm fyrilestrum í røðini um sálarheilsu og sálarsjúku verður í Felagsskúlanum á Oyrarbakka 23. februar klokkan 19 Á aðalfundi hjá HUXA – fólkafloksungdómi – hava Rói B. Poulsen, Jóhan B. Húsgarð og Hanus Samró takkað fyri seg. Kirstin H. Hansen, Eyðun Hansen og Arni Rasmussen eru nýggj í nevndini. Tvífalt so mong fødd sum deyð Nes kommuna er aftur farin at veksa í fólkatali, tó at vøksturin er lítil. Sambært manntalslistanum, sum Landsfólkayvirlitið ger, búðu 1.237 fólk í kommununi hin 31. desember 2015 í mun til 1.235 fólk somu tíð árið fyri. Av teimum 1.237 íbúgvunum, búgva 326 á Nesi, 792 á Toftum og 119 í Saltnesi. Í Nes kommunu vita tey at siga, at hin 1. januar 2015 vóru 341 fólk 17 ár og yngri. Hetta svarar til 27,5 prosent av fólkatalinum. 155 fólk vóru 67 ár og eldri, og hetta svarar til 12,4 prosent av fólkatalinum. Í 2015 vórðu 14 børn fødd í Nes kommunu - og fimm fólk doyðu. - Síðan ár 2000 eru í miðal fødd 18,13 børn í Nes kommunu um árið - og 9,13 fólk eru deyð. Burðaravlopið seinastu 15 árini er sostatt 9 fólk. Nettofráflytingin sama tíðarskeið er 4,53 fólk. Í Nes kommunu vita tey eisini at siga, at 1.170 fólk búðu í Nes kommunu í ár 2000. - Síðan vaks fólkatalið fram til 2009 upp í 1.268 fólk, sum er størsta íbúgvaratal, sum nakrantíð er skrásett í Nes kommunu við árslok. Lagt verður aftrat, at fólkatalið síðan tók aftur at minka, og í 2013 búðu 1.212 fólk í kommununi. Við árslok 2015 var fólkatalið so aftur komið upp á 1.237. vilmund@sosialurin.fo Streymurin verður góður Streymurin verður góður, men veðurvánirnar eru ivingarsamar Mynd: Birgir W. Høgnesen Símun í Vátutoft hevur verið nógvar túrar á Flemish Kap, men hevur ongantíð glett seg so nógv sum hesaferð at koma heim Fyrstu ferð heim til konu og barn - Eg havi ongantíð verið so spentur av koma heim sum hesaferð. Síðan, eg var á Flemish Kap seinast, havi eg fingið konu og fyri trimum mánaðum síðan eisini ein son, sigur Símun í Vátutoft umborð á frystilínuskipinum, Ågot