Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19 RÚSDREKKA Miðalbrúkið skal niður – so lækkar misbrúkið eisini Byggja á gomul ráð sum eru gjørd í 1991 Árni Gregersen Í 1991 gjørdi Rúsdrekka- og Narkotikaráðið eitt álit, sum rúsevnispolitikkurin í stóran mun er bygdur á síðani tá. Tað var í hesum tilmæl­ in­um at uppskotið um eina einkarsølu kom, sum við sín­ um príspolitikki skuldi virka til at tálma rús­drekka­nýtsl­ una í Føroyum. Har var eisini mælt til at styrkja tey fyribyrgjandi til­tøkini, sum serliga vóru vend móti ungum og barna­ konum. Eisini var mælt til at styrka um viðgerðartilboðini fyri rúsdrekkamisnýtarar. Síðani 1991 hava Rús­ drekka- og Narkotikaráðið og seinni Fyribyrgingarráðið og Fólkaheilsuráðið bygt síni tilmæli um rúsdrekka á, hvussu stór miðalnýtslan hev­ur verið í Føroyum. Við støði í álitinum frá 1991 hevur Fólkaheilsuráðið ásett sum mark, at miðal­ nýtsl­an helst ikki skuldi vera yvir sjey litrar av reinum alko­holi fyri hvønn íbúgva 15 ár og eldri í Føroyum. Skorið út í papp, so hevur ráðið mælt til tálmandi átøk, um miðalnýtslan var oman fyri sjey litrar, eitt nú við am­boðum sum prísi og/ella útsølustøðum. Einkarsøla var sett á stovn Uppgávan hjá einkar­søl­um er einføld, men av­bjóð­andi. Einkarsølan stendur fyri at selja rúsdrekka og hev­ur samstundis eina sam­fe­lags­ uppgávu at tálma nýtsluni av rúsdrekka. Sostatt virka einkarsølur í krossøkinum millum at reka virksemi sítt á ein slík­ an hátt, at bæði krøvini frá viðskiftafólkunum um vørur og tænastur og krøvini frá myndugleikunum um at tálma rúsdrekkanýtsluni, verða rokkin. Kanningar benda á, at und­irtøkan fyri einkar­sølu­ skipan í Føroyum er á eini leið, men skipanin hevur ikki stuðul millum øll. Gallup-kanningar, sum Rúsdrekkasøla Landsins hevur latið gjørt í august og í november 2013, vísa, at um­ leið helmingurin av teimum spurdu siga seg vera nøgd ella sera væl nøgd við verandi skipan við einkarsølu. Í kann­ingini frá august 2013 svar­aðu 41 prosent, at tey vóru ónøgd ella sera ónøgd við einkarsøluskipanina. Í november varð úrslitið, at 31 prosent vóru ónøgd ella sera ónøgd við verandi skip­ an. Rúsdrekkaskipanin hevur eina torføra uppgávu, tí hon skal bæði hvíla í sær sjálvum og geva avlop, umframt at hon eisini hevur til endamál at selja sum minst – ella sagt við øðrum orðum, so skal rúsdrekkasølan eisini tálma nýtsluni. Bólkurin, sum gjørdi álitið um rúsdrekka, heldur ikki at søla av rúsdrekka skal fara út í vanligu handlarnar, men mælir til: Einkarsøluskipanin varð­ veit­ast og mennast. Rúsdrekkasøla Landsins er krummtappurin í einum tálmandi rúsdrekkapolitikki, sum hevur til endamáls at minka um skaðiligu avleið­ ing­arnar av rúsdrekkanýtslu, og eigur søluskipanin at verða varðveitt. Neyðugt er, at Rúsdrekkasølan áhald­ andi tillagar seg í mun til dagsins krøv og tørv, og tí eigur hon at fáa fríari karm­ ar at virka undir. Rúsdrekkasølan fram­ hald­andi landsstovnur Játtanar- og fíggjarlógar­ skipan landsins verður mett at hóska illa til ein lands- stovn, sum rekur handilsligt virksemi, tí skipanin tekur ikki í nóg stóran mun atlit til tær avbjóðingar, sum han­d­ ilsfyritøkur hava fíggjarliga og rakstrarliga. Tí eigur at verða arbeitt fyri at skipa Rús­drekkasøluna sum lands­ stovn leysur av hesum skip­ anum. Avlopskravið strikast Mælt verður til at avtaka avlopskravið, tí tað stríðir móti endamálinum at tálma nýtsluni av rúsdrekka. Í álitinum, sum arbeiðs­ bólkurin gjørdi, eru fleiri onnur átøk, sum mælt verð­ ur til at gera. Millum annað verður mælt til, at bæði aldursmark og rús­drekka­ koyring eiga at handhevjast hart. Lágt promillumark í ferðsl­uni sær út til at geva bein­leiðis úrslit, tá ið hugt verður eftir talinum av deyð­ um í ferðsluni. Talið av deyðum í ferðsl­ uni var sera høgt áðrenn 1990, men síðani er hetta tal minkað munandi. Tað eru eru als ikki eins nógvar álvarsligar ferðslu­ vanlukkur í Føroyum í dag sum í áttatiárunum. Nógv átøk eru gjørd í tíðarskeiðinum fyri at bøta um støðuna, og ikki minst tykist hugburðurin millum fólk at vera broyttur. Trygdarbelti, betri vegir og sterkari eftirlit eru mill­ um virknastu átøkini í hesum høpi. Hinvegin var gongdin árini 2000-2006 ikki eins bjørt, tá ið talan var um vanlukkur orsakaðar av rús­ drekka. Sæð í samhangi, so er lágt promillumark í ferðsluni virknasta átak fyri at minka um vanlukkur. Í Føroyum er promillumarkið 0,2. – Vert er tó at leggja aftrat, at jaligi virknaðurin av at seta promillumørkini niður síggjast bert aftur, um reglan verður hand­hevj­að. Besti mátin at hand­hevja áset­ingina er við at steðga tilvildarligum bilfør­ar­um og lata teir blása í alko­hol­ mátarar, skrivar bólkurin. Verkætlanarbólkur • Fróði Jacobsen, Heilsumálaráðið, verkætlanarleiðari • Katrin Gaard, Heilsumálaráðið Tilvísingarbólkur • Jenny Lydersen, Mentamálaráðið • Heri Petersen, Almannamálaráðið • Jóanna Djurhuus, Vinnumálaráðið • Petur Alberg Lamhauge, Fíggjarmálaráðið Stýringsbólkur • Turid Arge, Heilsumálaráðið, forkvinna • Jan Simonsen, Heilsumálaráðið • Bjørgfríð Ludvíg, Vinnumálaráðið Fakligur ráðgevi • Pál Weihe, adjungeraður professari, Megindeild fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi, Fróðskaparsetur Føroya Hesi gjørdu álitið Her er rætta Turið Arge Í blaðnum seinast høvdu vit eina mynd av tí, sum vit hildu vera aðalstjóran í heilsumálaráðnum. Tað var skeivt. Her er Turið Arge, aðalstjóri. Haldið okkum til góðar Blaðm.