mánadagur 15. februar 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
RÚSDREKKA
Stórur partur av føroyingum yvir 15 ár drekka als ikki alkohol – restin drekkur meira enn í okkara grannalondum
Árni Gregersen
38 av hvørjum 100 føroying
um yvir 15 ár drekka als ikki
alkohol.
Tað vísir ein kanning, sum
Gallup Føroyar gjørdi fyri
Fólkaheilsuráðið.
Ein
líknandi
kanning,
gjørd í Danmark, vísir, at har
í landinum er talan bert um
fimm av hvørjum 100 dønum
yvir 15 ár, sum als ikki drekka
alkohol.
Søguliga sæð – og helst er
tað so enn – so eru tað lut
falsliga nógvir føroyingar,
sum als ikki nýta rúsdrekka.
Kanning, sum Rúsdrekka-
og Narkotikaráðið gjørdi í
1991, vísti, at 13 prosent av
teimum spurdu (20 ár og
eldri) monnunum ikki høvdu
drukkið rúsdrekka seinastu
12 mánaðirnar.
Talið fyri kvinnurnar í
sama aldursbólki var 28 pro
sent. Niðurstøðan í kann
ingini var, at sammett við
okkara grannalond vóru tað
fleiri føroyingar, bæði mann
fólk og konufólk, sum als
ikki drukku rúsdrekka.
Tølini eru úr einum áliti,
sum táverandi landsstýris
maður
við
heilsumálum,
Karsten Hansen, lat gera.
– Í arbeiðinum at evna
til rúsdrekka- og rúsevnis
politikkin hava verið ein
røð av hoyringsfundum við
viðkomandi myndugleikar,
stovnar, ráð, fyritøkur, pri
vatar felagsskapir og áhuga
felagsskapir. Endamálið við
hesum fundum hevur m.a.
verið at fáa vitan og hugskot
til innihaldið í rúsdrekkapoli
tikkinum og at skapa betur
rótfesti undir arbeiðinum,
segði landsstýrismaðurin.
Avleiðingarnar av rús
drekka og misnýtslu
Í heilsverkum kring allan
heim er tað vælkent, at av
leiðingarnar av rúsdrekka
og rúsdrekkamisnýtslu eru
ómetaliga stórar.
Avleiðingarnar raka ikki
bert misbrúkarar, men í stór
an mun eisini arbeiðspláss,
familju, umhvørvi og fyri
ikki at tala um heilsuverkið,
har
nógvir
misbrúkarar
enda.
Í Føroyum hava vit fáar
ella ongar uppgerðir yvir,
hvussu skaðilig rúsdrekka
nýtslan millum føroyingar
er fyri fólk. Hinvegin er
nógv tilfar úr okkara granna
londum og aðrastaðni, sum
lýsir hesar avleiðingar neyvt.
Alheims heilsustovnurin
undir ST – WHO – segði, at
í 2014 doyðu 3,3 milljónir av
fólki orsakað av ovurnýtslu
av alkoholi. Hetta svarar til,
at umleið seks prosent av
øllum, sum doyðu hetta árið,
doyðu av rúsevnismisnýtslu.
At misnýtsla av rúsevnum
hevur ómetaliga ógvusligar
avleiðingar á misbrúkaran er
kent, men at tað eisini kostar
samfelagnum
ómetaliga
stórar peningaupphæddir er
helst ikki so kent.
Bólkurin, sum arbeiddi við
álitinum um rúsevnir, sigur,
at tað finnast ikki serliga
mong tøl í Føroyum, sum
vísa hesar umkostningar,
men bólkurin hevur í staðin
hugt at útreiðslunum, sum
ein donsk kommuna við
50.000 íbúgvarum hevur av
hesum.
Í hesi kommunu doyggja
300 fólk hvørt ár av sjúkum,
sum hava við rísddrekka
at gera. (WHO sigur, at rús
drekkamisnýtsla kann út
loysa 200 ymiskar sjúkur)
Í donsku kommununi,
har tølini eru brúkt til at
lýsa støðuna í Føroyum,
koma aftur teimum 300, sum
doyggja av sjúkum, sum eru
av sjúkum, koma andlát í
ferðsluni og á arbeiðspláss
um, har orsøkin er rús
drekka.
Ein kommuna í Danmark
við 50.000 íbúgvarum brúkar
á leið 70 milljónir krónur
árliga til rúsevnisviðgerðir og
uppfylging til borgararmm
sum drekka ógvusliga.
Sosialu avleiðingarnar í
donsku kommununi, sum
altso hevur eins nógvar
íbúgvar, sum Føroyar, eru
1200 børn, sum hava foreldur,
har rúsdrekka ger, at tey ikki
megna at taka sær av teirra
egnu børnum.
Av teimum tilfellum har
børn verða flutt heimanífrá
av barnavernd ella øðrum,
er rúsdrekka í 44 prosentum
orsøkin til hetta.
Hvat drekka
føroyingar
Tað er sjálvandi stuttligt at
vita, hvat føroyingar drekka
og um drikkjumynstrið er
broytt seinnu árini.
Tað er tað. Øl er tað
okkum dámar best, men
seianstu góð 20 árini eru vit
farin at drekka munandi
meira vín, enn vit gjørdu
fyrr.
Vínbrúkið er hækkað úr
hálvum litri fyri góðum 20
árum síðani til hálvannan
litur fyri hvønn føroying yvir
15 ár nú.
Men tað gongur eisini
hinvegin. Sølan av spiritus
er minkað úr 2,8 litrum av
reinum alkoholi til 1,8 litrar
av alkoholi nú.
Hyggja
vit
yvirskipað
og søguliga eftir, hvussu
drykkjumynstrini
hava
verið og eru kring Evropa, so
er greitt, at nýtslan av rús
drekka lagar seg eftir lokal
um viðurskiftum.
Tað er lítið at ivast í, at
drykkjumynstrini fyrst og
fremst eru ávirkað av tí
framleiðslu, sum er farin
fram í heimaumhvørvinum.
Og soleiðis er framvegis.
Hvat tú drekkur er í ein
stóran mun stýrt av tí fram
leiðslu, sum er í økinum, tú
býrt.
Í sunnara parti av Evropa
verður vín meira brúkt enn
norðanfyri, har miðalnýtslan
av øli er munandi størri.
Uppaftur norðari vísir tað
seg, at nýtslan av sterkum
rúsdrekka er munandi størri.
Eftir miðaltølunum fyri
norðurlond, so er nýtslan í
Føroyum ikki serliga stór.
Vit drekka minni enn sjey
litrar av alkoholi fyri hvønn
føroying yvir 15 ár. og tað er
á leið tað saman sum í Íslandi
og Noreg.
Í Svøriki drekka tey beint
yvir sjey litrar av reinum
alkoholi pr. fólk, meðan
nýtslan í Finnlandi og Dan
mark er oman fyri níggju
litrar pr. fólk. Í Grønlandi
minkar nýtslan, sum tó í 2013
var 8,8 litrar pr. fólk yvir 15 ár.
TEY SUM DREKKA
ALKOHOL Í FØROYUM
DREKKA NÓGV