mánadagur 15. februar 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19
ALMANNAVERKIÐ
Danjal av Rana
Hetta gongur tó beint móti
almenna
politikkinum
hjá landsstýrinum, tí tá
landsstýrið keypti gamla
Sjóvinnubankan í Gongini,
segði Aksel V. Johannesen,
at tað upp á sikt var bíligari
at eiga enn at leiga.
Edvard Heen, stjóri í Al
mannaverkinum,
er
ikki
ósamdur í hesi útsøgn, men,
sigur hann, hetta krevur, at
landið eisini setur pening av
til viðlíkahald.
– Orsøkin til, at vit leiga,
heldur enn at keypa bygn
ingin, er at landið hevur víst
seg sum vána eigari. Ongin
peningur verður settur av
til viðlíkahald, ei heldur til
húsavørð, sigur Edvard Heen
og vísir á, at tá tað er støðan,
er úrslitið, at ognirnar fella í
órøkt.
– Almannaverkið varðar
av 65 adressum, men eingin
peningur er settur av til
húsavørð. 2,1 milliónir krónur
eru settar av til víðlíkahald,
men tær røkka ikki langt, tá
okkurt er áfatt. Og tá eingin
húsavørður er at taka sær av
tí smáa, gerandisliga, verður
tað skjótt dýrt, tá stórar um
vælingar skulu gerast, sigur
hann.
Edvard Heen sigur, at
leiguprísurin í sáttmálanum
við bygningseigaran er á tí
støði, sum Landsverk hevur
sagt er ynkiligt, um ein skal
leiga ein bygning.
– Tí verður tað alt í alt
bíligari hjá okkum at leiga
bygningarnar enn at eiga
teir. Fyrimunurin við at
leiga er eyðsæð tann, at út
reiðslurnar til viðlíkahald
eru íroknaðar prísin. Eigarin
av bygninginum hevur nú
ábyrgd av at røkja hann, og
hevur sjálvandi egináhuga
í at taka sær av honum fyri
at varðveita virði á bygning
inum, sigur Edvard Heen.
danjal@sosialurin.fo
– Í løtuni er endurvenjingin
løgd út á tríggjar partar, á
kommununar, á Almanna
verkið og á sjúkrahúsverkið.
Vandin í hesum er, at ein
borgari kann detta niður í
millum, tá hann skal skifta
frá einum veitara til ein
annan,
alt
eftir
hvussu
hann flytir seg í skipanini.
Arbeiðssetningurin
hjá
starvsbólkinum er at kanna,
hvussu hetta kann upp
livast
sum
ein
tænasta,
sigur Eyðgunn Samuelsen
og dylir ikki fyri, at nýggja
endurvenjingarmiðstøðin
hjá Almannaverkinum kann
spæla ein týðandi leiklut í
hesi loysnini. Í bólkinum sita
umboð fyri Kommunufelag
Føroya, Almannamálaráðið,
Heilsumálaráðið
og
Almannaverkið.
Bólkurin
skal vera liðugur við arbeiðið
í juni.
Eyðgunn Samuelsen sig
ur eisini, at arbeitt verður
við at menna ein tænastu
politikk fyri fólk, við ser
ligum avbjóðingum.
– Sum nú er veitir Al
mannaverkið endurvenjing
við tí fyri eiga, at fáa fólk
virkisfør aftur og gjarna út
í arbeiðslívið. Tey, sum ikki
kunnu gerast betri av endur
venjing, men kortini hava
tørv á tí, fyri ikki at gerast
verri, fáa einki slíkt tilboð
sum er, sigur landsstýris
kvinnan.
Tí hevur hon nú sett ein
arbeiðsbólk at kanna, um
ikki slík viðlíkahaldsvenjing
átti at verið ein partur av
almenna tilboðnum og eitt
tilboð til búfólk á stovnum.
– Hóast eingi útlit eru
fyri, at hesi skulu koma út á
arbeiðsmarknaðin aftur við
venjing, so vil viðlíkahalds
venjing
møguliga
seinka
teirra afturgongd. Uttan slíka
viðlíkahaldsvenjing
gerast
tey, við slíkum tørvi, eisini
tyngri fyri skipanina, so ein
nýggjur tænastupolitikkur
kann
vera
lønandi
fyri
landið, sigur hon.
danjal@sosialurin.fo
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sigur, at ein
starvsbólkur í løtuni arbeiðir við at kanna, hvussu
endurvenjingin um landið kann skipast betri
Endurvenjingin
skal samskipast
Landið er vána eigari
Almannaverkið leigar bygningin á Smyrilsvegi
14 frá Fróða Sigvardsen. Harumframt hevur
Almannaverkið eisini gjørt avtalu við Fróða
Sigvardsen um at byggja ein nýggjan bygning
á Staravegi 18, sum Almannaverkið síðani
skal leiga og nýta sum høvuðssæti
Edvard Heen, stjóri í
Almannaverkinum
Fríggjadagin var móttøka í nýggja bygningum, sum
Almannaverkið leigar frá Fróða Sigvardssen
Myndir: Álvur Haraldsen