Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ALMANNAVERKIÐ VEITA BORGARANUM EINA BETRI HEILDAR- TÆNASTU Nýggja hjálpartóla- og endurvenjingar­miðstøðin á Smyrilsvegi 14 er nú tikin í nýtslu Danjal av Rana Fríggjadagin var móttøka í nýggja bygningum, sum Almannaverkið leigar frá Fróða Sigvardssen. Almanna­ verkið og p/f Fjarðahús gjørdi eina avtalu um leigu av bygninginum á sumri 2014, og síðani hevur p/f Fjarða­hús gjørt bygningin til­reiðar. Talan er um bygn­ ingin á Smyrilsvegi 14, sum 14. septembur av fyrstan tíð fór undir at byggja. – Vit eru ikki sørt errin av nýggja bygninginum, sigur Edvard Heen, stjóri í Al­manna­verkinum, og vísir á, at nýggi bygningiurin er um­bygdur til endamálið fyri at vita bestu rammurnar fyri bæði borgarar og starvsfólk. Hann vísir á, at gamla hjálpartólamiðstøðin ikki longur var tíðarhóskandi. Tá hon var bygt, høvdu vit um 500 avgreiðslur um árið. Tað talið er hækkað til 2.000 av­ greiðslur í ár. Harumframt seta nýggj lógarkrøv og nýggj hjálpartól eisini nýggj krøv til hóskandi um­støður. Edvard Heen sigur, at nýggi bygningurin nøkt­ar bæði dags­ins tørv og tann kom­ andi tørvin hjá Al­manna­ verk­inum. Umframt at hýsa van­liga virkseminum hjá Hjálpar­ tóla­miðstøðini, hevur nýggi bygningurin eisini fram­ sýn­ingar­høli, har høvi er hjá borg­arunum at síggja, hvørji hálpartól eru at fáa. Ein køkur og eitt vesi eru eis­ ini serliga innrættað, fyri at vísa borgarunum, hvørja út­ gerð Hjálpartólamiðstøðin kann veita. Í nýggja bygninginum er eisini ein venjingarmiðstøð til endurvenjing og bæði ergo­terapeutar og fysiotera­ peutar starvast á miðstøðini. – Fyrst og fremst gevur hetta okkum møguleikan at stytta um bíðilistan til endur­venjing, sum tí­verri hevur verið alt ov lang­ur, sigur Edvard Heen, sum eisini vónar, at fáa eitt gott samstarv við Lands­sjúkra­ húsið og Tórs­havnar komm­ unu um endurvenjing, so nýggju umstøðurnar kunnu gagn­nýtast til fulnar. – Okkara ætlan er at veita okkara borgarum tær bestu og mest framkomnu tæn­asturnar gjørligt, so teir kunnu liva eitt sjálvstøðugt lív, at teir kunnu endurvinna arbeiðsførleikan og koma aftur til ein gerandisdag, har teir klára seg sjálvar, sigur Edvard Heen. Nýggi bygningurin er 1400 fermetrar til støddar, deilt millum goymslu, vask­ arí, venjingarhøli og skriv­ stov­ur. 22 fólk starvast nú á mið­støðini, millum annað sosial­ráðgevarnir fyri børn og ung. – Orsøkin til hetta er, at nógv av hesum ungu hava tørv á antin hjálpartólum ella endurvenjing. Vit vænta, at við at hava fysio- og ergoterapeutarnar og sosialráðgevarnar inni á Hjálpartóla- og endur­venj­ ingar­miðstøðini, veita vit borg­arunum eina betri heildar­tænastu, har tað er lætt at samskifta við neyð­ ugu partarnar í einum máli, sigur Edvard Heen. Munurin á gomlu Hjálpar­ tólamiðstøðini í Brekkutúni og nýggju miðstøðini við Smyrilsveg er fyrst og fremst, at nú hevur borgarin eitt stað, har hann kann koma og síggja úrvalið hjá Hjálpar­tólamiðstøðini, sigur Edvard Heen. – Her hava vit eitt fram­ sýn­ingarhøli, har vit kunnu vísa ymisk hjálpartól fram. Vit hava ein innrættaðan køk við alskyns hjálpartólum, um­framt at vit eisini hava eitt baðirúm, har vit kunnu sýna fram, hvørji hjálpartól eru tøk hjá borgarunum at hava heima, sigur Edvard Heen, sum tí vónar, at heildar­upplivingin og tæn­ ast­an borgarin fær, verður væl betri nú. Landsstýriskvinnan í al­mannamálum, Eyðgunn Samuelsen, var eisini til stað­ ar á móttøkuni fríggja­dagin. – Eg vóni og vænti, at hend­an miðstøðin fer at veita borgarunum eina betri tæn­astu og at brúkararnir fáa gagn av henni. Vónin er, at tey skulu gerast sjálv­ bjargin og fáa eitt so inni­ halds­ríkt lív sum gjørligt, segði Eyðgunn Samuelsen, lands­stýris­kvinna í almanna­ mál­um í røðu síni. danjal@sosialurin.fo Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnan í al­mannamálum