Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19 Ævigt unga poppstjørnan Cliff Richard hevur seinastu stívliga 50 árini givið hundrað útgávur út og hevur met í hitlistasangum í Onglandi. Nú kemur hann til Føroya at hava konsert á Summar Festivalinum Áki Bertholdsen Síðani gjøgnumbrotið í 1958 hevur Cliff Richard utt­an íhald sungið og fram­ført tónleik, sum fólk um all­an heimin kenna og hava tik­ið til sín. Hann er ein av upp­runa­ ligu popp­stjørn­unum í tón­ leikasøguni, og hóast hann nú er blivin 75 ára gamal, er hann í stór­formi og spælir kon­sertir við lív og sál. Summar Festivalurin kunn­gjørdi í morgun, at Cliff Richard spælir á festi­ valinum í Klaksvík í august mánaði, og hetta verður mett sum eitt av størstu nøvn­ unum, sum Summar Festi­ valurin ella føroyingar sum heild nakrantíð hava kunna bjóða á palli. Í serflokki Harry Rodger Webb tók sær listarnavnið Cliff Richard, og við sanginum Move It kom hann fram á enska tón­leika­ pallinum seint í 1950’unum. Beatlin John Lennon hevur sagt, at júst sanguin Move It er fyrsti enski rocksangurin, og at áðrenn Cliff Richard og The Shadows komu fram, var einki at lurta eftir í enskum tónleikalívi. Cliff Richard hevur árini síðani verið jamt og samt frammi í tónleika­um­hvørv­ inum. Í 2013 gav hann út­ gávu nummar hundrað út, og síðani hevur hann lagt afturat við einari serligar 75 ára jubileumsútgávu. Cliff Richard hevur havt óvanliga góða undirtøku mill­um bretar serligar. Í Ong­landi eigur hann nógv met í sambandi við sølu og hit­listaplaseringar. Eitt nú hevur hann havt heili 130 sangir ella útgávur á hitlistum í Onglandi, og tað hevur eingin annar tón­leik­ ari nakrantíð megnað. Saman við Elvis Presley eigur Cliff Richard eitt annað met, tí bert Cliff og Elvis hava megnað at havt sangir ovast á almenna enska hitlistanum í seks teimum fyrstu ára­ tíggj­unum av hitlistanum – tað er frá 50’unum til 00’ini. So seint sum í 2013 var hann um reppið at enda aftur á ovastu rók, tá ið serligi jubi­ leumssangurin Thank You rakk einum triðja plássi á hit­listanum. Tað verður mett, at Cliff Richard hevur eina samlaða plátusølu á 250 milliónir ein­ tøk kring allan heimin, og tað røkkur til eina støðu mill­um tey allarstørstu tón­ leikanøvnini í heiminum. Heiðraður og virdur Cliff Richard hevur altíð ver­ið væl umtóktur millum van­liga fólkið, og hóast um­mælararnir ikki hava tveitt stjørnur eftir honum nógvum seinastu árini, er stór virðing um avrikini og yrkisleiðina hjá Cliff Richard. Hann hevur vunnið ótelj­ andi heiðurslønir fyri sín tón­leik, og hann hevur eisini fingið eina serliga viður­ kenning fyri sítt avrik í ensk­ um tónleiki. Bretska kongshúsið hev­ ur eisini heiðrað Cliff Ric­ hard, og umframt at hann kann kallað seg Sir, hava boð mangan verið eftir júst Cliff Richard tá ið serliga tiltøk ella jubileum hava verið á skránni í bretska kongs­hús­ in­um ella í bretska sam­fe­ lagnum sum heild. Cliff Richard hevði ikki sama undanvind í USA, sum hann hevur havt í Onglandi, kring Europa annars og aðra­ staðni í heiminum, men hann hevði tó onkur hitt í sam­ bandsríkinum. Nú verður tað Føroyar Her í Føroyum mann Cliff Richard teljast millum teir heilt kendu popparnar utt­ an úr heimi. Kendu sang­ir­ nir hjá honum hava í all­ari tíðini hjá føroyskum loft­ miðlum verið partur av sendi­flatuni, og sangir sum Summer Holiday, Lucky Lips, Congratulations, Livin Doll, We Don’t Talk Anymore og aðrir sangir eru minst líka væl kendir í Føroyum, sum teir eru í Onglandi ella øðr­ um londum. Gjøgnum árini munnu tað verða mong, sum hava ynskt sær og kanska droymt um eina konsert við Cliff Ric­hard í Føroyum, men tað hev­ur ongantíð borið til at fing­ið tað í lagi. Ikki fyrr enn nú, tá ið Summar Festivalurin hev­ ur fingið avtalu við Cliff Ric­hard um, at hann kemur til Føroya at spæla konsert í august mánaði. Vanliga heldur Cliff summarfrí ta tíðina av árinum, men hann var so freistaður av tank­ anum um at vitja Før­oyar, at hann setti ein stóra kross í kalendaran og spælir á Vágsbøi hóskvøldið 4. au­ gust. SUMMARFESTIVALURIN Gjøgnum árini munnu tað verða mong, sum hava droymt um eina konsert við Cliff Richard í Føroyum, og umsíðir verður tann dreymurin veruleiki Soleiðis sá Cliff Richard út, tá ið hann av fyrstan tíð vann fram sum poppsangari GAMLI UNGLINGIN ER NAKAÐ FYRI SEG