Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BRÓSTKRABBI søgu á Facebookbólkin við teimum 2986 limunum - »mammografi í Føroyum« – hava eitt ótal av kvinnum skrivað til hennara. Summar í royndini at fáa innlit í sjúk­ una og kúluna hon fann hend­an dagin í november – aðrar fyri at takka henni fyri, at hon veitir teimum trygg­ leika í einari svárari støðu. – Tað, sum skelkar meg mest er, at fleiri kvinnur hava skrivað til mín og sagt, at tær ikki vilja fara til lækna við sínum illgrunum, tí tær ikki halda hjálp er at heinta í Føroyum, greiðir Súsan Joen­sen frá. Hon fekk úr at gera við at svara fyrispurningum á Facebook bæði áðrenn og aftaná skurðviðgerðina, og tí tók hon støðu til at gera eina Facebook síðu við heitinum »Mítt krabbamein«, har í løt­ uni 257 fólk hava »dámað« síðuna. Í byrjanini varð síð­ an gjørd fyri at hava eina felagssíðu, har familjulimir uttanlands og vinir nær og fjar kundu fylgja við. Men í dag vísir tað seg, at fleiri kvinnur hava kent hesa síðuna sum ein tryggleika. – Tað vísir seg, at mangar kvinnur stúra øgiliga nógv fyri hesari sjúkuni. So um eg kann skapa tryggleika hjá teimum, so vil eg fegin tað, sigur Súsan Joensen. Týsdagin fór hon undir sína fyrstu kemoviðgerð. Tað vísti seg, at krabbin hevði breitt seg nakað, og tískil skal hon eisini ígjøgnum seks kemoviðgerðir, stráluviðgerð í fimm vikur í Íslandi og síð­ ani fyribyrgjandi við­gerð í fimm til tíggju ár. Kemo­ viðgerðin er tung, men eftir fyrstu 12 tímarnar gjørdist støðan betur, og longu í dag – mánadagin – fer Súsan aftur til arbeiðis. – Tað er tungt at fáa stað­ fest krabbamein. Tað er av helviti til, um eg skal vera heilt erlig. Men toymið hjá Landssjúkrahúsinum (før­ oyski røngtenlæknin og sjúkra­systurin og íslendski skurð­læknin, red.) hava fing­ ið meg ígjøgnum tað higartil. Eg kenni meg trygga og í góðum hondum, sigur Súsan Joensen. barbara@sosialurin.fo Um bróstkrabba Mangan eru ikki onnur sjúku­eyðkenni við bróst­ krabba, enn ein knykil á bróstinum. Tað er um­ráð­ andi at vera tilvitaður um knyklar í bróstinum, so at ein møgulig sjúka verður upp­dagað sum skjótast. Aloftast er tað kvinnan sjálv, sum uppdagar eitt sjúku­eyðkenni fyri bróst­ krabba. Tað hendir við, at kvinn­an finnir ein knykil ella onn­ur óreglulig viðurskifti á bróst­inum. Øll bróst eru ymisk, men umráðandi er at vera til­ vitað um, hvussu tíni bróst kennast. Tað, sum er vanligt fyri eina kvinnu, er óvanligt fyri eina aðra. Eisini broyta bróstini skap og tættleika í menstratiósskeiðnum. Um tú merkir óvæntaðar broyt­ ingar í bróstinum, so er um­ ráðandi at fara til lækna. Besti mátin at uppdagað bróst­krabba er umvegis mammo­graf­iskanning. Vanlig sjúkueyðkenni: • Ein knykil • Ójøvn húð, sum sær út til at vera drigin inn, møguligar rukkur ella at húðin verður ójøvn sum ein appelsin, kann vera tekin um knykil innarliga í bróstinum. • Væta frá bróstvørtuni, og at vørtan trekkir seg inn. Vætan kann vera klár ella merkt av blóði • Hovin lymfuknykil í handarkulluni kann vera tekin um krabba í bróstinum. Sjáldsom sjúkueyðkenni: • Pína í bróstinum, sum ikki er knýtt at menstra­ tións­skeiðnum. • Eksem/sár á bróstvørtuni er mangan knýtt at bróst­ krabba ella byrjandi krabba. • Sár á sjálvum bróstinum kann vera orsaka av bróst­krabba. • Bruna-líknandi reyðir blet­tar, hiti og hovin øki á bróstinum kunnu vera or­saka av krabba. Kvinnur yvir 40 ár, sum fáa bruna í brósti uttan tilknýti til barnsburð, eiga at verða kann­ aðar fyri krabba. Hesi sjúkueyðkenni eru tó mang­an knýtt at øðrum sjúk­um. Kelda: cancer.dk Modellmyndir av bróstum við krabba Facebook síðan hjá Súsan, sum varð gjørd fyri at familja uttanlands og vinir nær og fjar kunnu fylgja við í sjúkratilgongdini Mynd: Álvur Haraldsen