mánadagur 15. februar 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Broyting av byggisamtyktum
Broytingar í byggisamtyktum fyri Tórshavnar
kommunu.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai
1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður
við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á
fundi 28. januar 2016 hevur samtykt uppskot til
broytingar í almennu byggisamtyktini fyri
Tórshavnar kommunu, byggisamtyktini fyri
Hvítanes og byggisamtyktini fyri Nólsoy.
Broytingar í almennu byggisamtyktini
fyri Tórshavnar kommunu
Nýggjur umráðispartur B11
Ætlaða broytingin er at gera ein nýggjan umráð-
ispart B11 við ásetingini „Umráðisparturin
verður lagdur til grótbrot og virksemi, ið hevur
samband við hetta“, í almennu byggisamtyktini.
Broyting fyri grótbrot á Glyvursnesi
Ætlanin er at broyta byggisamtyktina fyri
verandi grótbrot á Glyvursnesi og eitt øki uppá
uml. 82.000 fermetrar suður úr grótbrotinum
frá 4. grundumráði til B11-øki.
Broyting av ásetingunum fyri B4-vinnuøki
Ætlanin er at broyta ásetingarnar fyri B4-vinnu-
øki soleiðis, at loyvt eisini er at byggja skriv-
stovur.
Broyting fyri vinnuøki á Hálsi millum R.C.
Effersøesgøtu og Hoyvíksvegin
Ætlaða broytingin er at leggja C1 og B4 økini á
Hálsi millum R.C. Effersøesgøtu og Hoyvíksvegin
saman til eitt B4-øki
Broyting av byggisamtyktini
fyri Nólsoy
Ætlanin er at broyta uml. 480 fermetrar av
E-økinum við ungmannafelagið Royndina til
D-øki.
Matr. nr. 208a og 144, Nólsoy.
Broyting av byggisamtyktini
fyri Hvítanes
Ætlaða broytingin er, at uml. 1.750 fermetrar
av matr. nr. 90c, Hvítanes, verður broytt frá øki
plantu- og trævøkstur og E-øki til B-øki sethúsa-
bygging.
Framløga
Tilfar, sum lýsa uppskotini til broytingar av
almennu byggisamtyktini, byggisamtyktini fyri
Hvítanes og byggisamtyktini fyri Nólsoy, liggur
frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 16. februar
til og við 8. mars 2016, frá mánadegi til
fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða
at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í
seinasta lagi 29. mars 2016.
www.torshavn.fo
Aðalfundur
Aðalfundur verður
í Javnaðarhúsinum
mánakvøldið 29. feb. kl. 19.30
Skrá sambært lógum felagsins
og uppstilling til býráðsvalið.
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Felag
Tænastumanna
Landsins
Aðalfundur felagsins 2016
Verður hildin í Kaffihúsinum
á Bryggjubakka 14 (2 hædd)
– tann 25 Februar Kl. 16.30
Sambært dagsskrá felagsins.
Eisini verður okkurt til matna.
Nevndin
Aðalfundur
Ársaðalfundur Starvsmannafelagsins
verður leygardagin 5. mars 2016 kl.
13.00 í Norðurlandahúsinum.
Skrá fyri aðalfundin:
•
Frásøgn formansins frá
•
farna ári og
•
virki felagsins framyvir.
•
Framløga av grannskoðaðum
roknskapum til góðkenningar.
•
Møguligar lógarbroytingar
•
Møgulig uppskot frá limum og
nevnd.
•
Ásetan av limagjøldum.
•
Val av formann
•
Val av nevndarlimum og
tiltakslimum.
•
Val av grannskoðara og tiltakslimi.
•
Ymiskt.
Gestarøðari á aðalfundinum verður
Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri.
Limir, sum vilja hava uppskot til umrøðu
á aðalfundinum og møgulig
lógaruppskot, mugu senda nevndini
hesi í seinasta lagi leygardagin 27.
februar 2016.
STARVSMANNAFELAGIÐ
Aðalfundur
Ársaðalfundur í
Samlagstryggingargrunni
Starvsmannafelagsins verður hósdagin
10. mars 2016, kl. 19.00 í hølum
Starvsmannafelagsins. J.H.
Schrøtersgøta 9, Tórshavn.
Skrá:
•
Frásøgn um virki grunnsins í farna
roknskaparári.
•
Framløga av grannskoðaðum
ársrokniskapi til góðkenningar.
•
Viðtøkubroytingar.
•
Val av nevndarlimum.
•
Ymiskt.
Limir sum vilja hava uppskot til umrøðu
á aðalfundinum og møgulig
lógaruppskot, mugu senda nevndini
hesi í seinasta lagi hósdagin 3. mars
2016.
NEVNDIN