mánadagur 15. februar 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19
ÍTRÓTTUR
FYRIREIKAÐ SEG Í MEIRI
ENN TRÍGGJAR MÁNAÐIR
Allir teir, sum hava verið við í tungu vetrarvenjingini fingu møguleikan, áðrenn venjararnir
fara at sálda frá, og tað verður farið miðvíst undir endaspurtin undan landskappingini
Jóannes Hansen
Í góðum líkindum var stórur
fótbóltsdagur leygardagin í
Gundadali. Øll liðini í bestu
deildini uttan B68, sum um
vikuskiftið var í Reykjavík
á venjingarlegu, luttóku í
kappingini, sum felagið hjá
venjarunum skipaði fyri.
HB vann kappingina. Har
við hevur nýggi HB venjarin,
Jan C. Dam, longu tryggjað
barndómsfelagnum
fyrsta
steypið, síðani hann tók við
sum venjari hjá besta lið
num. Jan C. Dam var annars
í síni tíð sum spælari við til
at vinna nógv steyp til HB.
HB venjarin er væl nøgd
ur við leygardagin:
– Tað er tíðliga á árinum,
og tað var hugaligt, at lík
indini at spæla fótbólt vóru
so góð. Tað var eitt sindur
kalt, men vallirnir vóru turrir
at spæla á, og tað var púra
stilt, so vindurin órógvaði als
ikki fótbóltsspælið.
Tað kennist ivaleyst huga
ligt, at tit vunnu kappingina?
– Tað er altíð hugaligt at
vinna. Men leygardagurin
segði ikki so nógv um, hvussu
liðini eru fyri sammett við
hvørt annað. Vit vóru í bólki
saman við Skála og KÍ. Allir
tríggir dystirnir endaðu mál
leysir, og so vóru vit hepnir
at vinna lutakastið og end
aðu
í
hálvfinaluni.
Har
spældu vit ímóti Víkingi, og
eisini har var úrslitið mál
leysur javnleikur. Tað var
ein fínur dystur við fleiri
málmøguleikum. Vit vunnu
brotssparkskappingina
og
vunnu okkum harvið í final
una. Hon var ímóti NSÍ, og
tá vunnu vit 3-1. Tá spældi
NSÍ mest sum við b-liðnum,
so tann hálvi tímin sigur ikki
so nógv um, hvussu styrkis
munurin er millum NSÍ og so
okkum, sigur Jan C. Dam.
Hava vant síðani
fyrst í november
Sambært HB venjaran so var
tað felags fyri øll liðini, sum
leygardagin spældu í Gunda
dali, at tað vóru nógvir spæl
arar, sum fingu høvi at royna
seg, og at tað harvið vóru ein
rúgva av skiftingum frá ein
um dysti og til tann næsta og
eisini í einstøku dystunum.
– Í HB hava vit vant mið
víst síðani fyrst í november.
Spælararnir hava verið ógvu
liga hugagóðir. Tí sigur tað
seg sjálvt, at teir allir fingu
møguleikan, tá ið fyrsta
kappingin var á skránni, og
tað var hugaligt at síggja teir
vísa góðan hugburð og geva
seg fult og heilt. Umstøður
nar vóru betri, enn tær ofta
plaga at vera so tíðliga á ár
inum. Men tað var týðuligt,
at umframt lutfalsliga góðu
fysisku venjingarstøðuna, so
vóru bóltførleikin og fatanin
av spælinum góð, sigur HB
venjarin.
Jan C. Dam sigur, at hjá
fleiri liðum manglaðu nakrir
av teimum, sum undanfarnu
árini hava verið stuðulsspæl
arar:
– Tá ið vit spældu ímóti
Víkingi var einki at síggja
til Atla Gregersen, sum er
liðformaður og verjuálit hjá
teimum. Bárður J. Hansen
hevur verið framúr vongverji
hjá teimum í høgru. Hann
er skaddur, og tað verður
styrkur hjá teimum, tá ið
hann kemur fyri seg aftur.
Og so sást einki til Hans
Paula Samuelsen, sum jú er
nýggjur í Víkingi, og sum
nógvu tey seinastu árini hev
ur verið ein tann eyðsýndasti
spælari av øllum – fyrst í EB/
Streymi og síðani í fjør í B36.
Góður felagsdagur
Hjá B36, sum tvey tey sein
astu árini hevur vunnið FM,
gekk tað einki serligt leygar
dagin. Í fyrra dystinum taptu
meistararnir 1-0 ímóti ÍF.
Leivur Joensen hevur ofta
verið kringur við fríspørkum,
og tað var við frísparki, at
hann skoraði ÍF sigursmálið.
Ímóti Víkingi tapti B36 1-0.
Ein av nýggju Víkinga mið
vallarunum, Jobin Dranga
stein, var einsamallur mál
skjútti.
Víkingur og ÍF spældu
seg bæði í hálvfinaluni, tá ið
innanhýsis uppgerðin end
aði 1-1. Philip Djordjevic legði
Víking framum, og Andy
Olsen javnaði fyri ÍF. B36
spældi um sjeynda plássið
ímóti KÍ. Tann dysturin
endaði 1-1, og so fóru spæl
ararnir undir brúsu. Lukasz
Cieslewicz legði B36 framum,
og Niels Pauli Danielsen, sum
eftir fleiri ár í útlegd í EB/
Streymi er aftur í barndóms
felagnum, javnaði fyri KÍ.
– Hetta var ein hugnaligur
dagur. Fyri spælararnar er
tað upp á aðru síðuna órógv
andi, at tað eru so nógvir
steðgir millum dystirnar,
sum hvør er 30 minuttir. Á
hinari síðuni ber hetta gylt
høvi við sær hjá spælarunum
at heilsa upp á hvønn annan.
Teir eru kappingarneytar,
sum stríðast ímóti hvørjum
øðrum í 27 umførum í lands
kappingini. Men teir eru
eisini starvsfelagar, um tað
ber til at siga tað soleiðis, og
teimum líkar væl samveruna,
sum sovorðin dagurin gevur
høvi til, sigur B36 venjarin
Eyðun Klakstein.
Hvat er næst á skránni?
– Fyrsta umfar í lands
kappingini verður fimta og
sætta mars ella leygardagin
og sunnudagin um knappar
tríggjar vikur. Nú verður
pussað av og arbeitt miðvíst
við spælinum og harvið
teimum, sum verða roknaðir
at skula manna liðið. Klaks
víks kappingin verður nú
í vikuskiftinum. Tá fæst
kanska eitt vet betri innlit
í, hvussu liðini eru fyri, men
tað er altso øðrvísi at spæla
venjingardystir og at spæla,
tá ið stig standa upp á spæl,
sigur Eyðun Klakstein.
Í Klaksvíks kappingini
spæla Víkingur og KÍ klokk
an 13 og NSÍ og B36 klokkan
15.30 leygardagin, og so verð
ur aftur spælt seinnapartin
sunnudagin.
Nógvir nýggir
á beinkinum
Fleiri
feløg
royndu
seg
leygardagin fyri fyrstu ferð
í kapping, síðani nýggir
venjarar tóku við ábyrgd og
harvið standa fyri fyrireik
ingunum til nýggja kapping
arárið.
Hjá TB er hollendski
Robert F. Roelofsen nýggjur
venjari, í Fuglafirði er Jógvan
Martin Olsen nýggjur ÍF
venjari,
í
Sarpugerði
er
Sámal Erik Hentze nýggjur
Víkinga venjari, í Runavík
er Anders Gerber nýggjur
NSÍ venjari og á Argjum er
Trygvi Mortensen nýggjur
AB venjari, umframt at Jan
C. Dam er nýggjur HB venj
ari. Páll Guðlaugsson er
nýggjur venjari í B68, sum
um vikuskiftið spældi tveir
venjingardystir í Reykjavík.
Báðir endaðu við javnleiki
– 1-1 ímóti Fram og 2-2 ímóti
Fjölnir.
Venjararnir, ið halda fram
í somu feløgum sum í fjør,
eru Mikkjal Thomassen í
KÍ, Pauli Poulsen á Skála og
Eyðun Klakstein í B36.
Hjá TB eydnaðist tað ikki
at skora mál. Í fyrra dyst
inum endaði tað við mál
leysum javnleiki ímóti AB,
og í seinna førinum vann
NSÍ trivaligan 4-0 sigur á TB.
Millum AB og NSÍ endaði tað
málleyst, og tað bar við sær,
at tað var NSÍ, sum helt fram
í hálvfinaluni.
Í hálvfinaluni minti NSÍ
liðformaðurin, Klæmint A.
Olsen, á, hvørjar dygdirnar
hava verið, sum hava havt
við sær, at hann hevur verið
toppskjútti trý tey undan
farnu árini. NSÍ vann 3-0 á
ÍF, og Klæmint skoraði øll
trý málini.
2-0
málið
heilfluktaði
Klæmint aftur um seg. Tað
var meinlíkt málinum, sum
Wayne Rooney skoraði á
sinnið, og sum tað framvegis
verður tikið til at hava verið
eitt tað vakrasta málið, sum
nakrantíð er skorað í Ong
landi. At hetta málið hjá
Klæminti var so framúr, at
tað er evni at vera ársins mál
– hóast tað ivaleyst bara eru
mál í landskappingini sum
telja við – er einki at ivast í.
joannes@sosialurin.fo
Ovari vøllur: (leiktíð er 30 min.)
Kl. 14.00 AB - NSÍ 0-0
Kl. 14.45 AB - TB 0-0
Kl. 15.30 NSÍ - TB 4-0
Niðari vøllur:
Kl. 14.00 ÍF - B36 1-0
Kl. 14.45 ÍF - Víkingur 1-1
Kl. 15.30 B36 - Víkingur 0-1
Tórsvøllur:
Kl. 14.00 HB - KÍ 0-0
Kl. 14.45 HB - Skála 0-0
Kl. 15.30 KÍ - Skála 0-0
Hálvfinalur
Kl. 16.15 NSÍ - ÍF 3-0
Kl. 17.00 HB - Víkingur 0-0
HB eftir brotssparkskapping
FINALA
Kl. 17.45 HB - NSÍ 3-1
ÚRSLIT
– Tað er tíðliga á árinum, og tað var hugaligt, at líkindini at spæla fótbólt vóru so góð, sigur
Jan C. Dam, nýggjur venjarin hjá HB, ið vann venjarakappingina leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen