Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Neli Heldarskarð Tað er eitt einstakt felag, sum skínur úr rúgvuni, tá ið tosað verður um føroyskan hondbólt, og tað er H71 úr Hoyvík. Besta mansliðið hjá felagnum hevur júst vunnið steypa­kappingina og er ávegis finalu­plássi í landskappingini, og blóm­ andi ungdómurin í felag­ num gjørdi eisini bart í vikuskiftinum, tá ið heili átta av teimum níggju finalun­ um, sum H71 luttók í, blivu vunnar.  Í 2010 hevði H71 trý lið í ung­dóms­finalunum, sum árliga blíva spældar á gula gólvinum í høllini á Hálsi. Í dag, seks ár seinni, lut­ tóku ung­dóms­lið hjá H71 í heili átta av teimum níggju finalun­um hjá teimum yngru. Hetta vitnar um eina sera stóra framgongd, sum hevur verið í felagnum seinastu árini. Sosialurin hevur prátað við Sunnevu Jakobsen, ið er forkvinna í H71, og Helga Hoydal, sum afturat at spæla á besta mansliði felagsins er venjari hjá Dreingir 14, ið var eitt av mongu ungdómsliðunum hjá H71, sum fingu gullmedaljur um hálsin hetta vikuskiftið. Góðir venjarar hava nógv at siga Sunneva Jakobsen nevnir millum annað, at góðir venjarar avgjørt eiga sín lut í, at tað stendur so væl til í H71, sum tað ger í dag. – Í H71 royna vit at seta skikkaðar venjarar til ung­ dómin. Fyri nøkrum árum síðani setti felag­ið ein yvir­ skipaðan ung­dóms­venjara,  og ongin ivi er um, at venjara­ viður­skiftini eru ein orsøk til, at tað gongur so væl í felagnum, sum tað ger í dag, sigur Sunneva Jakobsen.  Hesin ungdómsvenjarin er danski Mark Lausen- Marcher, ið kom til H71 í 2014. Mark er partur av venjaratoyminum hjá øllum dreingjaliðum hjá H71, og var hann venjari til heilar fimm ungdómsfinalur í viku­skiftinum. Allar hesar finalur blivu vunnar, og har­ afturat er Mark sjálvandi eisini leikari á besta liðnum hjá H71, har hann vann sína sættu finalu hetta viku­ skiftið. Sum heild eru tað rættiliga nógvir av leikarun­ um á besta liðnum hjá H71, ið veita felagnum eina hjálp­andi hond við at vera venjarar hjá børnunum. – Nógvir av leikarunum á FTZ-liðnum eru venjarar í felagnum, og eru teir góðar fyri­myndir fyri børnini. Vit í felagnum eru ómetaliga glað fyri, at leikararnir tíma at taka sær av børnunum og byggja felagið upp á tann hátt, greiðir Sunneva Jakobsen frá. Ein av hesum leikarum, ið eisini virkar sum venjari, er Helgi Hoydal. – Gjøgnumgangandi krøv­ ini til okkum venjarar eru, at vit eru seriøsir og tíma at menna ungu leikararnar. Tað er umráðandi fyri felagið at hava venjarar, ið eru væl fyrireikaðir og hava skil fyri hondbólti.  Júst sum forkvinna fel­ ags­ins, so heldur Helgi eisini, at tað var til stóran gagn fyri felagið, tá ið Mark Lausen- Marcher bleiv settur sum ungdómsvenjari í felag­num.  – H71 var eitt av fyrstu feløgunum í landinum, sum setti ein ungdómsvenjara í starv. Orsakað av hesum verðu ein reyður tráður skapt­ur í felagnum, har vit venjarar leggja dent á nøkunlunda somu ting. Í H71 leggja vit til dømis stóran dent á at verja við offensivari verju við mest sum øllum ungdómsliðum. Hetta ger, at leikarar læra ymiskt, ið ikki er lætt at fáa fram, tá ið vart verður við vanligari 6-0-verju, sigur Helgi Hoydal. Kvinnuhondbóltur verður eisini raðfestur nú Tað eru nógv ár síðani, at H71 hevur havt nakað kvinnulið, men seinastu árini er ferð komið á kvinnuligt hondbóltsvirksemi í felag­ num. Í dag hevur H71 lið í 1. deild hjá kvinnum, har liðið er á odda í deildini. – Søguliga hevur H71 altíð verið eitt mansdominerað felag. Fyri nøkrum árum síðani varð  tó lagdur størri dentur á á gentuhondbólt í felagnum, og nú eru vit komin hartil, at vit hava bæði eitt lið í Gentur 17 og eitt kvinnulið í næstbestu deildini. Vit vita ikki enn, nær kvinnuliðið fer at spæla í bestu deildini, men eftir ætlan verður tað rættiiga skjótt, sigur Sunneva Jakobsen um kvinnuliga partin av H71, ið ongantíð er komin á hædd við mannliga partin. Helst kunnu hoyvíkingar vænta at eiga góðar spælarar til besta kvinnuliðið um nøkur ár, tí at bæði Gentur 10 og Gentur 12 vunnu sínar steypafinalur. Harafturat luttók Gentur 17 hjá H71 í steypafinalu, har liðið tó tapti við tveimum málum. Hoyvíkin stendur saman um H71 Tað er valla nakar ivi um, at ein av orsøkunum til stóru framgongdina hjá H71 er, at tað er nógv fólk at taka av. Fólkavøksturin hevur verið stórur í Hoyvík í teimum seinastu árunum, og er tað nakað, sum so at siga allir hoyvíkingar standa saman um, so er tað H71. – Hoyvík er vaksin sera nógv seinastu árini, og tað er sjálvandi til fyrimuns fyri H71. Millum annað eru tveir barnaskúlar í Hoyvík, og onkurs­vegna er hond­bólturin altíð í nær­um­ hvørvinum. Ung­dómur­in tímir væl og setur nógva tíð og orku í at íðka hondbólt, sigur Sunneva Jakobsen og leggur afturat: – Í H71 eru eisini nógv fólk, sum av uppruna eru góð við felagið. Nógvir tilflytarar eru eisini í Hoyvík, millum annað eg sjálv, men mann verður góður við felagið kortini. Fyri H71 er tað helst eisini ein fyrimunur, at tað higartil hevur verið einasta ítróttarfelag í Hoyvík. Sum tey flestu vita, so er trot á hallartímum til tey ymsu ítróttarfeløgini í høvuðsstaðnum. Tó so, so fær H71 kortini boðið sínum ungdómi nøktandi avbjóðingar. – Orsøkin til, at H71 er betur umboðað enn onnur feløg í steypafinalunum liggur millum annað í venjing og venjingarmongd. Vit hava eisini so nógvar góðar leikarar í H71, sum trýsta hvønn annan at kýta seg meira til hvørja einastu venjing. Vit venjarar leggja eisini dent á geva leikarunum tær røttu avbjóðingarnar, ið eru neyðugar, um leikararnir skulu mennast, sigur Helgi Hoydal at enda. Úrslitini frá steypa­final­ un­um hetta viku­skift­ið vísa greitt, at H71 í løtuni er fremsta hondbólts­felagið í landinum. Fremsta mans­ liðið er stórfavorittur at vinna greipuna í ár, kvinnu­ hond­bóltur­in í felagnum er kyknaður aftur og ung­dóms­ liðini vinna næstan finalur eftir vild. Ja, í føroyskum hondbólti kann stutt og greitt staðfestast, at H71 er best. Í heili átta av teimum 11 steypafinalunum, ið blivu spældar í høllini á Hálsi hetta vikuskiftið, stóð H71 eftir sum vinnari. Góð venjaraviðurskifti og leikarar, ið tíma væl at spæla hondbólt, eru millum orsøkirnar til stóru framgongdina hjá H71 seinastu árini, siga forkvinnan og venjari í felagnum. LANDSINS FREMSTA HONDBÓLTSFELAG Myndir: Álvur Haraldsen