Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Hilmar Jan Hansen Talvan á endavegginum vísti, at Neistin var á odda 17-16 ímóti VÍF, og samstundis sást, at her var ikki so nógv tíð eftir. Klokkan á talvuni segði 29:06, so tað bara vóru 54 sekund eftir av steypa­ final­uni hjá kvinnum, nú ein av­ger­andi løta var komin. Ein fríspæling inn á strik­una til Kathe Dahl Frederiksen endaði sum flestu frí­spæl­ingar til henn­ ara ígjøgn­um dystin, at annað­hvørt fekk hon mál ella brots­kast. Hesaferð, nú minni enn ein minuttir var eftir, bleiv tað altso brots­ kast. Spælarin, ið fekk tungu ábyrgdina á sínar herðar at skjóta hetta avgerandi brots­kastið, var 20 ára gamla Marianna Holm Jacobsen, sum í vetur hevur verið ein av teim­um, ið veruliga hevur gingið undan á liðnum hjá VÍF, sum tyntist so brádliga, tí fleiri av spælarunum fulla frá. Tað, sum hendi hesa løt­ una, áðrenn klárt var at taka brotskastið, varð helst eisini av­gerandi fyri, hvussu alt endaði. Kathe bleiv koyrd um koll inn í brotsteigin hjá Neistanum og sveitti skuldi turkast upp, og meðan ein huga­góður unglingi vísti gott handalag við tvøðuni, gekk Neista-málverjin, Fríða Petersen, við bóltinum í hond­ini og smáprátaði við ann­an dómaran. Av tí sama bleiv tað leik­ lut­urin hjá Mariannu, ið ótoln­aðist eftir at sleppa at skjóta hetta brotskastið, at skula bíða enn longur – og ikki at hava tamarhald á bólt­ inum, sum hon skal skjóta ímóti málinum hvørja løtu. – Eitt sálarligt spæl, stað­festi Claus Rasmussen, sum var viðmerkjari hjá Rás2. Tað skuldi eisini vísa seg, at hetta »spælið« riggaði, tí tá Marianna endiliga fekk bóltin og slapp at skjóta brots­kastið, var Fríða sum køtt­urin niðri og pareraði við vinstra fóti, og harvið var Tað var um reppið, at VÍF fekk strítt seg til ein umdyst, men Fríða Petersen, sum bjargaði Neistanum innaftur í dystin eftir ein VÍF-domineraðan fyrra hálvleik, fekk seinasta orðið í dystinum og syrgdi fyri triðja steypasigrinum til Neistan í fýra ár FRÍÐA PETERSEN 5 Byrjað illa, men kom sterkt aftur í seinna hálvleiki. LILJA MOHR 3 Bjóðaði av á vonginum og lukkaði væl í verjuni. BIRITA JACOBSEN 4 Stóð fyri nógvum av tí kreativa í álops­spæl­ inum. EIR BERG 3 Brendi meira, enn hon plagar, men spældi seg upp. MARJUN DANBERG 4 Gekk undan og tordi at taka ábyrgd, tá tað stóð á. NICOLETA RADU HANSEN 2 Var ikki serliga sjónsk á vonginum. BRYNJA HØJ 4 Fekk okkurt brotskast og stríddist væl í verjuni. RAKUL AUGUSTINUSSEN 3 Fekk givið liðnum meira royndir og ró yvir spælið. JACKLIN DURHUUS 4 Kom eisini inn við roynd­um og bjóðaði dúg­liga av. AÐRAR Ov stutt inni til at fáa karakter. FLEMMING RABEN 4 Ráðaleysur fyri stegðin, men fekk vent gongdini. NEISTIN UMDYSTURIN KVINNUR HONDBÓLTUR