mánadagur 15. februar 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19
ÍTRÓTTUR
steypasigurin í roynd og veru
veruleiki fyri Neistan. Síðstu
løtuna gekk tað bara út uppá
at fáa tíðina at ganga, og tey
írestandi sekundini koyrdi
Neistin bóltin runt, gjørdi
einar tvær royndir inn ímóti
verjuni hjá VÍF, men fekk
so tað forloysandi floytið,
ið staðfesti, at dysturin var
liðugur.
Dysturin vendi
At tað bleiv Neistin, ið vann
steypafinaluna hjá kvinn
unum, var helst eisini tað,
sum tey allarflestu høvdu
roknað við, men tað vóru nú
ikki tær stóru ábendingarnar
um tað í fyrra hálvleiki, tí
hann átti VÍF frá byrjan til
enda.
Fyrst og fremst syrgdi
Viviann Petersen fyri, at
Neistin so at siga slett ikki
kom í gongd í fyrra hálvleiki.
Hon stóð framúr væl í mál
inum og tók tað allarmesta,
ið var. Verjuspælið hjá VÍF
var eisini gott, men sjálvt
í púra fríum støðum fekk
Viviann pilkað mótspælarar
nar niður, so Neistin einki
fekk burturúr.
Fram eftir vøllinum sá tað
eisini skilagott út hjá VÍF,
sum eitt skifti var fýra mál á
odda og í veruleikanum gekk
undan í næstan trý korter, tí
tað var ikki fyrr enn mitt í
seinna hálvleiki, at Neistin
kom upp á javnleik, 13-13, og
síðani slapp VÍF ongantíð
ordiliga innaftur í dystin.
Málverjarnir báðir høvdu
nógv at siga fyri, hvussu dyst
urin gekk, tí Fríða Petersen í
Neista-málinum, sum ikki
fekk fatur í so nógvum fyri
steðgin, kom av álvara í
gongd í seinna hálvleiki. Líka
sum Viviann í fyrra hálvleiki
hevði mestsum lukkað málið,
gjørdi Fríða tað í seinna, so
dysturin av álvara vendi. Og
toppurin á avrikinum var so
nevnda støða í seinasta min
uttinum, tá Fríða bjargaði
brotskastinum, ið kundi latið
VÍF javnað til 17-17.
Tað var ikki, fyrr enn
Neistin fekk sett ferð og
styrki á álopsspælið hjá sær,
at tað yvirhøvur kom gongd
í hjá teimum bláu. Og sum
nevnt, fekk Fríða latið málið
so mikið væl aftur, at VÍF
bara fekk tvey mál í átjan
minuttir, sum altso er nakað
nógv ov lítið, um tú skalt
vinna eina finalu!
Eingin ivi um, at finalu
sigurin var fult uppiborin, og
hjartaliga tillukku ynskja vit
Neistanum við tí. Men eingin
finala uttan mótstøðu, og
VÍF fekk væl og virðiliga
prógvað og staðfest, at liðið
avgjørt hoyrdi heima í final
uni og fekk gjørt sítt til,
at tað bleiv ein av teimum
meira spennandi av slagnum.
hilmarjan@sosialurin.fo
ANNA RING 3
Vardi málið hampuliga
væl ta síðstu løtuna.
AGNAS OLSEN 4
Stýri spælinum skila
gott, serliga í fyrra
hálvleiki.
BRYNJA
RÓGVADÓTTIR 5
Átti skjótálopini, sum
eydnaðist, og vardi væl.
BEINTA
SVEINBJØRNSDÓTTIR
2
Lítið sjónsk, fekk lítið at
arbeiða við á vonginum.
MARIANNA
HOLM JACOBSEN 5
Gekk undan og tók
ábyrgd, skjeyt fleiri
týðandi mál.
DURITA
CHRISTOPHERSEN
JOJIC 4
Gav liðnum nýtt lív,
bæði í verju og álopi.
VIVIANN PETERSEN 5
Tók alt í fyrra hálvleiki,
men fánaði í seinna.
RANDI
VIRGARSDÓTTIR 2
Lítið sjónsk, eisini
lítið at arbeiða við á
vonginum.
DANIELLA JOENSEN 3
Hótti ikki nóg nógv sum
bakkur, men stríddist
væl.
KATHE DAHL
FREDERIKSEN 6
Fekk mál ella brotskast
á strikuni, vardi hartil
væl.
AÐRAR
Ov stutt inni til at fáa
karakter.
GEIR WARDUM 5
Fekk tað besta burtur úr
liðnum á degnum.
VÍF
SPØKTI
HONDBÓLTUR KVINNUR
Spælarametingar:
Claus Rasmussen,
viðmerkjari, og
Hilmar Jan Hansen
Myndir: Álvur Haraldsen