mánadagur 15. februar 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Tróndur Arge – Høllin á Hálsi
H71 er steypavinnari 2016.
Tað er kom ikki óvart á, tí
hoyvíkingar vóru favorittar
at vinna dystin, men tað
skuldi
ein
vælspælandi
H71-málverji til at venda
dystinum. Stóri munurin
á liðnum leygardagin var
breiddin. H71 hevur góðar
spælarar at seta inn á øll
pláss, og tað bleiv til eitt vist
avgerandi.
Bjartur neisti
Neistin byrjaði dystin við at
mansverja stórskjúttan hjá
H71, Peter Krogh. Tað mundu
hoyvíkingar hava fyrireikað
seg upp á í upptaktini, men
tað tók teimum tað mesta
av fyrra hálvleiki at loysa
trupulleikan.
Neistin
kom
væl
frá
byrjan og legði seg tíðliga á
odda. Eina løtu var lov hjá
teimum bláu at droyma.
Kvinnurnar høvdu akkurát
fingið gullið um hálsin, og
sigursrúsurin hevði ikki heilt
lagt seg, tá Neistin eitt korter
inn í dystin legði seg á odda
10-6.
Tórhallur
vendur gongdini
Ein av stóru fyrimununum
hjá H71 í mun til flestu av
hinum liðnum er, at liðið
hevur upp til fleiri spælarar
á somu plássum. Millum ann
að hevur liðið tríggjar mál
verjar, har serliga Tórhallur
Kollsker og Ári Egason Dam
skiftast um at standa í mál.
Hesa ferð fekk Ári Egason
Dam møguleikan frá byrjan,
men tað gekk strilti at fáa
fatur á nøkrum av skotunum.
Tí bleiv Tórhallur Kollsker
sendur á vøllin. Hann vísti
beinanvegin, at hetta var
dagurin hjá honum. Hann
hevði fleiri bjargingar og tá
farið varð til hálvleiks, so var
H71 á odda 13-12.
H71 málverji
skoraði aftur
Í hálvfinaluni móti KÍF eydn
aðist tað Ára E. Dam at skora,
tá
kollfirðingar
royndu
seg við sjey útispælarum í
álopsstøðu. Neistin royndi
tað sama í seinna hálvleiki í
finaluni. Tekniskt og til eitt
vist taktiskt riggaði átakið,
men aftur endaði ein bóltur
hjá H71 málverja við tómum
máli í hinum endanum.
Við sjálvsálitinum sum
Tórhallur Kollsker spældi
við, so var ongin ivi um, at
hann fór at senda bóltin all
an vegin í málið úr egnum
feltið. Tað gjørdi hann eisini
til stóra gleði fyri hoyvík
ingarnar í høllini.
– Hetta er triðju ferð, at
eg havi skorað sum málverji,
sigur
Tórhallur
Kollsker,
sum bleiv kosin til besta
spælaran í finaluni.
Peter Krogh
mansvardur
Ein av stóru spurningunum
undan finaluni, var hvussu
Neistin fór at takla Peter
Krogh, ið er størsta skothótt
anin hjá H71. Neistin fór frá
fyrsta bríksli út at mansverja
Tórhallur Kollsker bleiv í nógvar mátar steypahetjan hjá hoyvíkingum, sum leygardagin vunnu
fyrsta steypagullið síðani 1998. Neistin beit frá sær, men tað endaði við at H71 vann 28-22
ÁRI DAM 1
Bjargar 1 straffi – ov
lítið uppá 18 minuttir.
TÓRALLUR
KOLLSKER 5
Vendur dystinum. Kemur
inn tá støðan er 10-7 til
Neistan, og lukkar málið.
Letur 3 mál inn í 25 min
uttir. Slakar eitt sindur
í seinna halvleiki, men
annars perfekt avrik.
TRÓNDUR ARGE 3
Raskur í verjuni sum
altíð. Fær lítið at arbeiða
við i álopinum.
HILMAR LEON
JAKOBSEN 3
Óimponeraður ungur
drongur. Spælur framúr
væl í álopinum. Tveir
flúgvarar eru krúnan á
verkinum.
MARK L. MARCHER 3
Byrjar illa í verju og
álopi, men spælur seg
upp í seinna hálvleiki
og blívur avgerandi fyri
H71.
JÓNAS DJURHUUS 3
Eins og Mark, so byrjar
hann illa, men spælur
sera væl í seinna
hálvleiki.
PETER KROGH 2
Verður mansvardur
stóran part av dystinum,
og sleppur ikki at vísa
seg framm. Skorar so
skjótt mansverjan er
vekk.
PÆTUR THOMSEN 5
Avgerandi fyri H71.
Skorar upp á møguleik
arnar, og spælir strikuna
væl. Fær nøkur góð mál
frá høgra bakki eisini.
HANS KÁRI
HANSEN 2
Raskur í verjuni men
ósjónligur i álopinum.
SIGMUND DAHL 3
Blívur betri í verjuni, tá
H71 fer at dekka 6-0.
Hevur trupulleikar, tá
H71 dekkar framrættað
at byrja við.
HELGI HOYDAL 2
Ger tað fínt í verjuni,
og fær nøkur mál í
álopinum.
SIGMUND NOLSØ 2
Ger tað fínt, men fær ov
lítið at arbeiða við.
VENJARIR 2
Byrja við framrættaðari
verju – helst ein feilur.
Annars gott avrik.
H71
MENN HONDBÓLTUR
TÓRHALLUR
BJARGAÐI
STEYPA-
GULLINUM