mánadagur 15. februar 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19
ÍTRÓTTUR
tvíhenda bakkin. Eina løtu í
seinna hálvleiki valdi Neistin
at gevast við tí, men upp á
eina lítla løtu skoraði hann
fýra mál.
– Peter Krogh er teirra
besti spælari og tí valdu vit
at mansverja hann. Tá vit
tóku
mansverjuna
vekk,
so skoraði hann fleiri mál
beinanvegin, so eg haldi tað
var ein røtt avgerð, sigur
Jónleif Sólsker, venjari hjá
Neistanum.
Greiddu sína skyldu
H71 var undan finaluni favo
rittur at vinna. Teir greiddu
sín setning uttan stórvegis
trupulleikar, hóast tað stóð
nógv miðskeiðis í fyrra hálv
leiki, so var ongantíð nakar
ivi í seinna hálvleiki um, at
hoyvíkingar fóru at vinna
steypafinaluna.
Vegurin
til
finaluni
hevur ikki verið uttan mót
støðu, tí H71 hevur verið í
trupulleikum móti millum
annað StÍF í bólkaspælinum,
og tapti fyrru hálvfinal
una móti KÍF í Kollafirði.
Tó hevur H71 verið at kalla
einaráðandi
í
føroyskum
hondbólti hetta kappingar
árið. Liðið er í betri venjing
enn hini liðini, og hevur
breiddina at skifta út á øll
um plássum. H71 er stutt
sagt best, og hevur nú eitt
gullheiðursmerki at vísa á.
trondur@sosialurin.fo
NICHOLAS
SATCHWELL 4
Góður í fyrra hálvleiki,
men fellur saman
við verjuni í seinna
hálvleiki.
RÓI BERG HANSEN 6
Fær hægstu meting.
Nógv mál úr fleiri
støðum, og tekur
ábyrgd. Hugvekjandi, at
hann megnar at spæla
við fullari ferð allar 60
minuttirnar.
SJÚRÐUR
THOMASSEN 2
Byrjar væl og hevur
seks upplegg uppá
25 minuttir. Blívur ov
ófarligur, tá H71 dekkar
6-0
TEIS HORN
RASMUSSEN 1
Onki riggaði hjá Teis
hendan dagin, hvørki í
verju ella álop.
ANDRAS JOENSEN 3
Altíð raskur. Byrjar sera
væl og spælur ein góð
an fyrra hálvleik. Blívur
troyttur og ósjónligur í
seinna hálvleiki.
REGIN PETERSEN 2
Nakrar góðar aktiónir,
men eisini onkrar
tekniskar feilir. Sæst at
hann ikki er í fullari ferð
enn.
JOHN Í INNISTOVU 3
Góður fyrri hálvleikur,
men gongur illa í seinna
hálvleiki. Endar við at
brenna stórar møgu
leikar móti endanum.
JUGOSLAV DJUMIC 3
Miðal avrik. Skorar
nøkur mál, og er góður
í verjuni. Situr ov leingi
uttanfyri, og tað kostar.
HERBJØRN LAVA 1
Ikki gott nokk í álops
støðu og verjustøðu.
Tveir tekniskir feilir, og
tað eiga strikur ikki at
sleppa at gera.
VENJARAR 4
Sera væl fyrireikað
verja, og skilagott
álopsspæl í fyrra hálv
leiki. Kanska eitt minus,
at Sjúrður Thomassen
og Jugoslav Djumic sita
uttanfyri so leingi.
NEISTIN
HONDBÓLTUR MENN
Spælarametingar (1-6):
Julian Johansen,
viðmerkjari
Tróndur Arge
Steypafinala leygardagin
bleiv
fyribils
seinasti
dysturin hjá Neistanum
við Jónleifi Sólsker sum
venjara saman við Scott
Harrington. Jónleif Sólsker
hevur í seinastuni havt
trupult við at tosa hart, tí
hann hevur trupulleikar av
stemmubondunum. Hann
skal í næstum skurðvið
gerðast, og hevur tí valt at
leggja frá sær, sum annar
av venjarunum hjá mans
liðnum hjá Neistanum.
– Eg havi tikið avgerð
um, at gevast sum venjari
hjá Neistanum. Fyri stutt
um legði eg merki til, at
eg blívi meiri og meiri
hásur. Eg havi so kannað
tað, og tað er okkurt, ið
órógvar stemmubondini,
sigur Jónleif Sólsker, sum
hevur verið venjari hjá
Neistanum hetta kapp
ingarárið.
Við vandi fyri, at tað
kann blíva verri, so er av
gerð tikin um fara undir
skurð.
– Tað skal takast vekk,
tí tú veist ikki hvussu nógv
verri hetta blívur, sigur nú
fyrrverandi venjarin hjá
Neistianum.
Fær tosað – men
ikki sum venjari
Trupulleikin er ikki, at
Jónleif Sólsker ikki fær tos
að vanligt. Trupulleikin er,
at hann skal samskifta við
spælararnar á vøllinum.
– Eg fái tosað vanligt,
men tá eg skal samskifta
við spælararnar á vøllinum
í slíkum umstøðum sum í
dag, so gongur ikki, sigur
Jónleif Sólsker, ið sjálvur
hevur tikið avgerð um at
gevast.
– Eftir skurðviðgerðina
skal
eg
ikki
órógva
stemmubondini ov nógv í
eina tíð. Eg havi tí valt at
gevast sum venjari, so eg
ikki órógvi stemmubondini
meir enn neyðugt, sigur
Jónleif Sólsker, ið eina
ferð fyrr hevur verið undir
skurð fyri tað sama.
– Tú brúkar røddina
nógv sum venjari í eini
høll, so eg veit ikki um
tað er orsøkin. Eg føli
sum so einki til dagligt,
men merki bara at eg blívi
meiri og meiri hásur, sigur
fyrrverandi venjarin hjá
Neistanum,
sum
helst
tekur sær frí frá hondbólt
inum í eitt ár.
– Hondbóltur krevur
nógv, og eg føli at eitt ár
frí frá hondbólt liggur fyri
framman,
sigur
Jónleif
Sólsker at enda.
trondur@sosialurin.fo
Jónleif Sólsker hevur lagt frá sær sum venjari hjá
Neistanum. Hann skal í næstum skurðviðgerðast
orsaka av trupulleikum við stemmubondinum
JÓNLEIF GEVST VEGNA
SKURÐVIÐGERÐ
Myndir: Álvur Haraldsen