Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Tað var tú, sum var fyri arbeiðisóhappinum á Glyvrum fríggjadagin, tá ein talja rakti ein mann í høvdið. Hvat hendi nágreiniliga? Eg veit ikki, tí eg minnist ikki hendingina. Eg minnist bara, at eg for upp við nøkrum rørum, men eg minnist ikki meir. So tú minnist einki frá hendingini? Eg minnist bara, at vit skuldu hjálpa nøkrum elektrikarnum at hála ein veir. Eg byrjaði at hála og bang – so er alt vekk. Minnist bara, at eg vakti aftur í sjúkrabilinum. Hvussu er støðan hjá tær nú? Tað ýlir í oyranum, tí taljan rakar síðuna hjá høvdinum. Um eg ikki var í arbeiðishjálmi, so hevði verið heilt galið. Tað er sikkurt og vist. Hjálmurin bjargaði mær. Hvat sker so nú? Eg skal til eina oyrakanning. Um einki er galið, so er eg sloppin nakað so væl frá hendingini. Tað er ikki tað týdningarmesta nú, men nær kanst tú spæla aftur? Hmmmm… Fýra vikur skuldi verið nokk til eitt skallabrot, ha? ;) Eg fari ikki at venja fótbólt saman við hinum í fýra vikur, men eg kann súkkla og gera annað inntil tá. Vikan ið fór Fyrrverandi landsstýriskvinnan, og núverandi løgtingskvinnan, Annika Olsen, er nýggjur limur í nevndini hjá fótbóltsfelagnum Giza/Hoyvík Sunderland uppsigur sáttmálan við fyrrverandi enska landsliðsspælaran, Adam Johnsson, ið játtar seg sekan í siðamisbroti. Føroyski U19 og U21 landsliðsspælarin í fótbólti, Jákup Thomsen, skorar, tá U19 liðið hjá FC Mitdjylland vinnur á Atletico Madrid í Champions League Youth Cup. Ein kapping, har Brandur H. Olsen á sinni fekk sítt gjøgnumbrot fyri FCK. Dávur Magnussen vinnur fjórða umfar av Vetraplúmm súkklukappingini, sum er í Hoydølum. Hann vinnur framanfyri Hilmari Hansen. Liverpool tekur aftur nýggju prísásetingarnar fyri komandi kappingarár, eftir at Liverpool viðhaldsfólk mótmæla høgu atgongumerkjaprísunum Rógvi Baldvinsson heldur ikki fram FC Fredericia, sum hann hevur spælt við í seinastuni. Hann er fyribils aftur í Norra. ...við ítróttinum ÍTRÓTTARUMMÆLI 5 SKJÓTIR Hesa ferð er ummælið um steypa­ finalu­viku­skiftið, sum var í høllini á Hálsi leygardagin og sunnu­dagin. Í stóran mun var alt viku­skiftið væl fyri­skipað frá bæði hond­ bólts­sambandin­um og teimum, sum vara av høllini á Hálsi. Tó er eitt stórt minus, sum er høllin sjálv. Hetta kom best til sjóndar, tá ein ungur áskoðari fór sendandi um koll, tá tveir spælarar til mansfinaluna fóru um koll tætt við síðulinjuna, har fólk ganga framvið. Tíbetur hendi einki við ungu gentuni, sum fekk hjálp frá einum av fleiri vaktum á staðnum. Tað er altíð tryggjandi fyri eitt slíkt tiltak, at síggja fólk, sum hava ábyrgd av trygdini – og vísa tað í verki á ein menniskjaligan hátt. Rós til vaktirnar fyri tað. Hendingin er tó ein av fleiri staðfestinum av, at vit mugu hava betri og rúmligari umstøður á Hálsi til slík tiltøk. Tað er eisini pláss fyri ov fáum áskoðarum. Tað er tó ikki nakað nýtt til steypafinalurnar. Ein av stóru trupulleikum er, at Kringvarpið fyllir ótrúliga nógv í høllini. Tað er gott fyri føroyskan ítrótt og hondbólt, at Kringvarpið møtir upp til finalutiltøkini á Hálsi, men tað gongur útyvir ov nógv áskoðarapláss, sum longu frammanundan eru ov fá. Er nakað at fílast á viðvíkjandi planlegging, so er tað, at tað er ov stutt millum dystirnar. Millum annað at yngru liðini ikki sleppa at taka mynd í málinum, eftir ein sigur, men verða kroyst út í eina forhøll, sum ikki er egnað til endamálið, er ikki gott nokk. Hetta eru myndir fyri lívið hjá teimum luttakandi. Alt í alt væl fyriskipað við millm annað beinleiðis stroyming á HSF.fo, men hallarviðurskiftini gera upplivingina verri. + Fyriskipan, blíðskapur og ábyrgd frá fólkunu kring tiltakið - Hallarumstøðurnar, tíðin millum dystirnar hjá teimum yngru og framleiðsluplássið hjá KVF Tróndur Arge Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ Tórhallur Kollsker, málverji hjá H71, sum skoraði í finlauni Marianna Holm Jacobsen, sum brendi avgerandi brotskastið fyri VÍF í kvinnufinaluni – Hetta er triðja málið eg havi skorað sum málmaður, so tað eru nøkur eftir hondini – Onkur skuldi skjóta, og sum eg havi sagt fyrr, eg sigi ikki nei til at skjóta Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Jón Krosslá Poulsen Aldur: 27 Ítróttur: Fótbóltur (Víkingur) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvussu nógv gullheiðursmerki vann H71 um vikuskiftið? 2 Hvussu eitur málverjin hjá Neistinum í kvinnum, sum bjargaði avgerandi brotskastinum? 3 Hvør var óhepni VÍF spælarin, ið brendi avgerandi brotskastið? 4 Hvussu eitur spælarin hjá H71, sum bleiv mansvardur næstan alla steypafinaluna? 5 Hvør er venjari hjá VÍF kvinnum? 6 Hvat endaði steypafinalan hjá monnum? 7 Nær vann H71 seinast steypakappingina? 8 Hvør er spælarin á myndini? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: 8 2: Fríða Petersen 3: Marianna H. Jacobsen 4: Peter Krogh 5: Geir Wardum 6: 28-22 til H71 7: 1998 8: Jacklin Durhuus Steypafinalurnar í hondbólti ?