mánadagur 15. februar 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. februar 2016 · Nr. 19
ÍTRÓTTUR
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Eitt frálíkt steypavikuskiftið hjá hondbóltinum er
av. Alt gekk sum ætlað hvat fyrireiking viðvíkur,
men ein hending stendur eftir í høvdinum hjá mær.
Tað var tá ein ung genta fór sendandi í gólvið, tá teir
spælarar í mansfinaluni brustu saman á síðulinjuni,
og fóru umkoll. Teir rendu á ungu gentum, sum fekk
ein skelk. Tíbeur sá ikki út til, at hann fekk meiri ilt,
enn at hon kom seg beinanvegin. Tað var hugaligt
at síggja, at ein vaktur av tveimum, sum stóð við
hurðina tryggjaði sær, at gentan hevði tað gott.
Hetta hendi bara fáar metrar frá elituni í Tórshavnar
Kommunu, sum sótu á at kalla heiðursplássunum á
langsíðuni, tí tey skuldu handa steypini. Tórshavnar
kommuna hevur lovað at fara í holt við at byggja
høllina á Hálsi út, og tað er í tøkum tíma. Um
finalurnar prógvau nakað í gjár, so er tað, at høllin
á Hálsi ikki er búgvin til at verða vertur fyri einum
stórum ítróttartiltaki longur. Tíðin hevur innheintað
vantandi umstøðurnar. Boðskapurin er nú, at tað er
ongantíð ov tíðliga at fara í gongd.
Tað eru atfinningarsamar røddir um júst hesa
útbyggingina, og tær skilji eg eisini. Eg havi ikki sett
meg so væl inn í viðurskiftiini, at eg havi eina greiða
meining um hvat er rætt at gera, men tað er rætt at
gera okkurt.
Í ÍtróttarSosialinum í dag verður eisini varpað ljós
á H71, sum vann átta av teimum nýggju finalunum,
sum felagið luttók í. Í løtuni eru øll feløgini
eftirbátur, tá tey skulu metast við H71.
Annnars hugaligt at síggja Kaj Leo í Bartalsstovu fáa
fyrstu minuttirnar fyri Dinamo Bukarest.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Kom so
í gongd
Tórshavnar
Kommuna
Ítróttar
KLUMMAN
Tróndur Arge
KAJ LEO FÆR
FLEIRI MINUTTIR
Tróndur Arge
Føroyski landsliðsspælarin,
Kaj Leo í Bartalsstovu, fekk
í gjár yvir ein hálvan tíma á
vøllinum, tá Dinamo Bukarest
í fyrsta dystinum eftir vetrar
steðginum vann 1.0 á FC
Botosani. Kaj Leo byrjaði á
bonkinum, men kom inn fyri
17 ára gamla málskjúttan,
Valentin Costache.
Fleiri minuttir
til Kaj Leo
Sorin
Anghel,
sum
er
svorin
Dinamo
Bukarest
viðhaldsmaður, fylgdi væl
við í rumenskum sjónvarpi,
tá Kaj Leo fekk debut.
–
Venjarin
var
fegin
vegna Kaj Leo, og segði at
hann fór at brúka føroyska
landsliðsspælaran
enn
meiri, sigur Sorin Anghel,
sum er hjálparvenjari hjá
Víkingi, har Kaj Leo byrjaði
sína yrkisleið sum fótbólts
spælari.
Tá Kaj Leo skifti til
Dinamo Bukarest, var nógv
gjørt burturúr, at hann
Føroyar er ein land, sum livir
av fiski. Tó vissaði Kaj Leo í
Bartalsstovu viðhaldsfólkini
hjá Dinamo Bukarest um, at
hann er ein fótbóltsspælari,
og ikki ein fiskimaður.
- Venjarin segði eisini, at
Kaj Leo í Bartalsstovu ikki
er ein fiskimaður, men ein
fótbóltsspælari.
Tó
bleiv
ikki tosað so nógv meiri um
einstaklingar, men heldur
at venjarin er fegin um
teir spælararnar, sum eru
komnir til í vetur, sigur Sorin
Anghel við ÍtróttarSosialin.
Kaj Leo á vøllinum
Kaj
Leo
í
Bartalsstovu
spældi á høgra vongi, har
hann ikki fekk tær nógvu
bóltnertingarnar av tí, at
FC Botosani fyri tað mesta
hevði bóltin í eini roynd at
javna.
Besta
innhoppið
hjá
Kej Leo mundi vera fimm
minuttir fyri leiktíð, tá ið
hann takklaði bóltin frá
mótstøðuleikara tætt við
brotsteigarmarkið hjá mót
støðuliðnum.
Hann var ikki langt frá at
gerast uppleggjari, tí hann
legði bóltin væl tvørturum
til Patrick Ekeng, sum tó var
nakað trýstur og ikki fekk
reiðiligt skot á bóltin.
Kaj Leo og liðfelagarnir
stóðu annars aftarliga á
vøllinum og vardu væl um
leiðsluna. FC Botosani fekk
ongantíð tann heilt stóra
møguleikan,
og
Dinamo
Bukarest vann uppiborið 1-0.
Tey
trý
stigini
vóru
ógvuliga
týdningarmikil
hjá Dinamo Bukarest, sum
vann seg upp á 2. pláss og nú
einans er trý stig aftanfyri
oddaliðið, Astra Giurgiu.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Tað sigur venjarin hjá Dinamo Bukarest, eftir at Kaj Leo í Bartalsstovu í
gjár fekk debut fyri rumenska stórfelagið í 1-0 sigrinum á FC Botosani