Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LÆTTUR, HUGALIGUR OG KUNNANDI VIKULESNAÐUR ...ÓKEYPIS FRÁ MIÐLAHÚSINUM TIL HVØRT HÚSARHALD Í FØROYUM Telefon 20 59 59 súkklur Til einhvønn Tørv Vit eru á Facebook Uno súkklur smiðjugerði 6 VIKA 7 • 15. FEBRUAR 2016 Umboð fyri KAESER í Føroyum Tórshavn - Hoyvíksvegur 53 - tel 35 12 20 Kompressarar • Blásarar • Turkarar • Trystluftskipanir • Eykalutir • Døgntænasta • fyrst og fremst Tíðindaportalurin hjá Miðlahúsinum www.in.fo Bygdarmaðurin kemur á føtur aftur Nýggjur handil í SMS til tær ungu og kuluv Í einum garði úti í Nólsoy standa fleiri standmyndir, summar av monnum í fullari stødd, aðrar minni. Garðin, og standmyndirnar, eigur Marnar á Skúr, fyrrverandi bygdaráðsformaður í Nólsoy VIKA 7 • 15. FEBRUAR 2016 7 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Eysturkommuna TEMA Vilmund Jacobsen T á Marne Berg keypti Reklamu­ húsið í Norðragøtu, broytti hann navnið á virkinum og kallaði fyritøkuna, Reklamuprent. Hetta er ein rættiliga spennandi fyritøka, sum hevur næstan óendaliga nógvar møguleikar, tá ræður um prent á skelti, klæði og ymiskt annað, hugs­ andi og óhugsandi. – Vit kunnu gera næstan alt, ið viðskiftafólk eftirspyrja, og vit kunnu enntá »tapetsera« ein heilan bil, um onkur ynskir tað. Ymiskar uppgávur Marne Berg sigur, at síðan hann keypti virkið, hevur hann gjørt nógvar ym­ iskar uppgávur, og tá ið á hevur stað­ ið, hevur hann havt pápa sín til hjálpar í fyritøkuni. – Jú, her hevur verið rættiliga fitt at gera. Vit hava gjørt ymiskar merkingar og klæðingar fyri KJ Hydraulik, eitt nú umborð á nýggju tvíkiljunum, vit hava sett merki og nøvn á allar bilarnar hjá eldrasamstarvinum Nánd, sum fevnir um Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, og vit hava gjørt nógvar ymiskar uppgávur fyri handlar og fyri­ tøkur annars. Hann sigur, at uppgávurnar, sum fevna um ymiskt klædnaprent, hava eisini verið veksandi, og her eru eisini óendaliga nógvir møguleikar. – Okkara uppgávur eru rættiliga ymiskar, og av tí sama eru tær eisini hvør í sínum lagi avbjóðandi, sigur Marne Berg. Eisini vegaskelti Tað tekur tíð at fáa alt upp at koyra, men fyritøkan hjá søldfirðinginum er hin einasta í Føroyum, sum hevur møgu leikar at prenta vegaskelti í Føroyum. – Vit kunnu levera aluminium, sum er skorið til skeltini, og vit kunnu nú eisini levera máling og refleks, sum ganga undir standardin hjá Vej­ direktoratet í Danmark. Marne Berg ásannar, at krøvini til skeltini eru stór, men nú er rætta refleksið komið, og rætta málingin er á veg. – Vit hava eisini keypt okkum ein nýggjan og dýran printara, sum gevur okkum næstan óendaliga nógv ar møguleikar. Hetta er ein stór og neyð­ ug íløga, sum veruliga fer at koma okkara viðskiftafólkum til góðar. Dekorera skelti Reklamuprent í Norðragøtu leggur seg í fyrstu syfti eftir at dekorera skelti, gera klistrimerki, dekorera bilar og gera klædnaprent. – Tað eru faktist eingi mørk fyri, hvat vit kunnu gera og dekorera. Vit kunnu dekorera næstan alt, sigur Marne Berg, sum er at hitta á tlf. 780780 ­ og annars á teldupostinum rp@rp.fo. Reklamuprent er eisini at finna á facebook. Nógv brúka Reklamuprent Tað hevur væl verið at gera hjá Reklamuprent í Norðragøtu, síðan søldfirðingurin, Marne Berg, keypti virkið - Tað eru faktist eingi mørk fyri, hvat vit kunnu gera og dekorera, sigur Marner Berg, sum eigur og rekur Reklamuprent í Norðragøtu Marjun Persson í stólinum Stuttligt at mark­n­ aðarføra Føroyar 31 35 35 31 35 35 WWW.BM.FO 20% ÚTGJALD 2% Í RENTU BRÚKTIR BILAR 3 mðr garanti NÝSÝNAÐIR