Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-15, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 7 • 15. FEBRUAR 2016 8 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eysturkommuna Vilmund Jacobsen T að er altíð hugnaligt at vitja inn á gólvið hjá stjóranum í IRF, Poul Adrian Joensen, sum er blíð­ur og fyrikomandi. Tá Vikublaðið, sum regluliga ferð­ ast kring um landið, vitjar í Eystur­ kommunu, hyggja vit gjarna inn á gólvið hjá IRF, sum tekur ímóti burtur­ kasti frá húsarhaldum, virkjum og stovn­um í limakommununum. IRF rekur eisini ymiskt virksemi kring oyggjarnar – í fyrsta lagi brenni­ støð­ina og skiljihøllina til pappír og papp, eins og spilloljuverkið á Haga­ leiti. IRF, sum hevur umleið 20 ser­ útgjørd­ar bilar til flutning av burtur­ kasti, tøming av rottangum og reins­ ing av spillivatnsleiðingum, hevur mót­tøku­pláss til jarn og metal, hvít­ vørur, trolleivdir og bildekk, eins og tyrvingarpláss kring um landið. Í starvi hjá felagsskapinum eru um­leið sjeyti fólk. Minni avlop Poul Andrias Joensen sigur, at enn eru roknskapartølini fyri árið 2015 ikki endalig, men greitt er, at avlopið í undanfarna ári verður væl minni enn í 2014, tá raksturin gav eitt avlop á 7,3 miljónir krónur. – Vit hava eisini avlop í rakstrinum í 2015, men avlopið verður væl minni enn árið fyri. Ein orsøk er, at inntøkurnar eru minkaðar eitt vet, sam­stundis sum útreiðslurnar eru øktar. Sølan av jarni er minni í 2015 enn árið fyri. Tá prísurin á jarni er lágur, sum hann hevur verið yvir eina tíð, minkar eisini áhugin at savna jarn. Stjórin sigur, at meðan jarn­prísurin hevur verið lágur, hava onnur metallir, eitt nú kopar, kortini havt góðan prís. – Á Bumshamri í Klaksvík hava vit fingið móttøku av bilum, sum skulu skrottast, og her er rætti­lig ferð komin á, soleiðis at bilatalið í 2015 kom upp á heili 429. Poul Andrias vísir á, at sjálv brenningin í fjør, sum verður rokn­að í rúmmetrum, vaks við 0,25 prosentum upp í 142.250 rúmmetrar. – Eitt annað, sum er positivt fyri árið í fjør, er, at endurnýtslan, ið fevnir um alt, sum verður savn­að og útflutt til endurnýtslu, vaks rímiliga nógv. Hetta merkir, at vit gerast betri og betri til at skilja og endurnýta, og tað er ein positiv gongd, sum vit vilja hava. Hinvegin stendur sjálv brenn­ing­ in meira í stað, tó við einum lut­falsliga lítlum vøkstri. Stórur íløgutørvur Poul Andrias Joensen sigur, at íløgu­ tørvurin tey næstu árini verður rætti­ liga stórur. Bilarnir eru dýrir og skulu helst skiftast regluliga, sum árini ganga. Sjálv brennistøðin, sum nú hev­ur meira enn 26 ár á baki, varð mett at skula koyra í 15 ár. – Her eru dagføringar gjørdar, sum hava verið neyðugar so hvørt, sum krøv­ini eru økt, men fyri framman standa eisini stórar útbyggingar og broytingar. Filtur eru skift, ovnurin er bygdur um, men skulu vit halda fram, verður neyðugt við nýggjum og størri ketli og meira køling í ovninum. Siloin má veksast, og vit mugu hava nýggjan krana. Ætlanin er at seta skjøtil á hetta í seinnu hálvu av 2017. Stjórin í IRF sigur, at arbeitt verður eisini saman við KOB á Sandvíkarhjalla um eina nýggja rottangaskipan, har tað, sum kemur úr rottangum, verður turkað og brent í staðin fyri ta tyrving, sum fer fram í dag. – Vit hava hugt at ymiskum skip­ an­um í øðrum londum, og her verður helst neyðugt við einari íløgu á einar 35 miljónir krónur, sum árini ganga. Júst, hvussu hetta verður skipað, eru vit ikki komin á mál við enn. Málið er, at alt, sum verður heintað úr rot­ tang­um, verður sóttreinsað, turkað og brent, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF. IRF hevur einar 20 serútgjørdar bilar til flutning av burturkasti, tøming av rottangum og reinsing av spillivatnsleiðingum IRF stendur fyri stórum avbjóðingum í framtíðini Árið í fjør var eitt sindur lakari hjá IRF fíggjarliga enn árið fyri, tá rakstrarliga avlopið var 7,3 miljónir krónur – Neyðugt verður við stórum íløgum í framtíðini, sigur stjórin í IRF, Poul Andrias Joensen