týsdagur 16. februar 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ATLANTSFLOG
Árni Gregersen
Prísirnir á ferðaseðlum lækk
ar sum heild hjá Atlantsflog.
Og felagið hevur ætlanir
um næsta vetur at flúgva til
Gran Kanaria
– Hetta er gott yri brúk
aran og fyri okkum, sum ar
beiða í feðavinnuni. Lægri
prísir gera, at fleiri fólk fara
at flúgva og tað er gott fyri
bæði Atlantsflog og okkum.
Soleiðis sigur sølu- og
marknaðarstjórin á Fonn
Flog, Sakaris Frederiksen.
Nýggja útmeldingin frá
tjóðarflogfelagnum
sigur,
at felagið nú hevur 100.000
einvegis
ferðaseðlar
fyri
undir 1000 krónur. Hesir
ferðaseðlar kunnu keypast
á øllum rutunetinum hjá
Atlantsflog.
– Tað vil siga, at nú ber til
at keypa einvegis ferðaseðlar
fyri 699 krónur. Ikki bert til
Danmarkar, men eisini á
Norður-netinum,
sum
er
Bergen, Reykjavík og Eden
burgh, sigur Jóhanna á Bergi,
stjóri í flogfelagnum.
Atlantsflog hevur í eina
tíð roynt seg við bíligum
ferðaseðlum, sum eru knýttir
at serligum treytum. Millum
annað,
at
ferðaseðlarnir
skulu bíleggjast í seiansta
lagi 60 dagar undan fráferð
ini.
Fleiri flúgva
Hendan
skipanin
hevur
roynst væl og munandi fleiri
fólk hava brúkt flogførini.
Tað er tó torført at saman
bera ferðafólkatølini í 2015
við onnur ár, tí tey fólk
ini sum flugu til Føroyar í
sambandi við sólarmyrk
ingina ávirka tølini rættuliga
nógv.
Men í 2015 flutu 267.000
fólk við Atlantsflog. Ongan
tíð áður hava so nógv fólk
brúkt tænasturnar hjá felag
num. Vøksturin í mun til 2014
eru 30.000 fleiri ferðafólk –
ella 13 prosent fleiri.
Atlantsflog
sigur,
at
ferðaseðlarnir lækka við 17
milljónum krónum, við tí
lækking, sum varð kunn
gjørd í gjár.
Hetta er kortini ikki tað,
sum tað fer at kosta flog
felagnum. Felagið sparir eis
ini pening.
Fyrst og fremst er olju
prísurin munandi bíligari og
so hevur leiðslan avgjørt, at
vit ikki longur fáa ókeypis
mat og spiritus, tá ið vit
flúgva.
Kostnaðurin á fría mat
inum verður sostatt ístaðin
latin kundunum í uppaftur
fleiri bíligum flogferðum.
– Umborð verður broyt
ingin ikki tann heilt stóra, tí
tann einstaki kann velja at
keypa sín egna mat og sterk
ari drykkir fyri eina lagaliga
upphædd. Einasti munurin
er sostatt eitt lítið gjald fyri
tænastuna, sigur Jóhanna
á Bergi, stjóri í Atlantic
Airways.
Eitt annað, sum eisini
telur er, at felagið væntar, at
lækkandi prísir gera, at fleiri
velja at flúgva einferð eyka
og tað gevur í kassan.
– Okkara fremsta upp
gáva er at flúgva ferðafólkini
so trygt og bíliga á rutunet
inum sum gjørligt, og so
mugu matur og sterkari
drykkjuvørur koma í aðru
røð, sigur Jóhanna á Bergi,
Ferðavinnan fegnast
Atlantsflog hevur fingið at
vita frá eigarunum, sum er
vinnumálaráðið, at tað er
neyðugt, at felagið lækk
ar prísirnar so nógv sum til
ber. Hetta fyri at geva føroy
ingum góðan møguleika at
sleppa av landinum av og á.
Økta undirtøkan í fjør ber
boð um, at væl er tikið ímóti
hesum, og í ferðavinnuni er
eisini gleði um, at enn fleiri
hava møguleikan at brúka
flogførini.
– Hetta ger, at vit nú
kunnu gera bíligar pakka
ferðir til aðrastaðni enn í
Danmark. Til dømis fer tað
at bera til at gera vikuskiftis
ferðir til Edenburgh fyri ein
bíligan penga, sigur Sakaris
Frederiksen, Fonn Flog.
Umframt
at
bíligastu
ferðaseðlarnir eru vorðnir
eitt sindur bíligari, so eru
hinir ferðaseðlarnir eisini
lækkaðir í prísi.
Bíligasti
ALTÍÐ-ferða
seðilin lækkar fyri einvegis
ferð úr 1829 krónum niður í
1699 krónur.
Hetta er ein sonevndur
full-flex ferðaseðil, sum til
ber at broyta bæði við frá
ferð og navni.
arnig@sosialurin.fo
HETTA GER AT FLEIRI
SLEPPA Á FLOG
Sølu og marknaðarstjórin hjá Fonn Flog fegnast um nýggju ætlanirnar hjá Atlantsflog
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, var rættuliga stolt, tá ið hon kunngjørdi bíligaru ferðaseðlarnar.
Norður-rutunetið er nú tikið við, so eisini ber til at fáa bíligu setrini á ferðum til Reykjavík, Bergen og Edenburgh
Mynd: Álvur Haraldsen