Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Aganevndin hjá HSF hevur tann 30. januar 2015 móttikið áheitan frá dómaranevndini hjá HSF, har nevndin heitir á aganevndina um at taka málið upp. Dómaranevndin Dómaranevndin vísir á, at hon ikki kann góðtaka, at ein leikari fer út í almenna rúmið og spillir dómararnar út av órøttum í reinari frustratión, um at lið sítt ikki kemur víðari í steypakappingini. Víst verður her til útsøgnirnar, um at dóm­ar­ ar­nir ikki eru seri­øsir og ikki brúka meira enn ein tíma um vikuna uppá døming. Dómara­nevndin vísir á, at hon seti stór krøv til okkara dómarar bæði áðrenn kappingarbyrjan, við reglu­testum, renni­testum, hvussu ein fyrireikar seg til dyst og skeiðum, meðan kappingin koyrir. Við hesum vil dómaranevndin vera við, at hald er ikki í út­søgnun­um og er hetta við til at seta allar okkara dómarar í ringt ljós. Formaðurin til staðar Formaðurin í dómara­nevnd­ in, Karstin Joensen, var sjálvur í Kollafirði sum eyg­ leiðari og kennir hann seg als ikki aftur í útsøgnunum hjá Heina Hanusarsyni, um millum anað, at hetta var botunurin av botinum, sum hann orðar seg. Gamaní vóru støður, sum kundu verið dømdar øðrvísi – tað er tað í hvørjum dysti, sigur Karstin Joensen. Slík ógrundað útsøgn frá einum frustreraðum leikara er alvorlig og skal sláast niður á. Hetta viðvirkar als ikki til, at vit fáa nýggjar ungar dómarar at døma, tá ið ein leikari fyri opnar mikrofon kann koma við slíkum pástandum, sum als einki hava við veruleikan at gera. Viðmerkingar frá VÍF VÍF hevur havt frá­greiðing­ ina hjá dómaranevndini til hoyringar. VÍF við­merkir, at út­søgnirnar eru gjørdar beint eftir dystin, har sinnis­ støðan hjá leikaranum og liðnum ikki altíð eru tær bestu til at gera beinleiðis samrøður – óhepnar orð­ ingar, sum oftani vóru betur valdar, varð hetta gjørt eina løtu seinni, verða sagdar. VÍF slær fast, at tey sum felag ikki vildu nýtt orðingarnar, sum umtalaði persónur nýtti og hevur felagið nakað eftir dystin og áðrenn kæran sá dagsins ljós, saman við við venjara gjørt rættningslinjur viðvíkjandi, hvør kann úttala seg eftir dyst og eisini – í tann mun tað ber til, í mun til talufrælsi hjá tí einstaka, hvat tann leikarin ella venjari, kann úttala seg um. VÍF vísir á, at vit í sein­ astu­ni hava sæð fleiri dømir um ákoyringar móti dómarunum og VÍF, sum felag, vil gera sítt til, at kjak um dómarar, har sinnis­ støðan metist ikki vera tann rætta, ikki framyvir finnur stað. Niðurstøðan hjá aga­nevndini Aganevndin kann eftir áheitan frá dómara­ nevndini taka mál upp sambært viðtøkunum hjá HSF, grein 6a, stk. 2 Kemur eitt felag, Starvs­nevnd HSF´s, K a p p i n g a r ­n e v n d HSF´s, Dómara­nevnd HSF´s ella um­siting HSF´s eftir, at eitt felag, tess leiðsla, ábyrgdarfólk ella einstaklingar hava: • brotið reglugerð HSF´s, víst ringan ítróttaranda ella ósømiligan atburð, ella • víst atburð, sum verður mettur, at seta ítróttar­ greinina í ringt orð, kann viðkomandi felag, nevnd ella umsiting leggja málið fyri Aganevndina. Aga­nevndin kann eisini taka mál upp av sínum eintingum. Viðurkenna talufrælsi - men Aganevndin viðurkennir talu­frælsi og, at tað í útgangsstøði, skal vera loyvi at viðmerkja avgerðir hjá dómarum, og at tað skal vera loyvi at seta spurnartekin við, um dómarar sum heild fyrireika seg nóg væl. Hinvegin skal tað vera við atlitið til ítróttargreinina og í sømiligum ítróttar­ anda, tá umboð úttala seg í fjølmiðlunum. Her metir aga­nevndin, at Heini Hanusar­son fer ov langt í hesum førðinum. Hann sigur, at KÍF vann »við góðari hjálp frá dómarun­um« og at dómarin »gongur og smá­smílist« og »hyggur ikki eftir bóltinum«. Har­um­framt verða út­ søgnir­nar hjá honum um óseriøs­ar dómarar, sum ikki fyrireika seg, tengdar saman við dómara­av­rikinum í hesum ítøkiliga dystinum. Hesar út­søgnir­nar eru ikki trú­virði­ligar, tá hann sigur seg ynskja at reisa eitt generelt kjak um døm­ing­ina í før­oyskum hond­bólti. Um so var, kundi hann gjørt tað á annan hátt, enn í sinnismuni eftir taptan dyst. Hevur víst ringan ítróttaranda Aganevndin metir, at Heini Hanusarson, við útsøgnunum, hevur víst ringan ítróttaranda og við útsøgnunum sett dømingina í ítróttargreinini í óneyðugt, ringt orð. Aganevndin kann sam­ bært grein 6a, stk. 3, nr. 3 í viðtøkunum hjá HSF geva leik­ar­um bót og verður Heini Hanusarson við hes­ um at rinda 5.000 krónur í bót. Bótin skal vera goldin í seinasta lagi mánadagin 24. februar og er hon ikki goldin eftir hetta, verður hon mót­ roknað í veð, sum VÍF hevur sett fyri kappingar­r­árið 2015/16. Avgerðin er sam­bært grein 6a, stk. 6 í við­tøkunum hjá HSF enda­lig, við tað at bótin ikki er yvir 5.000 krónur. Aganevndin Í aganevndini eru: Jens Andrias Vinther, form. Niels Winther Hartvig Joensen Ári Rouch, skrivari ÚRSKURÐURIN HJÁ AGANEVNDINI UM HEINA HANUSARSON: Avgerð hjá aganevndini hjá HSF í sambandi við áheitan frá dómaranevndini hjá HSF í sambandi við útsøgnir hjá Heina Hanusarsyni í útvarpinum hjá Rás 2 eftir dyst millum KÍF – VÍF í steypakappingini tann 29. januar 2016 - Postb FO-110 Tel +298 hsf www Tórshavn 12.02.2016 Til VÍF Avgerð hjá aganevndini hjá HSF í sambandi við áheitan frá dómaranevndini hjá HSF í sambandi við útsøgnir hjá Heina Hanusarsyni í útvarpinum hjá Rás 2 eftir dyst millum KÍF – VÍF í steypakappingini tann 29. januar 2016. Aganevndin hjá HSF hevur tann 30. januar 2015 móttikið áheitan frá dómaranevndini hjá HSF, har nevndin heitir á aganevndina um at taka málið upp. Dómaranevndin Dómaranevndin vísir á, at hon ikki kann góðtaka, at ein leikari fer út í almenna rúmið og spillir dómararnar út av órøttum í reinari frustratión, um at lið sítt ikki kemur víðari í steypakappingini. Víst verður her til útsøgnirnar, um at dómararnir ikki eru seriøsir og ikki brúka meira enn ein tíma um vikuna uppá døming. Dómaranevndin vísir á, at hon seti stór krøv til okkara dómarar bæði áðrenn kappingarbyrjan, við reglutestum, rennitestum, hvussu ein fyrireikar seg til dyst og skeiðum kappingin koyrir. Við hesum vil dómaranevndin vera við, at hald er ikki í út til at seta allar okkara dómarar í ringt ljós. Formaðurin í dómarane seg als ik