týsdagur 16. februar 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Serblað • Copenhagen Fashion Week
3
Events
Frinsar eru eitt must
Events er ein handil, ið ikki altíð velur tryggu
loysnina, sum selur væl, men roynir hinvegin at
finna øðrvísi klæðir, hóast tað ikki rakar tann
breiða kundaskara.
– Vanligt er nógv av mynstri og litum í
Events, og tað halda vit fram við, hóast myrkir
litir eyð kenna mótan í heyst. Men vit hava eisini
valt at taka nýggj merkir til okkum, har klæðini
eru meira mini malistisk, sigur Halla Gullfoss, ið
eigur Events.
Tað var nógv áhugavert á Copenhagen
Fashion Week, ið gav íblástur, heldur hon.
– Serliga fangaðu frinsarnir mín áhuga. Tað
vóru ógvuliga nógv lekkur og smørt klæðir við
frinsum. Annars var eisini nógv av brodering,
ruskinn og velour.
Handilseigarin sigur, at eitt rák frá 70’unum
var á mótavikuni, millum annað smølu niður
deilarnir við knappum framman og buksur við
sveig. Hon ásannar, at tað er kortini torført
hjá víðum buksum at festa rót hjá føroyskum
kvinnum, tí smølu buksurnar hava verið og eru
framvegis so væl umtóktar.
Í næstu viku letur barnahandilin Rákið upp
aftur, ið hevur verið stongdur í eina tíð. Halla
Gullfoss hevur yvirtikið handilin, sum selur
klæðir til børn í aldrinum átta til 14 ár. Rákið
liggur við síðunar av Events á 1. hædd. Latið
verður upp hósdagin 18. februar.
Heystmótin í Events hevur nógv áhugavert at bjóða
ungu kvinnuni, sum ikki er í øllum hinum handlunum.