Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-16, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Serblað • Copenhagen Fashion Week 4 – Tað er broytt nógv seinastu árini. Ungu fýrarnir eru meira djarvir nú og í nógvum førum eru teir smartari enn hitt kynið, eisini bygdadreingirnir, sigur handils leiðarin brosandi. Nógv áhugavert var at fáa eyga á á Copen hagen Fashion Week. Skálkur hevur tikið tvey nýggj merki til sín. – Vit hava bílagt jakkar frá Fat Moose, sum bara selir jakkar. Teir eru regn­ og vindtættir og eru super feitir, sigur Hávardur í Stórustovu. Kovboybuksur ganga sum heitt breyð í Skálki. Umframt at hava keypt inn av teimum vanligu, væl umtóktu merkjunum frá Gabba og Dielsel, hevur Skálkur bílagt kovboybuksur frá Only & Sons. – Only er eitt kent klædnamerki til kvinnur, men er farið undir at gera klæðir til menn eisini. Klæðini eru rímiliga bílig, og nú verður so møguleiki hjá monnum at fáa einar kovboybuksur fyri 300–400 krónur, sum annars ikki hevur verið borið til, sigur hann. Umframt kovboybuksur, ið ongantíð fara av móta, verða tær sonevndu chinos buksurnar framhaldandi at síggja í heyst. Til yvirpartin verður tær ternutu „skovmandskjúrturnar“ aftur á hillunum og tað sama verða blusurnar, ið hava onkrar strípur og tekst á. Á skógvasíðuni eru sneekers framvegis eitt hitt. Yvirskipað verða myrku litirnir fram vegis dominerandi í Skálki. Tað sigur Hávardur í Stórustovu, sum er handils­ leiðari í Skálki. Hann heldur, at føroysku mannfólkini eru einki aftanfyri konufólkini, tá talan er um móta. Skálkur Ungu menninir eru smartir