týsdagur 16. februar 2016síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Serblað • Copenhagen Fashion Week
5
Eitt feminint heyst
– Serliga vóru nógvar lekkrar skjúrtur á
mótavikuni, í flestu førum upp til hálsin og
við bindibandi. Frá summum merkjum var
tað so, at bandið kundið takast av, sigur
Aibritt á Plógv, ið eigur klædna handilin
Margarita.
Væl umtóktu blondublusurnar og
blondu topparnir verða framhaldandi á
hillunum, og blondur verða eisini at síggja
saman við øðrum klædnatilfari – eitt nú
skjúrtur við blondum, skinni og bundnum
tilfari á.
– Mótin í heyst verður meira femininur,
greiðir handilseigarin frá og skoytir uppí, at
tað er eisini er galdandi í skógva mótanum.
Skógvar nir verða nettari og spískari og fara
at hava okkurt silvur ella annað prýði á,
sigur hon.
Smølu buksurnar verða framhaldandi at
síggja í Margarita, men eisini verða nógvar
leðurbuksir á hillunum.
Aibritt á Plógv ásannar, at tað er ikki alt
av tí nýggjasta, sum tey kunnu keypa, tí tað
er ikki alt, ið hóskar til føroyska marknaðin.
– Tildømis hava víðar buksur verið
modernaðar í eina tíð nú, og tað verða tær
framhaldandi, men tær sláa ikki ígjøgnum
hjá føroysku kvinnunum. Eisini var nakað
at síggja av brúnum klæðum, men av
royndum veit eg, at føroyskar kvinnur
leggja lítið og einki í brúnt.
Litirnir í heyst verða framvegis myrkir og
serliga er myrkablátt væl umtókt. Eisini er
nakað av hvítum.
Eyðkennini fyri heystmótan 2016 í Margarita eru
skjúrtur við hálsi, blondublusur og leðurbuksur.