Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-16, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Serblað • Copenhagen Fashion Week 6 Gellan Gellan hevur okkurt til øll konufólk Skálkur Man Maskulinitetur og myrkir litir Blondur, ull, glimmur, leður, kovboy­ buksur, klædningsbuksur, jogging buksur, harembuksur og víðar buksur. Ja, sum ein góður posi við lekkrum blandaðum bommum. – Serliga var nógv av blondum og leðri. Vit hava sæð blondur í eina tíð, men sum nakað øðrvísi, vórðu blondutoppar nýttir undir troyggjum og blusum, ið høvdu eina út skering, so blondutoppurin sást, sigur handilsleiðarin. Blusurnar fara at hava opnan rygg, rundan háls, v­háls og rullukræða. Eisini verður ein rúgva av troyggjum og kardigan við vanligari longd, men eisini heilt síðar, ið kunnu brúkast sum ein kjóli. Litirnir, ið fara at gera seg galdandi, eru serliga svart, grátt, hvítt og blátt, men eisini onkur brendur litur og strípur. Smykkurnar í heyst eru minimalistiskar og eru antin gull ella silvur. Skógva mótin fer at bjóða okkurt nýtt, men sneekers, ið hava verið frammi leingi, fara ongan veg. Hinuvegin fara hálv stilvar nir eisini at sleppa framat. – Tað eru serliga hálvstilvar, ið eru spískir og hava ein lítlan hæl. Teir hava eitt ávíst kovboy „look“. Annars verður eisini nakað av langum stilvum upp til knæið, biker stilvum og stilettum, greiðir Anja Joensen frá. Í jakkamótanum verður nógv av leður­ jakkum, klædningsjakkum, ulljakkum og heitum jakkum niður um rumpina. Mannfólkamótin broytist ikki eins nógv frá ári til ár sum kvinnumótin. Hóast eingin kollvelting í klæðunum til mannin í heyst, hevur Skálkur Man keypt inn eina rúgvu at spennandi og feitum vørum. Vit fara aftur at síggja smalar buksur í heystmótanum, men sum nakað nýtt eru kovboybuskur komnar á marknaðin, sum hava so nógv strekk í, at tú nær um ikki merkir, at tú er í buksum. Buksurnar eru frá Replay, ið millum annað hevur gjørt eina lýsing við fótbóltsleikarum hjá FC Barcelona, ið spæla fótbólt í fjálgu kovboybuksunum. – Buksurnar eru hyperflex, men uttan at tað gongur út yvir buksurnar. Tær eru framvegis líka flottar sum vanligt. Tá tú situr ella bukkar teg niður, merkir tú vanliga, at kovboybuksurnar trýsta ella stramma í ávísum støðum, men við hesum buksunum sleppur tú undan tí. Tað góða er harumframt, at tær passa øllum, greiðir handilsleiðarin frá. Skálkur Man hevur keypt tvey nýggj merkir inn. Annað er Replay, hitt er Duno. Frá Duno eru bílagdir heitar luksusjakkar, sum eru vind­ og regntættir, men sum kortini eru lættir at bera. Í tí fínara endanum, tá talan er um klædningar, er meira strukturur komin í sjálvt klædnatilfarið. – Vit fara at síggja smáar strípur og lítlar puntar í klædningunum, men sum ikki eru serliga sjónligt, men sum hinuvegin ger klædingarnar meira livandi, sigur Janus Poulsen. Tað verður nógv lekkurt at gleða seg til í Gelluni í heyst. Copenhagen Fashion Week hevði eina blanding av øllum. Tað sigur Anja Joensen, sum er leiðari í Gelluni. – Litirnir eru myrkir og djúpir í heystmótanum 2016, kanska eitt vet myrkari samett við í fjør. Serliga verður nógv av svørtum, myrkabláum og gráum, men nakað verður eisini at síggja av rustreyðum og fløskugrønum. Tað verður meira maskulint og meira rock’n roll, sigur Janus Poulsen, handilsleiðari í Skálkur Man.