Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-16, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Serblað • Copenhagen Fashion Week 7 Demmus Eitt heyst við spískum skóm og hálvstilvum Nomi Norðurlendsk minimalisma í smykkumótanum Myndakvinnan – Ditte Mathilda Joensen Ditte var við og fangaði nakrar løtur á Copenhagen Fashion Week, tá handlarnir í SMS keyptu inn. Hon legði serliga til merkis teir sniðgevar, ið tora at vera øðrvísi og skapa lutir og klæðir, sum ikki vanliga eru at síggja. – Á Copenhagen Fashion Week sæst tað nýggjasta, ið rørir seg í mótaheiminum. Tað er stuttligt og inspirerandi at fylgja við við myndatólinum, tá handlarnir við teirra nærlagni og umhugsni velja røttu vøruna at keypa heim. – Vit ganga burtur frá grovu skónum frá 70–80’unum. Skógvurin fer framvegis at hava ein kraftigan hæl, men hann verður nakað lægri og sjálvur skógvurin verður meira nettur og klassiskur. Ja, meira femininur, sigur Nina Lassen. Eyðkennið innan skógvamótan í heyst er, at skógvarnir verða spískir og prýddir við ymsum smálutum. – Nógv verður av spískum, og so verður skógvurin prýddur við eitt nú nittum, spenni, slanguskinni og ruskinni. Tað eru altíð mest av svørtum skóm, men nú verða ymsar detaljur á nógvum teirra. Annars verður liturin bordo at síggja og nakað av olivengrønum, greiðir handilsleiðarin frá. Til mannfólk verða tað serliga hálvstilvarnir, ið fara at gera seg galdandi. – Tað er ikki tann stóra broytingina í skógvamótanum til harran. Nógv verður av hálvstilvum í svørtum, brúnum, men eisini verður eitt sindur av bláum at síggja. Teir penu klassiku buisness skógvarnir verða framhaldandi á hillunum og tað sama verða sneekers, sigur Nina Lassen. Hon leggur afturat, at gerandis­ skógvarnir til mannin eru eitt sindur fínari og elegantari í dag, enn fyri nøkrum árum síðani. Demmus selur skógvar til alla familjuna. Føroyski smykkuhandilin hevur keypt inn hjá smykkufyritøkuni Dyrberg/Kern. – Tað verður sjáldan keypt inn eftir árstíðunum, sum klædnahandlar gera. Ein kollektión varar meira enn eitt ár, men hjá Dyrberg/Kern, ið er eitt móta merki, hava tey tvær kollektiónir um árið, greiðir Nomi Arge frá. Tað, sum fer at eyðkenna smykkur nar í heyst er við íblástri frá stjørnu himmalinum. – Vit fáa reinar flatur og flatur við nógvum steinum. Bæði urini og smykkurnar hava ein dám av tí norður lendska, reina og einfalda sniðinum, sigur handilseigarin. Sum nakað nýtt fer Nomi Smykkur & Ur í heyst at selja ur og smykkur til mannfólk. Farið verður frá teimum ógvusligu skónum til meira nettar og femininar skógvar til kvinnuna. Smykkur eru klassiskar og broytast ikki í eins stóran mun sum klæðir. Tað sigur Nomi Arge, ið eigur og rekur handilin Nomi Smykkur & Ur.