Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 6 PERSÓNSSØGA HALLUR AV RANA T að tók flestu fólk á bóli, tá Kringvarp Føroya í 2012 óvæntað setti ein heldur ókendan journalist í starvið sum tíðindaleiðari. Fýra ár seinni eru tey tó fá í Føroyum, ið ikki kennast við navnið Liljan Weihe. Í starvi sínum sum tíð­ inda­leiðari er hon vorðin eitt tað kendasta andlitið í føroyska sam­ felag­num, men tað hevur eisini havt sín prís. Meiningar um hana eru nógvar og til tíðir óvanligar harðar, og er arbeiði hennara og hon sum persónur javnan eitt heitt kjak­evni á Facebook. Tað er tó einki óvanligt í, at fram­standandi persónar verða við­gjørdir og gitt verður um teirra motiv og politiskan lit. Ágangurin mótvegis Liljuni Weihe er tó til tíðir farin út um mark, sum fyri einum ári síðani, tá hon varð alment hótt á Facebook við neyðtøku. Orsøkin var helst tann, at á einum punkti skilur tíðindaleiðarin seg út frá flest øðrum framstandandi per­ són­um í føroyska samfelagnum. Hon er ein kvinna. Harvið er hon ikki bara mátt­ miklasti persónur í føroyska fjøl­ miðla­heiminum, men eisini ein fyrimynd fyri kvinnur í øllum aldrum, sum ein av teimum fáu før­oysku kvinnunum, ið røkir ein toppsess í einum samfelag, har flestu maktfullu sessir eru mann­ aðir av monnum. Fyrsti kvinnuligi tíðindaleiðarin Hóast Liljan Weihe hevði ymiskar royndir frá landsfyrisitingini, so var tað journalistikkurin, sum dróg, tá hon flutti aftur til Føroya sum nýútbúgvin journalistur og sosiologur í 2011. Hon hevði royndir sum journa­ listur frá Dimmalætting, har hon arbeiddi eitt skifti í 2008. Á Dimma­lætting merkti Liljan Weihe ongantíð, at nakar munur varð gjørdur millum menn og kvinn­ur, men tað broyttist, tá hon í 2012 varð sett sum tíðindaleiðari í Kring­varpinum. – Tá eg tók við sum tíðindaleiðari, var eg 32 ára gomul og kvinna. Tað er ein kombinatión, ið man ikki sær nógv til í Føroyum. Tað eru í hvørt fall ikki nógvar 32 ára gamlar kvinn­ur í framstandandi størvum í Føroy­um í dag. Harumframt var tað eisini serligt, tí eg var fyrsti kvinnuligi tíðindaleiðari í Kring­ varp­inum, sigur Liljan Weihe um sína starvsetan. Tað gekk heldur ikki long tíð, fyrr enn nýggi tíðindaleiðarin varn­aðist, at viðmerkingar taka eitt annað skap, tá journalistarnir standa í sjónvarpsstovuni. Sjálv skilji eg ikki, hví mítt hár fær fleiri við­ merk­ingar, enn tað eg sigi. Eingin sigur nakað um, hvørji klæðir Finnur Koba er í, tá hann er í Dag & Viku, men eg kann fáa við­ merkingar um mítt neglalakk« – Við størstu virðing fyri tí Eivør ger, men hvørja veruliga makt hevur hon? Tað eru bara nakrar heilt fáar kvinnur í Føroyum, ið hava maktfull størv, so sum Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Restin er antin í kreativu vinnunum ella í almennari fyrisiting. Vit hava t. d. ongan kvinnuligan reiðara. Har er ein mangul á kvinnuligar fyrimyndir, sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, í samrøðu um leiklutin hjá kvinnum í føroyska samfelagnum Framhald á næstu síðu Liljan Weihe KANN IKKI LÚGVA MEG FRÁ AT EG ERI EIN KVINNA