hósdagur 19. august 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Starv sum løgfrøðingur
á Skipaeftirlitinum
Skipaeftirlitið søkir eftir einum løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt.
Arbeiðsøki hjá Skipaeftirlitinum er fyrisiting og eftirlit við heilsu, umhvørvi og
trygd á føroyskum skipum.
Skipaeftirlitið er í holt við at gera egnan portal á internetinum, har alt tað
tekniska regluverkið, Skipaeftirlitið arbeiðir eftir, verður lýst sum Fráboðanir frá
Skipaeftirlitinum. Fyrisitingarligu uppgávurnar umfata eisini samskifti og
samstarv við vinnulívið, útlendskar fyrisitingar og við altjóða- og millumtjóða
felagsskapir. Føroyar hava atlimaskap í sjóvinnufelagsskapinum hjá ST,
International Maritime Organisation (IMO) og møtir á fundum har. Skipaeftirlitið
og føroysk sjóvinna verður ávirkað av næstan øllum avgerðum, ið verða tiknar í
IMO. Arbeiðið í IMO verður samskipað í samráð við sendistovuna í London. Aðrir
altjóða felagsskapir, ið viðgera sjóvinnu eru eitt nú International Labour
Organisation (ILO), Organisation for Economic Co-ordination and Development
(OECD), United Nations Conference on Trade and Development (UNCTAD) og
aðrir.
Samstarvspartar hjá Skipaeftirlitinum er fyrst og fremst alt tað maritima
umhvørvi í Føroyum, men eisini í størri og minni mun maritimir bólkar runt um
allan heimin. Sjóvinna er ein fullkomiliga globalur ídnaður.
Skipaeftirlitið er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum.
Starvið umfatar m.a. hesar upppgávur:
• at fyrireika lýsing av reglum fyri skip í Fráboðanum frá Skipaeftirlitinum,
soleiðis at tær samsvara við altjóða ásetingar
• fyrisiting og eftirlit við føroyskari lóggávu innan sjóvinnu, soleiðis at hon er í
samsvari við altjóða lóggávu
• samskifti við vinnulívið
• samskifti við altjóða felagsskapir ið fáast við sjóvinnu, eitt nú IMO
• ráðgeving í fyrisitingarligum spurningum
Førleikakrøv:
• til starvið krevst útbúgving sum løgfrøðingur
• góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• góð samstarvsevni
• kunnleiki og royndir innan sjóvinnu kunnu verða ein fyrimunur fyri at verða
settur í starv, men ikki ein treyt.
Í starvinum er møguleiki at fáa eftirútbúgving innan arbeiðsøkið.
Setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar og
Løgfrøðingafelag landsins. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar
undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í
løtuni er Skipaeftirlitið í Miðvági.
Tann, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum og at økið verður
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera
Skipaeftirlitinum í hendi í seinasta lagi 31. august 2004, kl. 15.30.
Umsóknir skulu sendast til:
Skipaeftirlitið
Postsmoga 26 · 370 Miðvágur
Meiri fæst at vita um starvið frá deildarstjóranum á Skipaeftirlitinum Óla Hans
Hammer Olsen, á tlf. 355600.
SKIPAEFTIRLITIÐ
POSTSMOGA 26 · 370 MIðVÁGUR
Telefon 355600 · Telefax · 355601 · E-mail: fma@fma.fo
Skipaeftirlitið
Faroese Maritime Authority
Ministry of Fishery and Maritime Affairs
www.sosialurin.fo
Mat-
seðilin
Hósdagin 19. august:
Grýturættur
Fríggjadagin 20august:
Karbonatir
Leygardagin 21august
Collottusteik
Mánadagin 23.august:
Gjørd hara
Týsdagin 24.august:
Fisk í fat
Mikudagin 25.august:
Saltkjøt
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 22,00
Maxiburgari ella
Búffsandwich 30,00
Matstovan
í Hoyvík
veitst tú ikki tað?
Lesið
Sosialin
C
M
Y
K
25
24